Heimsins størsta ævintýr heldur áfram

- Annar partur av ævintýrinum um Ringin: "The Two Towers" eftir J.R.R.Tolkien ávegis

"The Ring was made in the fires of Mount Doom
only there can it be unmade.
It must be taken deep into Mordor,
and cast back into the fiery chasm from whence it came"

Elrond frá "Ringanna Harri" um Ringin.


Tíðin er komin har vit aftur fara at fylgja Frodosa ferð til Mordor. Vit fara at møta Gandalf, ið er við aftur, endurføddur sum Gandalf hin Hvíti. Valdsjavnvágin er um at skifta í Miðgørðum. Tornini Orthanc í Isengard hava framskundað ein her uppá 10.000 Uruk-Hai besærkara orkar, hesir ið brøla á málinum The Black Speech: "Rrwaaa harra farr rrara!". Borgin hjá Sauron; Baraddür í ríkinum Mordor leiðir til bardaga móti menniskjans siðmenning. Hesaferð skulu vit í kríggj.

Tolkien hevur bergtikið ættarlið við bókunum: "Ringanna Harri". Hesar komu út í 1954 til 1955, og eru serliga nógv frammi nú, tí annar partur av filmtriologiini kemur nú 18. desember kring allan heimin. At gera Ringanna Harra til film, er eitt tílíkt stórverk, at heimurin ongantíð hevur sæð slíkt. Projektið kostar 270 milliónir dollarar, ella góðar 2 milliardir krónur. Men nú hin fyrri parturin hevur forvunnið 800 milliónir dollarar, ella út móti 70 milliardir krónur, so er hetta einki at øtast yvir. Hesir duga at selja filmin, og ikki minst eina rúgvu av DVD útgávum og dýrum gávum, ið fylgja í kjalarvørrinum á hesi stóru verkætlan. Helst fær familjan hjá Tolkien hin minna partin av hesum. M.a er gjørligt at keypa næstu útgávuna av DVDinum, "Fellowship of the Ring", ið er 210 minuttir langur, t.v.s. 3 1/2 tíma, mótvegis originalinum, ið er 3 tímar. Á hesum DVD disklinum síggja vit fleiri senur, og fáa ein betri film. Her síggja vit hobbittin Sam, og unnustu hansara. Vit møta einum fylgi av skógarálvum, ið ferðast móti vesturi. Teirra tíð í Middel Eart (Miðgørðum) er komin at enda. Teir syngja um mannin og um álvagentuna, ið eru ástartikin, men álvar liva í ævinliga, meðan menniskja er deyðiligt. Hetta leiðir fram til søguna um Aragorn og Arwen, vøkru dóttur Elrond, álvakongin, ið hevur alt størri týdning í øðrum partinum av ævintýrinum um Ringin. Hobbitanir eru hugtiknir av hesum vøkru álvum. Men hetta er bert við á seinnu DVD útgávuni, ið ikki kom fyrr enn í november 2002. Hin vanliga DVD útgávan kom í august, og hevði ikki so nógv at bjóða sum hendan. Her fáa vit eisini at vita, at Elrond og Gandalf eru ósamdir, tá Gandalf sigur fram Ringørindi á svarta málinum úr Mordor. Elrondi dámar ikki, at slíkt skal orðast í Rivendall. Vit hoyra nógv meiri dialog, m.a. frá Galadriel, ið er ein glæsilig og lýsandi vøkur álvadrotning.
Splattur og ævintýr
Leikstjórin, hin newzealendski Peter Jackson, hevur t.d. arbeitt við 2000 teknikarum í sjey ár. Í hesum partinum eru upp til 20.000 statistar. Sjálvur skal Peter Jackson ikki ferðast so langt frá familjuni, tí allar upptøkurnar eru gjørdar í vakra heimlandi hansara New Zea-landi. Hann sigur seg sjálvan minna nógv um ein hobbit, serliga Bilbo Sækker, t.vs. at honum best dámar at sita heima, at liva eitt stilt lív, og ikki kasta seg út í ræðandi ævintýr, eins og hobbita lynd annars. Peter Jackson byrjaði at gera film í New Zealandi, serliga vóru tað ræðufilmar, ið høvdu hansara áhuga. Hann byrjaði sum 12 ára gamal at gera ein krígsfilm í urtagarðinum hjá foreldrunum. Seinni gjørdi hann filmin Bad Taste, ið gjørdist væl umtóktur, serliga á Cannes Filmstevnuni, og tí seldur til 30 lond. Hann hevur eisini gjørt filmin Braindead, ið mong halda er hin mest blóðdálkaði filmurin nakrantíð, hetta er "splattur" filmur. Slíkir filmar eru fyri tey flestu púra ørir í høvdinum, men teimum sum dámar hetta stuttleika sær óført.
Ringanna Harri er søga, ið á ein hátt fer fram í eini europeiskari forsøgu, har sjálvt lendið er eitt óspilt europiskt landslag, ið júst er lætt at finna í New Zealandi. Tað hevur tikið 15 mánaðir at gera allar upptøkurnar.
Miðaldrar professarin
"I will take it. . .
I will take the Ring to Mordor. . .
though I do not know
the way"
Hobbiturin Frodo,
úr Ringanna Harri.

