Heystið er ein góð tíð, bæði fyri útgávu av bókum, og tað er mangan tá teir heilt góðu filmarnir hava frumframførslu. Beint nú eru fleiri ótrúliga góðir filmar at síggja runt øll Norðurlond, og tað skuldi ikki undrað meg um ikki Felagið Klipp og Birgir Kruse fara at fáa onkrar av hesum til Føroyar.
Í heyst og nú fram undir veturin eru bæði Aki Kaurismäki úr Finnlandi, Mike Leigh úr Onglandi og Piedro Almodóvar úr Spania frammi við megnar filmum. Hesir eru allir meistarar, men allir á hvør sín hátt. Eisini eru danir frammi við fleiri filmum, m.a. einum nýggjum Dogme-filmi. Tað er ein fragd at fara í biografarnar, tí annar hvør filmur er nærum eitt meistaraverk í hesum døgum.
Jukeboksi blues úr Finnlandi
Finski Kaurismäki hevur ein ótrúligan stíl. Eg havi altíð elskað hansara filmir fram um nærum alt annað. Hann er føddur í 1957, og er ein av teim mest viðurkendu filmleikstjórunum í heiminum. Hjá honum møta vit altíð útskotum, bohemum og kollsigldum lagnum. Mest kendu filmarnir hjá honum eru: I Hired a Contract Killer, Bohemelív, Drifting Clouds og teir um: Leningrad Cowboys. Stílurin er sum at síggja eina opera, ein skemtileik ella ein absurdan sjónleik eftir Beckett, har dialogurin er harður Raymond Chandler, men alt er sveipt inn í ein finskan kolasvartan nútíðarveruleika. Alt er so hamrandi trist, at tað er stuttligt. Sum eitt postkort frá fimtiárunum, ið tó rúmar ein vakran boðskap um at liva og um at kærleikin má vinna. Hesi fólk siga nærum einki, og undirspæla alt til tað absurda og svagliga stuttliga. Ummælarin hjá Politiken kallaði filmin: Jukeboksi blues, har "jukeboksi" er finskt orð fyri jukeboks, tí í filminum er ein jukeboks, men hon spælir bert tónleik frá fimtiárunum. Í filminum frá 2002 kallaður: Manden uden fortid, kemur ein maður til Helsinki, har hann verður álopin. Hann endar á einum hospitali. Tá hann raknar við minnist hann púrt einki. Filmurin er ein ferð móti hesum at gerast eitt heilt menniskja í einum køldum heimi. Ein heimur, ið púra hevur mist alla menniskjaligheit. Maðurin endar á lívsins botni, saman við eini ørgrynnu av taparum, men her er eisini vón. Tá hann møtir gomlu gentuni frá Frelsunnarherinum, livnar hann og vinnir aftur eina trúgv á lívið. Filmurin er ótrúliga stuttligur og ein av teim bestu Kaurimäki hevur gjørt. Hesin er ikki nakar sosialrealistur, heldur tekur hann upp eitt slag av poetiskari realismu, ið vit kenna frá fronskum filmum frá tríatiárunum, blanda við Keaton og Chaplin. Hesin filmurin er valdur til ársins film av altjóða filmkritikarum og hann vann Grand Prix í Cannes í 2002. Eitt meistaraverk, ið má koma til Føroyar. Tað er eingin vegur uttan um Finnland.
Spanskt meistaraligt pathos
Tað er eisini ómøguligt at koma uttanum Piedro Almodóvar, hann er sum fínt vín, ið gerst betri við aldrinum og við árunum. Hjá honum møta vit altíð einum litinskapi, pathos og einum tungum sponskum poetiskum anga. Hesin hevur sans fyri tí tragiska. Í filmum sum: Kvinder på randen af nervøst sammenbrud, Høje Hæle, Bind mig, Elsk mig, Carne Tremula og Alt om min mor møta vit eini rúgvu av teim mest ótrúligu og mangan hjartaskerandi tragisku persónunum í modernaðari filmsøgu. Her er vanliga gjeikarar, transvestittar og eitt gallarí av deiligum outsidarum, ið skíta á tað vanliga samfelagið. Hesi elska, líða og liva sjálvt um tey eru kúgað. Tað er ein garrvill lívskraft í hesum persónum, ið liva 110 % underground, í homoseksuellum umhvørvi, ganga í dragklæðum og leggja lítið í vanligan smáborgaraligan dupultmoral. Við filminum: Alt om min mor, trúði eg ikki, at hann kundi gera eitt størri meistaraverk, men hann hevur gjørt tað aftur við: Habla con ella, ella "Tosa við hana". Í Alt om min mor misti ein miðaldrandi kvinna sín einasta son. Hon missir tamarhaldið á lívinum og blindað av sorg fer hon at leita eftir pápanum til sonin, ið er ein ótrúligur transvestittur. Henda ferð er ein harður og tragiskur túrur niður í svarta sorg og fram til lívið aftur. Hjá Almodóvar fara vit altíð beint inn til pínuna, til tað tragiska og pathoskenda. Í hesum filminum liggur ein ung balletdansarinna í koma, seinni kemur ein kvinnuligur tarvaleikari á somu deild. Menninir, ið elska hesar kinnur, fáast tó við sorgina á hvør sín hátt. Almodóvar er saman við Kaurismäki, von Trier og Roy Andersson ein av teim bestu leikstjórunum, ið gera film í dag, og hesin er ein av teim heilt góðu.
