sum skal til fyri at fara í gongd straks og lata skúlan savna seg um list í breiðum týdningi – einum virksemi, sum longu er byrjað við sjónleikaraskúla og filmskúla. Her ber til straks at fáa í lag eitt [...] fyri list í víðastu merking, har fólk kunnu læra at skriva, tekna, mála, spæla sjónleik, gera film, sniðgeva og finna uppá heilt nýggjar listarligar framberingarhættir. Samstarv skal fáast í lag við Føroya [...] breyði eina, tað skal bæði tað andaliga og tað kulturella til fyri, at vit skulu kenna eina meining og gleði við lívinum. Ein ketta hevur livað sum ketta, síðan Gud skapti heimin, men í menniskjuni hevur
asi, hjá Elisabeth og Tummas Justinussen úti á Garði. Hon hevði tænt í stórum bóndahúsi í Lamba, staðið í handlunum hjá Heinesen í Havn og hjá Leirvíks-Jóannesi á Bakka. Hon smádroymdi um fittan handil [...] bindi í Leirvíkar søgu, verður ið hvussu er tátturin tikin uppaftur. Eg nevndi ovari at hann var um fermingaraldur. Tað var kanska at arga. Osmund er ikki fermdur. Hann vaks upp í brøðrasamkomuni í bygdini [...] teir við felluknívinum markaðu meg, skóru lítið skar í oyra, sum bløddi. Var bæði argur og errin, at teir løgdu í at taka meg. Soleiðis vuksu vit upp í einum leiki um, hvør ið sterkastur var, og onkuntíð
sagt. Tíverri gongur hetta ikki í føroyskum, tí talumálið víkur frá skriftmálinum. Tann munur, sum verður hildin uppi í skrift, er ikki í talumálinum. Summi málføri liggja í ávísum førum tætt at skriftmálinum [...] mynstur skuldi verið í stavivillum sum heild, sannar ein skjótt, at tað serliga snýr seg um fýra sløg av villum: • Bland millum –ir og –ur í ending á sagnorðum í nútíð • Vantandi –ð í ending á bundnum h [...] e. orð, ið eru partur av orðaflokkinum, navnorð) • Vantandi –ð í ending á lýsingarorðum og sagnorðum í øðrum lýsingarhátti • –ð í ending í hvørjumfalli, sum aldrin hevur –ð sum bendingarending Tað grøtiliga
hevði tosað um. - Nei, segði eg, tað var í gjár! Í dag er túrurin avlýstur, tí líkindini í Vestmanna eru so vánalig. Tað dugdu tey ikki at skilja, tí sólin bakaði í Havn. Marknaðarføring Ingigerð heldur, [...] turistunum, at ting eru torfør og besverlig í Føroyum. Mangan gera vit alt ov nógv av og gera tað verri, enn tað í grundini er, heldur Ingigerð. Hon sigur, at føroyingar í alt ov stóran mun leggja dent á tað negativa [...] veðrið var í Havn. - Eg royndi at forklára teimum, at í Vestmanna var fínasta veður. Men tey fóru avstað aftur, og eg veit ikki, hvat tey mundu fáa dagin at ganga við. Dagin eftir var brennandi sól í Havn,
ikki skal aftur í tingið – men súltast í nevndini fyri síðan at detta burtur á Ólavsøku. Sig at tað ikki er satt - var mín fyrsti tanki! Síðan ein kensla av avmakt og skomm, sum flutti seg yvir í vreiðu [...] staðni í senn – heldur ikki Høgni Hoydal. Og tí verða fundir og nevndarfundir í tinginum ofta avtalaðir eftir, um Høgni er á Christiansborg ella ikki. Tjóðveldi arbeiðir í dag ógvuliga innballað í danskan [...] ongantíð kunna samst um okkara egnu fatan av rættarstøðu okkara í sama felagsskapi. Danskir myndugleikar hava í tíð og ótíð mint okkum á, at tað er í Føroyum vit skulu finna út av, hvør vit eru og hvar vit vilja
