Mangur man hava suffað, tá onkur ritgerð ella okkurt skrivligt avrik, er fingið aftur. Alt blóðreytt! – og ikki tykist virðing vera havd fyri, hvat er skrivað, men bara hvussu tað er skrivað. Ógvuliga køvisligt! Enntá sakleys boð á talvuna á dagstovninum verða rættað og heklað niður av ókendum fólkum, t.d. við ófantaligari skrift og heilt øðrum liti enn restin av tekstinum og vakurt teknaðu myndini, ið var ætlað at lýsa tekstin. Ikki serliga uppbyggjandi og kveikjandi! Tað er eins og tað snýr seg um at finna feilir heldur enn at vísa á tað rætta. Kanska er neyðugt við hugburðsbroyting hjá bæði teimum, ið veita frálæru og fáa frálæru, men krøv um ómak, endurtøkur og eitt ávíst aldurssvarandi minstamark á dygdini eru kortini ikki burturvið. Ivaleyst er uppskriftin ikki einføld, tí hevur tað við frálæru, eggjan og stimbran at gera, eru vegirnir til Rómaborgar nógvir.
Fýra fúlar fellur
– bendingarendingar
Um ein skjøttar eftir, hvørt nakað mynstur skuldi verið í stavivillum sum heild, sannar ein skjótt, at tað serliga snýr seg um fýra sløg av villum:
• Bland millum –ir og –ur í ending á sagnorðum í nútíð
• Vantandi –ð í ending á bundnum hvørkikynsorðum (t.e. orð, ið eru partur av orðaflokkinum, navnorð)
• Vantandi –ð í ending á lýsingarorðum og sagnorðum í øðrum lýsingarhátti
• –ð í ending í hvørjumfalli, sum aldrin hevur –ð sum bendingarending
Tað grøtiliga við at hava eina rúgvu av bendingarendingum skeivar er, at vandin fyri at gera tær aftur og aftur er óendaligur. Tað gleðiliga við teimum er, at hevur ein fingið skil á teimum, so bjóða bøtur, og til ber at leggja seg eftir øðrum skriftmálsligum avbjóðingum og menna stílin.
Ein orsøk til tær
Ein orsøk til villurnar er helst, at skrivað verður, sum ein heldur seg hoyra tað sagt. Tíverri gongur hetta ikki í føroyskum, tí talumálið víkur frá skriftmálinum. Tann munur, sum verður hildin uppi í skrift, er ikki í talumálinum. Summi málføri liggja í ávísum førum tætt at skriftmálinum, meðan onnur bregða nógv frá. Av tí sama hava øll málføri javnt virði, og heldur eiga vit at skyna millum skrift og talu á tann hátt, at tá vit tosa um skriftmál, mugu vit boyggja okkum fyri, at stavsetingin annaðhvørt er røtt ella skeiv. Snýr tað seg um talumál, eiga vit at vera tollynt og heldur hugsa um at virðismeta eftir stíli og høpi (t.d. hvør sigur hvat, nær og hvar, tí umstøður hava stóra ávirkan á, hvussu málnýtslan er) og virðismeta í stigum, t.v.s. at vit tá kunnu meta um okkurt sum meir og minni gott.
Tá tað snýr seg um skrift og stavseting, mugu vit arbeiða eitt sindur við mállæru og mállærureglum, tí vit krevja at vita heldur enn gita, skulu vit vera vís í, at teksturin ikki minnir um grindadráp, tá hann hevur verið til viðgerðar hjá atfinningarsama lesaranum, óansæð um tað er lærari ella onkur, ið lesur bløð, lýsingar ella uppsløg á dagstovnum.
Stavivillurnar verða lúkaðar burt við venjing og dyggum bendingarførleika
Eitt er so at vita, hvørjar villurnar eru, men hvussu fæst bilbukt við tær? Tað gerst við góðum bendingarførleika, men í staðin fyri at lesa bendingarmynstur aftur og fram og upp og niður, sum mong minnast ilt aftur á, ber til at skola skamtin niður við venjingum, so ein veruliga fær lærdómin í kroppin.
At terpa og endurtaka er neyðugt, men tað er so ymiskt, hvussu sinnið er at taka ímóti lærdómi ymsu lívsskeiðini, – viðhvørt ber sumt ávøkst alt fyri eitt, og viðhvørt verður sátt í gadd. Tað merkir ikki, at tú ongantíð í lívinum kanst læra tað, men helst má ein góðtaka at kýta seg eitt sindur og annars í samstarvi við læraran finna leiðina, har ein sær og skilur skipanir og samanheingi. Ongantíð betur, um tað verður sodnað við skemti og smíli, men óttast at fáa eina sveittapirru ella tvær í stríðnum at fáa tak á stavseting eigur ein heldur ikki.
