Kommunufløkjan tykist nú at vera fullkomin

Nú fyrsta dagin skulu verandi føroysku kommunurnar siga landsstýrinum sína hugsan um ætlanir landsstýrisins um nýggjan kommunubygnað. Ætlan landsstýrisins er, at vit frameftir skulu hava sjey ella átta kommunur.

Høvuðsendamálið tykist vera, at tá eru tær nýggju kommunurnar nóg stórar at kunna átaka sær enn fleiri uppgávur, sum nú liggja undir landsstýrinum. Í fyrsta lagi verður hugsað um eldraøkið. Sum næsta stig hevur skúlaøkið verið nevnt.

Kommunurnar ørkymlaðar
Hóast mangt er sagt og skrivað um kommunubygnaðin í mong ár, tykjast fleiri kommunur rættiliga at verða tiknar á bóli, hugsa vit um tær útmeldingar, sum komnar eru, síðani hesar nú fingu knívin á barkan frá landsstýrinum.

Klaksvíkingar óttast fyri, at kommunan ikki longur verður hin næststørsta, nú vandi er fyri, at Eysturoyggin fer at yvirhála. Har eru tí røddir frammi um at leggja Norðuroyggjar saman við, um ikki annað, enn einum parti av Eysturoynni fyri at varðveita annað-plássið.

Eingin orsøk er til panikk í Havn, tí har legst afturat alla tíðina, nú bæði vestmenningar og kvívíkingar tykjast at vilja koma upp í høvuðsstaðarkommununa.

Vesturi í Vágum vilja sørvingar ikki hoyra talan um at koma upp í eina samlaða Vága-kommunu. Sørvingar vilja helst liva sítt egna lív. Tað vilja fuglfirðingar eisini. Einaferð vildu eisini strandingar koma upp í Tórshavnar kommunu, eins og onkur kommuna á Sandoynni.

Nakrar sjálvbodnar kommunusamanleggingar hava verið, og talið er komin niður ímóti helmingi, enn tær hava verið. Hinvegin er lítið sannlíkt, at talið á kommunum kemur sjálvboðið niður á tað, landsstýrið kundi hugsað sær, men vit mugu tó ásanna, at fyrsta treytin fyri, at ein kommunalreformur skal eydnast, er, at partarnir, t.e. kommunurnar, kenna allar avleiðingar til fulnar,- fyrimunir og vansar, og at veruligur vilji er til nýtt samstarv. Tvingsilsgiftur verða í dag ikki hildnar at vera serliga skilagóðar.

Framvegis stórur ójavni
Sambært uppskotinum um størri kommunalar eindir tykist landsstýrið einki at hava ímóti, at Tórshavnar kommuna í fólkatali fer at telja umleið helmingin av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Næststørsta kommunan verður umleið 1/5 av fólkatalinum í høvuðsstaðarkommununi, og minsta kommunan umleið 1/17 part. Við hesum er ilt at fáa eyga á, hvussu framtíðar kommunurnar kunnu fáa eins stóran ágóða av stórrakstrarfyrimunum, sum talan hevur verið um. Harafturat er rættiliga ymiskt, hvussu er við aldursbýtinum og býtinum millum fólk í lønandi vinnu og teimum, sum fáa almannaveitingar. Er munur í dag um sokallaðar ríkar og fátækar kommunur, verður hesin bert munandi størri eftir ætlaðu samanleggingarnar.

Fyri at viga nakað upp ímóti hesum ójavnum, verður tosað um kommunala útjavning og aðrar serskipanir m.a. við Sandoynni. Spurningurin er bara, um skipanin tá ikki verður enn meira fløkt. Harafturat er ikki óhugsandi, at motivatiónin verður tikin frá teimum kommunum, sum veruliga hava roynt at fáa sær eitt trygt inntøkugrundarlag og tí hava tað rímiliga gott í dag.

Nærdemokrati ómodernað?
Tað er ein orsøk, at vit fingu so nógvar kommunur, sum vit einaferð høvdu. Orsøkin var tað, vit kallaðu nærdemokrati. Lat meg nevna eitt dømi úr Suðuroynni.

Fyri væl meira enn 100 árum síðani var øll Suðuroyggin ein kommuna. Í 1873 varð landið, sambært nýggjari kommunuskipan, býtt sundur í kommunalar eindir, av hesum var Suðuroyggin ein, men tað vardi ikki leingi, at oyggin varð ein og sama kommuna, tí longu í 1878 fór Hvalbiar Sókn burturúr. So við og við fóru aðrar sama veg. Vágur gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1907. Orsøkin var, at øll týdningarmikil mál viðvíkjandi bygdini, skuldu viðgerast saman við fólki úr hinum sóknunum, og sum vera man, høvdu hesi ikki eins stóran áhuga fyri viðurskiftunum í Vági sum bygdarfólkið.

Tá Vágur gjørdist sjálvstøðug kommuna, kom verulig gongd á. Vegir vórðu gjørdir, byggigrundir, havnin, skúlin og annað, sum bygdini tørvaði, og fólkatalið øktist í hvørjum. Vágbingar høvdu fingið ræði á egnum viðurskiftum, eins og aðrar bygdir fingu á sínum viðurskiftum. Hetta varð einaferð kallað nærdemokrati. Bygdarfólkið var motiverað til sjálvt at fremja framburð á lokala økinum. Tess nærri myndugleikin lá hjá borgarunum, tess størri ávirkan hevði hvør einstakur borgari at mynda sítt nærumhvørvi.

Nú er nærdemokrati, sum skilst, ikki modernað longur. Størri eindir er loysnin á øllum trupulleikum. Men við uppskotinum hjá landsstýrinum er øll orsøk at óttast fyri, at vit hvørki fáa ágóðar av nærdemokratii ella stórfyrimunum fyri allar kommunalu eindirnar.

Ongar kommunur
Er tað nú so, at nærdemokratiið einki hevur at siga longur, men at vit skulu hava so fáar kommunalar eindir sum gjørligt, so hesar kunnu avlasta landsstýrið við sínum uppgávum, áttu vit kanska at umhugsa ein heilt annan møguleika við tí í huga, at vit hóast alt ikki eru fleiri enn sløk 50.000 fólk í hesum landi, og hvør umsitingarligi yvirbygningur má lagast eftir tí.

Um tað veruliga er so, at besta loysnin er fægst møguligar kommunur, hví so ikki taka stigið fult út og siga EINGIN kommuna, soleiðis at vit fáa EITT stýri í landinum heldur enn tvey. Og taka vit so danska yvirharradømið á ávísum økjum við eisini, so hava vit trý vald.

Við EINUM stýri sleppa vit undan tveimum løgum av umsiting, lands- og kommunalum. Vit sleppa undan fyribrigdum sum ríkum og fátækum kommunum. Vit sleppa undan kommunalum útlíkningum. Vit sleppa undan eljustríðnum um uppgávu- og valdsbýti millum land og kommunur. Allir borgarar verða líkasettir, uttan mun til hvar í landinum teir búgva, og hvussu hvør kommuna er fíggjarliga fyri.

Í einum lítlum landi sum okkara er mark fyri, hvussu stórur fyrisitingarligi yvirbygnaðurin kann vera. Hevði tað tí ikki verið eitt hugskot at hugsa eitt sindur øðrvísi og meira einfalt, soleiðis at færri verða at klippa hvørjum øðrum og heldur gjørt størri nyttu í onkrum øðrum samfelagshøpi?