Jóan Pauli Joensen
-----
Hotel Føroyar samtakið fevnir í dag hotellið uppi við Oyggjarvegin, vallaraheimið Kerjalon á sama stað og Hotel Tórshavn ella gamla Sjómansheimið. Bæði á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn eru matstovur, KOKS og Hvonn brasserie. Afturat reimum kemur Áarstova, Etika, Kafe Borðkrókur í Norðurlandahúsinum, Cafe Vágar á flogvøllinum, uttanduraserveringin í Vágsbotni, sum er um summarið og so Burger King, Baresso og Sunset Boulevard í SMS. Skjótt eltur eisini upp Boutique & Café í kulturmiðstøðini ?ström við Rættará.
Herfyri kom út eitt sera prýðiligt verk um KOKS – ein sonevnd coffe-table edition – við framúrskarandi myndatilfari, ætlað teimum sum kanska ikki lesa so nógv, men sum heldur vilja hava nakað fyri eigað. Eitt bókaverk, sum óivað kemur at verða eitt gott brand bæði hjá matstovuni og Føroyum sum heild. At Hotel Føroyar samtakið eisini kann leggja fram eitt rættiliga fitt yvirskot er tí eisini bert at gleðast yvir.
Tað eru nú liðin 30 ár síðani, at Hotel Føroyar við Oyggjarvegin varð tikið í nýtslu, og eru tað eisini liðin 80 ár síðani Hotel Føroyar var stovnað. Tað er tí at Hotel Føroyar umvegis tað virkna forlagið Sprotan, hevur givið út eina bók, sum rithøvundurin og journalisturin Helgi Jacobsen hevur skrivað. Hetta er ikki ein vanlig firmasøga, men heldur ein søgulig polyfoni, har høvundurin blandar ein cocktail av bæði nútíð og søgu og dregur upp í hetta eitt nú eisini søguna hjá ferðamannaskipunum Norrønu. Hetta kann virka eitt sindur kroyst við hvørt, men riggar fyri tað mesta.
Søgan hjá nýggja Hotel Føroyum við Oyggjarvegin fellur saman við søguni hjá Norðurlandahúsinum, sum eisini í ár verður 30 ár. Teir gestir sum komu til vígsluna av Norðurlandahúsinum vóru millum teir fyrstu liggjandi gestirnar á hotellinum. Til tíðarmyndina tann dagin fyri 30 árum síðani, tá Norðurlandahúsið var tikið í nýtslu, hoyrir eisini tann víðagitna friðargongan, tá skaldið William Heinesen eitt lítið bil, gekk á odda. Henda friðargonga var umrødd ikki sørt niðrandi í Dagblaðnum, har friðarelskandi hampafólk vóru skírd perlutrøll og seturssnobbar. Ein av teimum í Dagblaðnum avmyndaðu, um hann var perlutrøll ella seturssnobbur, dugi eg ikki at siga, men tað, sum hann í dag er mest kendur fyri, er ein doktararitgerð um brøðurnar í Føroyum. Eisini dregur Helgi Jacobsen upp í ta víðagitnu lagkakurøðuna hjá Paula Ellefsen sála, sum hann helt á Vaglinum 1. mai sama ár. Hann lýsti tá Sambandsflokkurin sum tann mest sosialistiski flokkurin í Føroyum.
Eg skal ikki skylda Helga Jacobsen fyri at hava latið seg ávirkað av Kim Simonsen, men hann dregur eisini upp í framløgu sína, tað sum fremmand fólk siga um Føroyar og hvussu Føroyar verða lýstar, bæði tá tað snýr eg um menn, sum eru við missa fótafesti í fiskaroðslu og slipu og um góðar sengur og sera góðan mat og um, hvussu tað eydnaðist teimum at finna sær bæði ból og breyð, tá teir komu til Føroyar.
Vit kunnu altíð skifta orð um, nær moderniteturin kom til Føroyar. Men tað sum hendi, tá tann múgvandi danin Niels Ryberg sett fekk skipað fyri einum eini stórari handils- og smuglarafyritøku í Havnini hoyrir upp í eitt tað fyrsta í hesum sambandi. Tað er einki at ivast í, at Rybergshandilin ella Vágsbotnshandilin, sum Helgi Jacobsen i vísir á, kom at hava eitt ómetaliga stórt árin á alt lívið í Havn, bæði vinnuliga, sosialt og ikki sørt mentanarliga eisini. Í summum førum eisini óargaliga, tí tað hendi, at floksur onkustaðni úti á Reyni “gjørdu teimum mest treingjandi til vildar, so javnur streymur hevur helst verið út eftir nesinum at fáa sær kvøldarvív”.
