tað, sum eg minnist, og sum eg havi spurt fólk um. Tí valdu vit grannar um at søkja Tórshavnar Býráð um skjalainnlit, so vit kundu fáa greitt at vita, um vit mintust skeivt ella høvdu fingið skeivar u [...] móttikið 2,7 mill. kr. frá hesum. Var tað nakar, ið tosaði um moral? Tú roynir eisini at tosa um ta fíggjarligu ábyrgdina. Eitt kann eg siga tær, at um tit ikki fáa endaligt byggiloyvi til tey minnisveiku í [...] ongin munur á A1 og A3 øki. Um so verður, vil eg meta, at okkara rættartrygd er fokin. Eitt gott ráð: Halt teg til sannleikan, kosta hvat tað kosta vil. P.S: Tað harmar meg persónliga, at Jan møguliga
hevur longu einaferð knúst allar ætlanir um eina endurlansering av popp-prinsessuni, hvørs fólkatokki er við at fella. Í veruleikanum skuldi tað vera stilt rundan um Britney tað seinasta hálva árið, tí hon [...] í skúlanum varð hon argað og fekk eyknevnið "Stalky", sum merkir klantrasligur. ? Eg brýggjaði meg ikki um at vera tann, eg var. Eg var høg og eg var ikki gentan, sum fekk allar dreingirnar, fortelur Kidman [...] Williams ikki setur prís upp á mannin, sum hevur skrivað hitt sum millum onnur "Feel". Andvekur í Malibu Meg Ryan, sum hevði andvekur í Seattle orsakað av Tom Hanks, hevur nú aftur andvekur. Men hesuferð í v
Svá er Ivan ? reystur seggur! Armin hann um Katju leggur ? Søta Katja ? søta mín! Tú ert pína doyð eitt skrín ... Katja gnisar, fús og ør, heit um hupp og vát um lør ... - Katja, Katja O mín sviska, kyssiliga [...] 2 Og hvirlurnar leika og bresta hátt. Teir eru á reiki, teir tólv, í nátt. Um herðarnar hongur byrsan lødd, nú verður vónin um frælsið fødd... Í gininum ballið, og neistarok. Teir blæsa burtur sítt trælaok [...] hann fallin er í fátt, brettir kragan upp um hálsin sum eitt spilt og krillut spott. - Sig, hví ert tú stúrin, vinur? - Er tær náttin myrk og long? - Hugsar tú um neyðars Katju har í síni køldu song? - Kæru
Jordy Chandler. Og herfyri kom ein filmur eisini út, sum skuldi hava til endamáls at vísa aftur øllum pástandum um, at Michael Jackson er ein pædofil, men hesin filmur vísir júst tað mótsatta. Filmurin er [...] gongur heitur um, at eisini Darryl Hannað skal verða vorðin so troytt at hinum kyninum, at hon hevur kastað seg yvir ein av sínum egna. Um nakað hald er í hesum ella ikki, sigur søgan onki um, men pástandirnir [...] hann fleiri ferðir. ? Hann segði, at fyri tað um tað kundi tykjast skeivt, so var tað ikki sikkurt, at tað var tað kortini. Hann hevði kropsligt samband við meg fleiri ferðir, og tá eg segði, at mær ikki
sum fær hesar menn at koma saman? - Fyri meg er hetta ein gamal vani. Hetta byrjaði longu uppi í gamla svimjihyli. Hann var ikki innilokaður, og var stongdur um veturin. Men Ivan Carlsen var so beinasamur [...] William Sloan, sum tá fekst við handil, um onkra gávu, sum hann hevði givið onkrum. Karl brýtur hann av, uttan soleiðis at lurta ordiliga eftir. Og sigur: »Halt kjaft, nær hevur ein kaptalistur nakrantíð [...] væl at práta um samfelagsviðurskiftir. Jóhan Norðfoss hevur verið út fyri nógvum sum maskinmeistari og lívreddari í svimjihylunum í Havn. Einaferð kom hann fram á ein mann, sum var dottin um í svimjihylinum