John Ronald Reuel Tolkien (1892-173) (úttalan á enskum er "Tol-keen", t.v.s. herðing á báðum stavilsum) var føddur í Suðurafrika, men vaks upp í West Midlands, ið bæði rúmaðu eitt friðsælt landligt Ongland og eina ljótari oyðilagda ídnaðarsíðu. Hetta síggja vit týðuliga í Ringanna Harri, tí har hobbittarnir liva, er lívið siðbundið og róligt. Hetta økið er eyðkent av feudalari miðøld, men Orthanc í Isengard, har orkaraherurin bara veksur, er eitt ljótt ídnaðarøki. Millum hesi bæði er Rivendall, har álvarnir búgva, ið snildisliga blandar náttúruna saman við býi. Rivendall er á ein hátt javnvágin millum landliga umhvørvið og stórbýin. Og ikki minst eru vøkru álvarnir andaliga betur fyri enn menniskjuni.
Tolkien dugdi væl mál, og kom at lesa í Oxford. Hann las ymisk mál, serliga enskt fornmál. Áhugin stóð til oldenskt og gomul kvæði. Hann kom at arbeiða við hesum seinni sum professari í Oxford. Tolkien livdi eitt vanligt lív sum familjumaður og í akademia sum professari. Men longu sum ungur var hann byrjaður at skriva yrkingar við t.d. gotiskum orðum. Seinni komu hann og aðrir at gera bólkin "The Inklings", ein felagsskapur av høvundum, ið dámdu mytologi og ævintýr. Við var eisini vinurin C.S. Lewis, ið vit kenna frá Alice í ævintýrlandi og søgurnar úr Narnia.
Alt valdið til hugflogið
Tolkien skrivaði í 1937 søguna "Hobbin", ið gjørdist væl umtókt. Seinni byrjaði arbeiðið við "Silmarillion", ið er um fyrstu tíðina, t.v.s. áðrenn tíðina í Lord of the Rings. Í 1954 og 1955 komu bøkurnar "Lord of the Rings" og hetta arbeiðið eyðnaðist sera væl. Serliga eftir 1965 kom ferð á søluna. Í 1968 var bókin um Ringanna harra nærum ein bíblia í alternativu ungdómsrørsluni, ið tók seg fram um hetta mundið, har ein umráðandi bardagi snúði seg um at fáa alt vald til hugflogið. Tað var ikki óvanligt at eta nakað av LSD og so seta seg at lesa Lord of the Rings, eins og filmurin "2001 ? A space Odyssey" fekk somu lagnu í garrvillu samtíðini. Tolkien noyddist at fáa sær loyniligt telefonnummar, tí amerikumenn ringdu til hann dag og nátt, uttan at hugsa um teir sjey tímarnar, ið er munurin á tíðini í USA og í Ongland.
Tá eg flutti til Danmarkar uppdagaði eg, at ein munur á føroyingum og dønum, var, at hesi høvdu øll lisið Ringanna Harri, meðan eg úr Føroyum ikki so frægt hevði hoyrt um hetta verk. Hetta kemur sjálvandi av, at eitt heilt ættarlið í Danmark við Ebbe Kløvedal Reich, eftirnavnið "Kløvedal" kemur frá Tolkien (Rivendall) høvdu fingið vald til at ávirka børn og ung. Eg kom úr Føroyum, har missiónin sat (og situr) tungt á fólkaskúlanum, og har var onki rúm fyri slíkum. Dugdu vit nakað av rokning, nøkur sálmaørindi og at syngja "Á mønu hjalsins stari" og visti man nær og hvar Heðin Brú og Martin Joensen vóru føddir, ja so var alt í lagi í føroyska fólkaskúlanum sum eg upplivdi hann.
Twin Towers, ella tvey torn?
"Do you know how Orcs first came into being?
They were once Elves.
Taken by the Dark Powers in the First Age
-tortured, mutilated ? a ruined and terrible form of life,
-bred into a slave race."
Sauruman