kommuna. Í 1873 varð landið, sambært nýggjari kommunuskipan, býtt sundur í kommunalar eindir, av hesum var Suðuroyggin ein, men tað vardi ikki leingi, at oyggin varð ein og sama kommuna, tí longu í 1878 fór [...] borgarar verða líkasettir, uttan mun til hvar í landinum teir búgva, og hvussu hvør kommuna er fíggjarliga fyri. Í einum lítlum landi sum okkara er mark fyri, hvussu stórur fyrisitingarligi yvirbygnaðurin kann [...] sum nú liggja undir landsstýrinum. Í fyrsta lagi verður hugsað um eldraøkið. Sum næsta stig hevur skúlaøkið verið nevnt. Kommunurnar ørkymlaðar Hóast mangt er sagt og skrivað um kommunubygnaðin í mong ár
Jógvan í Grótinum, Julius Biskupstøð, Poul í Køkinum, Kunoy og Hans í Ánunum. Frammanundan var hin parturin av manningini farin og vóru teir Klávus í Grótinum, Poul Kristoffur í Gøtu og Niclas í Ánunum [...] einki uppá! Ein dagin á vári í 1897 hevði handilin í Klaksvík fingið nakað av sild úr Eysturoy. Tá bjóðaði Jógvan sær til at vísa Faktorin, hvussu teir frystu sild í Íslandi. Hvussu var og ikki. Nú fekk Faktorin [...] hevði verið í 1889. Tað var í hesum sambandinum, at Eiffeltornið var bygt. Endamálið við hesi framsýning í 1900 var at staðfesta tøkniligu menningina í 19. øld og at skunda undir menningina í 20. øld.
førimuni. Hvørt fak skal verða býtt sundur í tríggjar bólkar: tey dugnaligu, miðal og mennandi. Hetta sigi eg av egnum royndum í Hollandi, tí eg havi aldri havt tað so gott, sum tá ið eg var í mennandi flokkinum [...] hóast alt. Tað skal loysa seg at arbeiða, og tískil skal ein gularót innførast í nýggju skúlaskipanina, so at næmingar, ið hava ment seg so mikið, at teir eru ov dugnaligir til at vera í mennandi flokkinum [...] seinastu árini hevur verið formaður í ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, Huxa, skrivaði í lesarabrævi, at nakrar vælferðartænastur verða misbrúktar. Nú ætlar hann sær í løgtingið. 23 ára gamli havnarmaðurin
Báðir hava drúgvar royndir í matstovuvinnuni. - Eg havi starvast innan matstovuvinnuna í mong ár, og havi staðið fyri matarseðlinum á fleiri matstovum, bæði uttanlands og í Føroyum, sigur Remy á Kamarinum [...] hølum, men tá teir fingu gomlu Rio Bravo hølini í boði, tóku teir av. Serlig matskrá Men skal tú hava eina matstovu, so eru karmarnir ikki nóg mikið, tú skal eisini hava eina matarskrá. - Tað var soleiðis [...] Hetta verður ein eksperimenterandi matarskrá, ið skal appelera til smakksansin. Men sigast skal, at hóast matskráin er grundað á føroyskar rávørur, so skal talan eisini verða um góðsku. Vit brúka ikki føroyskt
fylgja við í, hvussu samfelagið sum heild viðger frámælið at eta grind, sum Pál Weihe og Høgni Debes Joensen eru komnir við. Hjá teimum er niðurstøðan púra greið: Tvøst og spik av grindahvali [...] grindahvali skal als ikki etast, tí tað er heilsuskaðiligt! Men hesum frámæli tekur Heislufrøðiliga Starvsstovan als ikki undir við. Í sínum tilmæli sigur Starvsstovan fyri so vítt tað sama sum [...] egni granskari, Pál Weihe, sum helst er tann persónurin í verðini, sum veit mest um evnið, og landslæknin við danska heilsustýrinum í rygginum beinleiðis siga, at grindin er so skaðilig