Fleiri outsidarar og tung sosialrealisma
Úr Onglandi er komin ein opus frá Mike Leigh. Hesin er kendur um allan heimin fyri sínar mangan syrgiligu sosialrealistisku filmar. Hann vann í 1996 Palmirnar í Cannes fyri filmin: Secrets and Lies. Leigh er annars kendur fyri filmir sum: Naked og Life is Sweet. Hesin stílurin er glandi, ein sokallað "køksvask" sosialrealisma, ið kann enda sum ein indignerað sosialisma. Hjá Mike Leigh bankar eitt sosialistiskt hjarta og filmarnir eru altíð um familjuna og kærleikan. Í hesum nýggja kallaður: All or Nothing, eru vit í undirstættini. Familjan Basset býr í einum vónleysum øki í London. Mamman Penny er kassadama í einum supermarknaði og maðurin Phil, koyrir taxa. Børnini hava ikki júst klárað seg væl, dótturin er vaskikona á einum ellisheimi, meðan sonurin er arbeiðsleysur, tvørur og illur. Penny er vónbrotin, hevði væntað sær meiri av lívinum, meðan Phil er líkaglaður og hevur mist allar vónir.
Hetta er ein tankavekjandi og heitur filmur, ið tó vantar tað poetiska realistiska elementið hjá Kaurismäki og ikki minst litinskapin hjá Almodóvar.
Dogme enn einaferð
Í heyst eru danir farnir út um landoddarnar. Tað er danska Lone Scherfig, ið hevur gjørt ein enskan film, har m.a. Mads Mikkelsen spælir við. Filmurin kallast Wilbur Wants to Kill Himself, og er ikki so galin. Wilbur er ein maniskur sjálvmorðskandidatur, meðan beiggin Harbour roynir at brúka sítt lív til at taka sær av honum. Wilbur hatar lívið, men so kemur kvinnan Alice, ið fær alt at broytist spakuliga. Danir duga væl í hesum døum at tekkjast einum heimsmarknaði innan film, serliga við søgum um "skeivar" typur, ið tó enda við at fáa tað betri. Tað er okkurt sympatiskt við hesum, men eisini er hetta lætt at siga okkurt um frammanundan og tí heldur keðiligt.
Fyrr í heyst kom nýggi dogmefilmurin: Elsker dig for evigt, ið er ein harður kærleiksfilmur. Lívið er sárbart. Cecilia og Joakim er forelskað, ung og skulu giftast, men Joakim verður árendur av einum bili og verðir púra lamin. Ryggurin er í sorli. Konan, ið koyrdi bilin, er gift læknanum Niels. Men við hesi ræðuligu vanlukku broytist alt, lívið verður eitt helviti fyri tey ungu, tí Joakim er so beiskur, at hugurin at liva og elska er horvin. Læknin Niels roynir at hjálpa Cecilie, men endar við at forelska seg í henni. Hendan søgan er um tilvildina og lívsins órættvísi, um at tora at møta kærleikanum og gloyma tamarhaldið. At kærleikin er størstur og dettur á okkum, tá vit minst vænta hann. Filmurin, ið er ein kærleiksfilmur, er húðleysur. Susanne Bier hevur gjørt hann, og hon hevur flutt seg frá skemtifilminum (Den eneste ene) til ein meiri harðan og álvarsaman film.
Og úr Italia
Turkiski leikstjórin Ferzan Ozpetek, er kendur fyri filmin: Det tyrkiske bad, her er hann so í Italiu í filminum: La Fate Ignoranti (Familiebilleder). Læknin Antonia er gift við Massimo, hesin doyr og hon finnir fram til, at hann hevur havt eina hjákonu í sjey ár. Men tað vísir seg, at hendan "hjákonan" er ein maður. Her eru vit aftur hjá Almodóvar, men í eini "light" útgávu. Her er "familjan" enduruppfunnin við originalum, homoseksuellum, tónleikarum og bohemum. Her eru allar møguliga kvøður til Almodóvar og eisini tekur hesin søguna um hesa kvinnuna frá filminum: Blå eftir Kieslovski. Hesin filmurin er eisini góður.
Meðan vit bíða
Nú bíða vit so eftir Ringanna Harra, tí týska: Café Halbe Treppe, Ken Loachsa The Navigators og tí kanadiska The Fast Runner, ið er ein stórfilmur um eina inuitsøgn.
Framtíðin kemur eisini at bjóða ein stórfingan Bergmann film, har hin 84 ára gamli meistarin er farin í holt við eitt framhald av: Scener fra et ægteskab, har Liv Ullmann og Erland Josephson spældu sera væl. Thomas Vinterberg og Lars von Trier arbeiða saman uppá ein film, ið skal takast upp í USA. Roy Andersson arbeiðir við at filmatisera romanina Rejse til nattens ende hjá Céline, ið er ein ótrúliga døpur og vøkur bók.