Á ein merkisverdan hátt dugir høvundurin at snara tað so, at tað eydnast honum at balla tubbakið hjá Ryberg upp í matstovuna Hvonn, sum er tann fyrsta roykfría matstovan í Føroyum. Tubbaksspinnaríðið lá á sama stað sum Hvonn. Sjálvt um smuglaravørurnar skuldu haldast burtur frá føroyingum, so fingu teir nógv burturúr kortini. Fyrst og fremst arbeiði og onkran stuttleika eisini. Bøkjarin Qvilling, sum var ættaður av Man – eisini eitt smuglarareiður, fekk skipað so fyri, at tað var sovnaður ein klubbi – Havnar Klubbi – til tað betra (man)fólkið Í Havn.
Fólk kendu tað sum eitt stórt tap og tómrúm, tá Ryberg pakkaði saman. Tíðin aftan á kom at verða keðilig og av kríggjum og øðrum rættiliga fátækslig, men eitt gott kom úr fyri okkum søgu og fólkalívsfrøðingar, tað vóru tabellirnar hjá Løbner. Hann reikaði kring landið og skrivaði upp hagtøl um grundleggjandi búskaparlig og samfelagslív viðurskifti, sum í dag er ein frálík kelda til viðurskiftini fyri júst 200 árum síðani.
Eftir eina stutta søguliga útferð til tað fyrsta skeinkiloyvið í Føroyum hjá vertshúsi í Havn, greiðir Helgi Jacobsen bæði frá tí góða og tí minni góða í sambandi við vertshúsið og tað, sum har fór fram. Tað var ein góð sosial institutión, men eisini ein staður har óstúttar sálir kunnu koma sær út í óføri. Fólkini sum áttu vertshúsið verða lýst væl. Mest kendur er Hana Andrias Djurhuus, pápabeiggi skaldið við sama navni. Hann hevði siglt úti og var ein sera fantasifullur frásøgumaður, sum monnum dámdi væl at lurta eftir.
Tá hann fór út at sigla, var hann so góðtrúgvin, at hann lat tað upp í hendurnar á beiggja sínum, at ansa eftir unnustu síni. Tað gjørdi beiggin so fæ virðiliga at hann gifti seg við henni og ein av eftirkomarum teirra var Kristian Djurhuus løgmaður. H. A. Djurhuus kom ongantíð sjálvur at verða giftur, men livdi saman við Olivinu, dóttir teirra, sum høvdu havt vertshúsið frammanundan uttan at nakar fekk ilt av tí.
Helgi Jacobsen fer rættiliga víða, og í sambandi við ætlanirnar hjá Hotel Føroyum um at opna kafe í fabrikkini hjá ?ström, leitar hann eisini aftur til tíðina hjá hesi verksmiðju og øllum tí vinnuliga og fólkalívsliga, sum hekk uppi við henni. Eina tíð høvdi Jacob Lützen & Sønner niðursjóðingarvirki har og framleiddu millum mangt annað haruragout í blikkum við uppskrift uttaná. Eins og Helgi Jacobsen transformerar tað hendingaríka lívið frá Rybergshandilstíðini til tað, sum í dag fer fram í Hvonn, so ger hann eisini eina roynd at mana fram lívið rundan um fabrikkina hjá ?ström í síni tíð og tvinna tað upp í tað, sum í dag hendir hesum nýggja mentunarhúsinum, sum hýsir bæði Steinprent, fundarvirksemi, framsýningum og skjótt eisini nýggjasta alvanum hjá Hotel Føroyar samtakinum við altjóðanavnunum Butique og Café.
Á ein rættiliga subliman hátt eydnast tað eisini Helga Jacobsen at fáa blómuvirksemið hjá Fa. Trónd Hansen og tað vælrøktaða havapettið hjá tónaskaldinum Petur Alberg at hanga saman við tí, sum kom at henda niðan fyri amtmansgarðin, tá hesi glashús komu at verða matstova. Eitt nú etika, ein framúrskarandi sushimatstova, eisini í altjóða høpi.
Tað mest áhugaverda í bókini er um hotell- og matstovuvirksemi frá tí gamla vertshúsinum til í dag. Sjómannaheim hava altíð havt ein ikki sørt paternalistiskan hugburð til síni viðskiftafólk, sjómenn, sum tey vildu halda uttan fyri alla ringa ávirkan meðan teir vóru í landi. Eldsbrunin í 1950, tá ein brennivargur setti eld á bæði Hotel Føroyar og úti á Tinganesi fær sjálvsagt sín stóra lut í hesi søgu. Eisini verða tær legendarisku løgmansveitslurnar, sum fóru fram í veitsluhølinum á Hotel Føroyum niðri á Kongabrúnni lýstar væl. Men tær høvdu, sum alt í hesum heimi, eisini sína tíð. Eftir uppskoti frá Paula Ellefsen, løgmannni, avtók landsstýrið tær í 1981. Við hesum mistu nógv av teimum á landsins hægstu rók møguleikan, í hvussu so er einaferð um árið, saman við konum sínum, at tína fram í dýrasta skrúð og eta og drekka væl fyri rokningina hjá skattaborgarunum. Hin vegin kom Hotel Føroyar framvegis at verða karmurin um kong- og drotningaveitlslur í stórum stíli og tá var einki spart.
