Oddfríði nýtist ikki at sannføra meg um tann týdning, sum listin hevur og um ta sannroynd, at korini hjá føroyskum listafólkum áttu at verði munandi betri. Menniskjan livir ikki av breyði eina, tað skal bæði tað andaliga og tað kulturella til fyri, at vit skulu kenna eina meining og gleði við lívinum. Ein ketta hevur livað sum ketta, síðan Gud skapti heimin, men í menniskjuni hevur Várharra lagt evnini til annað enn tað. Tað fólk, sum er ført fyri at endurnýggja seg mentanarliga, er eisini ført fyri at endurnýggja seg vinnuliga, tí er tað ikki av leið, tá Oddfríður sigur, at mentan selur fisk. Føroyingar hava vunnið móðirmálinum heiður og æru. Vit hava funnið okkara tjóðskaparliga samleika við nógvum av tí, sum hongur uppi við hesum, men heilt komin á mál eru vit ikki enn, og tað koma vit neyvan við tað fyrsta, tí hugmyndir okkara hava lyndi til at broytast og taka nýtt skap og vit við teimum.
Í nógv Harrans ár hevur verið tosað um at byggja ein Føroyskan Tjóðpall. Vit hava fingið ein viðfáning av karmi um ein tjóðpall, men innihaldið og alt tað, sum fólkini aftanfyri henda pall skapa, er dygd og aftur dygd, so ein grætur gleðitár, næstan hvørju ferð. Hvussu ber tað til, at tingið eftir einari nátt kann taka avgerð um t.d. at bjarga Smyril-Line – ikki tí, at nakað skeivt er í tí – samstundis, sum tað er ómetaliga tungt at fáa skapt góðar karmar um ein hóskandi tjóðpall? Vit mugu minnast til, at tað er ikki bert tann vakra føroyska náttúran, men so sanniliga eisini eitt ríkt og virkið mentanarligt og listarligt lív, sum dregur okkum og onnur at hesum landi. Vit skulu skipa soleiðis fyri vinnuliga og búskaparliga, at vit fáa ferð á búskaparvøksturin í samfelagnum, og her eiga vit straks at binda um heilan fingur og taka avgerð um, at listin og granskingin verða partur í búskaparvøkstrinum. Ein rithøvundur skrivar ikki bert bøkur, men bøkur skapa eisini arbeiði bæði í framleiðsluliðinum og í søluliðinum, og tað ger restin av listini eisini.
Listaháskúli Føroya
Oddfríður spyr eftir listarligum verkstøðum sum atelier, venjingarhøli, framsýningarhøli, ið kann skapa eitt umhvørvi til listafólk. Her havi eg eitt uppskot, sum fleiri onnur eisini halda er rætt. Vit skulu umskipa Føroya Fólkaháskúla til Listaháskúla Føroya. Ein skúla fyri list í víðastu merking, har fólk kunnu læra at skriva, tekna, mála, spæla sjónleik, gera film, sniðgeva og finna uppá heilt nýggjar listarligar framberingarhættir. Samstarv skal fáast í lag við Føroya Musikkskúla, og listaháskúlin kemur at liggja eina snørislongd frá Læraraskúlanum, sum nú er ein partur av Fróðskaparsetri Føroya. Tað skuldi ligið væl fyri við einum neyvum samstarvi har eisini. Fyristøðumaðurin á háskúlanum er sjálvur rithøvundur, sum enntá hevur fingið virðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókmentir.
Ein slíkur listaháskúli gevur arbeiði til nógvar hendur millum listafólk, bókmentafrøðingar, rithøvundar og lærarar, og tað ber til at útbúgva fólk á ymiskum stigum – eisini sum partur av útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum. Á háskúlanum eru skúlastovur, høll, køkur og alt tað, sum skal til fyri at fara í gongd straks og lata skúlan savna seg um list í breiðum týdningi – einum virksemi, sum longu er byrjað við sjónleikaraskúla og filmskúla. Her ber til straks at fáa í lag eitt livandi og skapandi listarligt umhvørvi, um listafólk og onnur áhugað standa saman. Skulu vit bíða eftir nýggjum húsum koma vit at bíða leingi, men her hava vit hølini, sum bíða eftir okkum. Tað eru eisini kømur at búgva í hjá fólki, sum koma langvegis frá, og tað ber til at hýsa teimum, sum koma til styttri skeið.
Latum okkum gera Føroya Fólkaháskúla til Listaháskúla Føroya í samstarvið við Fróðskaparsetrið, tað forðar ikki á nakran hátt fyri, at tey skeið, sum eru og hava verið har, kunnu halda á fram. Lærarar eru á skúlanum og listafólk og rithøvundar ber til at knýta at skúlanum. Hesum vil eg, um eg komi á ting, arbeiða fyri av fullum hjartað. Eisini lívið hjá listafólkunum skal gerast lættari og rættari.