Aðrar stavivillur,
gransking og neyðug vitan
Sjálvandi hava fólk aðrar stavivillur at stríðast við, og neyðugt er við gransking og aðrari vitan um evnið, so ein lagar tilfar og undirvísingarkreftirnar rætt og miðvíst. Hvat vita vit um, hvør undirvísingarháttur ella hvørjir undirvísingarhættir hóska best til einstøku aldurs- og menningarstigini í fólkaskúlanum? Hvat tilfar roynist gott og minni gott? Hvør lærari roynist góður? Hetta eru forvitnisligir spurningar, sum fleiri áttu at viljað fingið okkurt boð upp á – ikki minst tey við fíggjarligum heimildum at játta pengar til kanningar og verkætlanir, ið kunnu veita okkum vitan og førleikar.
At stava og skriva væl er ikki heilt tað sama
Summi hava heilt gott skil á rættskriving, men kenna ikki á sær, at tað fellur lætt at seta saman orð til tekst og skipa hann skjótt og skilvíst til onnur at lesa ella lurta eftir. Onnur harafturímóti duga væl at taka til og hava ávíst hegni at fáa tekst at falla væl, uttan at stavsetingin er serliga sannførandi, men aloftast ganga skrivi- og staviførleiki hond í hond. Í stóran mun snýr nógv av hesum seg um handverk, men hegni kemur við venjing, og munurin á dúgligum handverkarum og krotusmiðum er, at annar eigur og dugir bæði at brúka og røkja síni amboð, meðan hin bøssar. Við málinum kemur ein ongantíð á mál – hvørki so leingi ein sjálv livir, ella málið livir. Ein krevur altíð at lesa og skriva eitt sindur, eins og tað heldur ikki er nøkur skomm at leita til orðabøkur og/ella at spyrja onnur til ráðs.
Vandin við vánaligum stavi- og skriviførleika
Um ein ikki dugir so væl at skriva og stava, skal lítið til, áðrenn ein ikki verður tikin fyri fult. Tað sama er í grundini galdandi fyri tey, ið málbera seg skeivt og klossut. Tað er kanska hart at vera fyri slíkum fordómum, men ein orsøk til hetta er eisini, at tað tú sigur, sigur eisini nakað um, hvør tú ert. Sigur tú okkurt býtt og kiksað, so verður tú dømd sum býtt og kiksað í kanska øllum viðurskiftum, og tað er synd, tí øll kunnu mistaka seg. Ein orsøk til at vit seta stór krøv til tali-, skrivi- og staviførleika hevur sjálvsagt við mentan og uppaling at gera, og tá vit øll ganga nógv í skúla og byrja at læra at lesa næstan frá fyrsta degi og eru knýtt at skriftmiðlum á onkun hátt, er kanska ikki so løgið, at vit hava lyndi til at halda tað vera sjálvsagdan kunnleika hjá einum og hvørjum.
Hvør hevur ábyrgdina?
Øll hava sjálvandi ábyrgd av at geva hvør øðrum og komandi ættarliði góðan samskiftisførleika, men summi hava størri ábyrgd enn onnur, eins og tað valdast, hvønn leiklut ein hevur í sambandi við at røkja hesa skyldu.
Foreldur og skyldfólk hava eina skyldu, lærarar og námsfrøðingar eina, vinfólk og áhugafeløg eina, og miðlafólk, stovnar og onnur, ið virka í almenna rúminum, eina stóra og týðandi skyldu. Fyrimyndirnar eru nógvar og nógvastaðni, og fram um alt átti ein ávísur stoltleiki at verið lagdur í at ómaka sær og kýta seg í øllum viðurskiftum, tí tað hevði alt fyri eitt sæst aftur í málnýtsluni, um tað er so, at málnýtsla okkara sigur nakað um, hvørji vit eru.
Tað er nú lætt at stava rætt
Tað kann væl vera, at ein ikki fekk so nógv við, sum ein átti, tá ein gekk í skúla, men tað nyttar hvørki at gráta um stoytta mjólk ei heldur at gevast á hendur. Kom inn í kampin – tað er aldrin ov seint!
Pál Joensen er ikki komin sovandi, men svimjandi á mál, og skal ein av sonnum koma á málið, má ein sjálvsagt lesa og skriva og fáast við alskyns tekstsløg. Ein annar ikki minni týðandi partur, tá tað snýr seg um málkunnleika, er at íðka talumálið, soleiðis at ein dugir at tosa við fólk í øllum aldri óansæð stætt, starv og málføri. Lesi- og skriviførleiki skal íðkast, sum alt annað, ein vil ella noyðist at læra.
- - -
Fakta:
Skalt tú lúka burt í teimum fýra fúlu fellunum, skalt tú umframt at kunna skyna millum orðaflokkarnar navnorð, sagnorð og lýsingarorð einans:
• duga at benda sagnorð í høvuðstíðum fyri at vita, nær tey enda við –ir og –ur í nútíð
• duga at seta orðið báturin ella bátin inn fyri hvørkikynsorð at vita, nær tað í bundnum formi endar við –ið
• duga at seta orðið døma-dømt inn fyri lýsingarorð ella sagnorð, ið standa í øðrum lýsingarhátti at vita, um tey enda við –ð ella ikki.
• duga at spyrja, so tú veitst, hvørjum falli navnorðið stendur í, so tú aldrin setur –ð sum ending í hvørjumfalli.