Tað er ikki annað at siga, enn at tað er tilverunnar speisemi, at hesin parturin hjá Tolkien eitur "The Two Towers", ið her eftir 11. september 2001 hevur fingð eina serliga merking. Og sjálvandi eru fleiri, ið hava mótmælt, at filmurin skal eita soleiðis. Soleiðis vórðu savnaðar undirskriftir saman móti hesum navni í New York. Peter Jackson hevur víst øllum broytingum aftur. Hetta er enn eitt syrgiligt dømi um, at fólk um alllan heim ikki duga at lesa bøkur, uttan at blanda vulgerar biografiskar hendingar inn í ein slíkan heilskaptan og vakran ævintýrheim, sum hann vit finna í Ringanna Harri.
Søgan heldur fram
"They were Kings. . . great kings of men.
Sauron gave to them Nine Rings of power
and with them the promise of ethernal rule
. . .unending life"
Strider.

Seinasta ár sóu vit fyrra partin: "The Fellowship of the Ring", og eingin ivi er um, at søgurnar eru sannar, ið siga, at annar parturin er nógv betri. Hetta er júst sum við Harry Potter. Nú kenna vit tey ymisku fólkasløgini og umhvørvið, so søgan í álvara kann byrja.
Fyrri parturin snúði seg um Frodo og vinirnar, ið ferðast langa leið fyri at týna Ringin, sum kann geva honum, ið eigur hann, ævigt vald. Vit sóu hobbittar, álvar, dvørgar, og menniskju. Og móti hesum vóru ræðuligar verur, so sum trøll, orkar, dragur, deyðir reiðmenn og ikki at gloyma trøllmaðurin Saruman. Teir vænu og ódeyðiligu álvarnir, ið liva í allar ævir í Kløvedal, við drotningini Galadriel eru hugtakandi. Teir liva æviga, men tað gera hini ikki, serliga ikki menniskjuni. Vit møttu dvørgunum, ið gjørdust óðir eftir verðini, og gravaðu eftir mithril metallinum langt inni í fjøllunum. Og kongunum Boromir og Aragorn, saman við dvørginum Gimli og álvanum Legolas.
45 minuttir við reinum krígssenum
Søgan í øðrum parti byrjar í fjøllunum við Emyn Muil, har Frodo og Sam eru vilstir. Teir uppdaga, at onkur fylgir eftir teimum. Tað er løgna veran Gollum, ið vit møttu í fyrra parti. Tað var hesin skapningur, ið goymdi ringin áðrenn Frodo. Aragorn (Viggo Mortensen), bogaskjúttin álvin Legolas og Gimli dvørgurin eru endaðir í kongaríkinum Rohan, har kongurin Theoden er ein av Sarumansa monnum. Her verður kongadótturin Eowyn greið yvir, at Aragorn kongurin í útlegd er ein leiðari, ið kann bjarga fólki. Men Aragorn er ástartikin í álvagentuni Arwen (Lis Tyler). Gandalf (Ian McKellen) er aftur við í hesum filminum, sjálvandi. Hann er nú endurføddur sum Gandalf hin Hvíti og minnir Aragon um, at sameina Rohan fólkið við fólkið í Gondor. Soleiðis er filmurin deildur í tvær ferðir, hana hjá Frodo og hana hjá Aragon og monnum. Vit koma at møta ótrúligum herum, sviki og loynibrøgdum. Vit koma at síggja, hvussu fólkið saman við dvørgunum og álvum, berjist móti óndskapinum frá teim tveimum tornunum. Tornið hjá gandakallinum Saruman og tað hjá Sauron, djúpt inni í Mordor.
Alt bendir á, at bardagin móti risaeiturkoppinum Shelob, ið leggur á Frodo, koma vit fyrst at síggja í triðja parti, sjálvt um hesin bardagin er endin á øðum parti í bókini. Í filminum eru ikki minni enn 45 minuttir við krígssenum. Hesar eru kliptar saman av 20 tímar longum upptøkum av kríggi. Í bardaganum við Uruk-Hai orkanar, hevur leikstjórin fingið 25.000 newzealanskar cricket áskoðarar at brøla við á orkamálinum The Black Speech: "Rrwaaa harra farr rrara!"
Hetta er fyri meg, kanska hin besta jólagávan í ár, sjálvt um eg ikki havi pakkað hana upp enn.

Lord of the Rings ? The Two Towers.
Frumframsýndur 18. desember klokkan 24. - Havnar Bio.
New Zealand/USA 2002.
180 minutttir.
Leikstjóri: Peter Jackson