Tann kulinariski sjefarkitekturin aftan fyri hesar veitslur og borðhald var tann legendariski Meinhard Jensen, sum á mangan hátt í sínum matmentanarliga framburði var nógv framman fyri sína tíð í matlistarligum kreativiteti. Hann serveraði hummarar og annan góðan mat úr føroyskum jørðildi væl áðrenn tað gastronomiska norðurlendska matkonseptið var uppfunnið. Matarskráirnar til drotningadøgurðarnar eru til skjals í bókini.
Umframt stjórar og onnur starvsfólk so lýsir Helgi Jacobsen eisini onkrar gestir, eitt nú amerikansku mjørkadalshermennirnar, sum búðu har ta fyrstu tíðina. Tann gesturin, sum hevur gist longst á hotellinum. Man vera løgtingsmaðurin Poul Petersen, sum búði har í fleiri ár. Ein dag var Poul Petersen ússaligur og orkaði ikki upp. Meinhard Jensen hevði tann dagin fingið fatur á longu og longulivur og gjørdi tað til døgurða. Hann sendi eina gentu upp til Poul Petersen og blað hana siga, hvat hann hevði sett á borðið. Poul Petersen var skjótur á føti og gjørdist púra frískur av hesum døgurða. Men longulivur skal eisini verða avbera góður matur og tilgjørd so fesk, sum tað yvirhøvur ber til.
Søgan hjá tí nýggja Hotel Føroyum verður lýst bæði tá tað gekk væl og tað gekk minni væl, men øll sum høvdu við tað at gera, vistu at íløgan var ov stór til at bera seg. Hotellið fór á húsagang og reistist uppaftur úr eldinum sum Hotel Borg til tað aftur kom undir veingirnar á Tryggingarsambandinum og øðrum góðum áhugaðum, sum tað Hotel Føroyar, sum tað er í dag við landsins bestu matstovu og einum sera virðiligum vínkjallara, sum tann í tíni tíð so kondi vínkennarin úr Vestmanna Pauli Joensen lynti undir. Hann hevði framman undan við Kræsnum gómum, lært nógvar føroyingar at skyna á víni, so teir vandu seg við annað enn vínið við tarvinum og Matteus. Eg minnist, at verfaðir mín - ein ágrýtin sambandsmaður, helt at hann tryggur kundi leska seg á sambandsveitslunum, tí har drukku teir bara Matteus.
Hotelsøgan, sum Helgi Jacobsen lýsir hana í síni heild áhugaverd um ikki fullkomin, og Helgi Jacobsen kemur eisini inn á menningina av tí matmentanarliga tilvitnum, sum hevur broytt seg munandi frá teimum sera væl umtóktu veldigu dupultpaneraðu kotelettunum við reyðkáli og brúnari sós á Perluni, sum nógv elskaðu, til tey meira gourmetkendu og fyri ikki at siga esoterisku matupplivilsini, sum byrjaðu á matstovuni Gourmet og sum í dag eru at finna á matmentanarligu háborgini KOKS.
Um eg ikki fari heilt skeivur, so var tað ofta umborð á ferðamannaskipunum millum londini, at fólk lærdu at eta fínt og drekka afturvið. Men ein kundi eisini kenna mannagongdirnar, so ein ikki drakk vínið hjá síðumanninum, sum eg einaferð gjørdi. Tað er ein søga um ein norðing, sum var á ferð við Norrønu og hevði sett seg at eta av tí kalda borðið umborð á Norrønu. Har var nógv at velja í, so onkur sum kendi hann, dugdi tí ikki at skilja, hví hann eitt sindur seinni satt og fekk sær at eta í kafeteriuni umborð. “Jú”, segði hann, “ har í matstovuna fór hann ikki aftur, tí hann hevði bert fingið sær eitt sindur av sild og eina hálva breyðflís upp á tallerkin, og so skjótt sum hann hevði etið tað, kom tænarin og tók tallerkin frá honum”. Til hetta er at siga, at eitt, sum mær ongantíð dámdi umborð á gomlu Norrønu var spikið. Tað var skorið alt ov tjúkt, sum stórir sukurmolar, ið vuksu í munninum. Spik skal skerast so tunt sum gjørligt, tá verður tað til gloypubitar, sum øll kunnu eta, eisini fremmandafólk. Nú eg havi høvi til tað, vil eg eisini finnast at einum upplivilsi, sum eg hevði á Café Vágar. Eg fekk mær ein dag ein temunn úr kannuni, sum stóð á borðinum. Teið smakkaði sum tvaðið frá einum hosum við einum farra av kaffiráka. Ein drekkamunnur skal verða góður, øllum øðrum fær ein gron av.
Bókin meira av tí góða er sera áhugaverd og søguligu krumspring og kombinatiónir av nútíð og fortíð hjá Helga Jacobsen eru í støðum fasinerandi.
---
Helgi Jacobsen:
Hotel Føroyar, meira av tí góða
Sprotin 2013, Tórshavn
313 bls. við nógvum myndum