) er komin at enda. Teir syngja um mannin og um álvagentuna, ið eru ástartikin, men álvar liva í ævinliga, meðan menniskja er deyðiligt. Hetta leiðir fram til søguna um Aragorn og Arwen, vøkru dóttur Elrond [...] ferð á søluna. Í 1968 var bókin um Ringanna harra nærum ein bíblia í alternativu ungdómsrørsluni, ið tók seg fram um hetta mundið, har ein umráðandi bardagi snúði seg um at fáa alt vald til hugflogið. Tað [...] "Ringanna Harri" um Ringin. Tíðin er komin har vit aftur fara at fylgja Frodosa ferð til Mordor. Vit fara at møta Gandalf, ið er við aftur, endurføddur sum Gandalf hin Hvíti. Valdsjavnvágin er um at skifta í
Beint nú eru fleiri ótrúliga góðir filmar at síggja runt øll Norðurlond, og tað skuldi ikki undrað meg um ikki Felagið Klipp og Birgir Kruse fara at fáa onkrar av hesum til Føroyar. Í heyst og nú fram undir [...] r, tí annar hvør filmur er nærum eitt meistaraverk í hesum døgum. Jukeboksi blues úr Finnlandi Finski Kaurismäki hevur ein ótrúligan stíl. Eg havi altíð elskað hansara filmir fram um nærum alt annað. Hann [...] trist, at tað er stuttligt. Sum eitt postkort frá fimtiárunum, ið tó rúmar ein vakran boðskap um at liva og um at kærleikin má vinna. Hesi fólk siga nærum einki, og undirspæla alt til tað absurda og svagliga
samgongan er rokin. Her er als eingin diskussión! Eg fari at heita á Høgna Hoydal um beinanvegin at sleppa ætlanunum um at seta lóg um skrásett parlag í gildi í Føroyum og fari at biðja hann heldur lurta eftir [...] vit bara eitt lítið sindur aftur í tíðina, so vita vit, at fólk um okkara leiðir vóru ómetaliga fast ankrað í kristindóminum. Naglarnir - um vit brúka ta myndina - stóðu fastir í teimum kristnu virðunum [...] siga hetta, hóast eg haldi meg skilja, hvat fólk meina. Vit eiga sjálvandi ikki at nýta átrúnað til egnan politiskan vinning. Men - tá ið tað kemur til etisk mál sum t.d. hetta um skrásett parlag, so ber
FILMUR Tankin um at gera ein film um Jens Paula Heinesen birtist eitt oktoberkvøld fyri tveimum árum síðan í Tilhaldinum í Havn, sum var karmur um eitt kvøld við upplestri av skaldskapi hansara. Gulla [...] at hon er spent uppá endaliga úrslitið. Filmurin og sendingarnar um Jens Paula Heinesen verða væntandi at síggja í Sjónvarpi Føroya um tað mundið, tá rithøvundurin hevur sín sjeyti ára føðingardag, 12 [...] num í Sandavági, hansara ár sum listarmaður umframt ein samtíðarlýsing av Jens Paula. Sendingarnar um skaldskapin eru býttar soleiðis upp, at fyrsta sendingin viðger tema?ið bøðil og offur, sum gongur
hava eina aðra meining enn Restorffs um grindadráp. Eg veit ikki hvønn eg skal halda lýsingin er mest fanansaktig við. Týskarar, sum ikki eiga at siga sína hugsan um nakað, tí Auschwitz eina ferð var til [...] Og hevði eg bert havt hesa einu lýsingina at halda meg til, so hevði eg bara nikkað og verið púra samd við Jóhan Mortensen. Hvat er hetta fyri ein ferð? Hvat skal tann, sum sær lýsingina hugsa? »Ja! Lat [...] átti eg at umsett hana til týskt og sent nøkrum týskarum í ES-parlamentinum hana. Bara fyri at vita, um teir halda hana vera stuttliga. Eg havi eitt uppskot til eina uppfylgjandi lýsing. Í staðin fyri at