hundrað árini, tygum hava livað. Í tygara lívsskeiði hava verið stórar samfelagsligar broytingar og menningin hevur verið stór. Hjá mær er sjálvandi ógjørligt at siga, hvør broyting hevur verið tann størsta [...] Eitt annað, sum ikki má gloymast er vikuligi túrurin til frisør. Tygara andaliga heim er og hevur verið í Brøðrasamkomuni, sum í Havn er Ebenezer. Har hava tygum verið virkin og sungið við í kórinum. Tygum [...] byggja víðari á. Eg fari at enda við tveimum ørindum úr yrkingini Móðir Mín, sum Símun av Skarði yrkti til mammu sína á hennara sjeyti ára degi. -“Heima” er so hjartaligt eitt orð, heima er tó altíð best
takast í álvara og eg havi eina kenslu av, at panikkur er komin í ICES og Fiskirannsóknarstovuna, tí tilráðingin hjá Fiskidaganevndini, føroysku vinnuni og Jóni Kristjansyni hesi seinastu árini hava víst seg [...] num, til áseting av fiskidøgum, men higartil hava tilráðingarnar verið so langt frá hvørji aðrari, at ein samansjóving ikki hevur verið gjørlig, og tað letur til, at støðan verur tann sama aftur í ár. [...] umráðandi er at veiðutrýstið eftir torski beinanvegin minkar niður í helvt og at tað síðani verður hildið á tí støðinum. Her vísa teir á eina ætlan sum fevnir um 3-5 ár, og ein máti at náa málinum, er at minka
trúð tí, sum ikki visti, nær Ása fyllir, og nær hon er fødd. Ása og eg eru skyldkonur. At mamma hennara, Jóhanna Jensen, var systkinabarn abba, havi eg altíð vitað – ikki sørt errin sum barn at vera í ætt [...] annars var, og hvørjar døtur hon átti, hugsaði eg tá als ikki um. Einaferð, eg var heima í summarfrí, og sjálv var farin at arbeiða við handarbeiði, fóru mamma og eg at vitja Jóhonnu Jensen. Hon var blíð og [...] var alt,eg visti um Ásu, tá ið eg nøkur ár seinni møtti henni á Læraraháskúlanum í Keypmannahavn. Har sóust vit hvørja viku tey bæði árini, Ása og Ólavur vóru farin niður at eftirútbúgva seg. Eg helt tað
í FSN hevur verið ov illa samskipað, og at hann sum formaður noyðist at taka ábyrgdina av hesum. - Orsøkin er, sum eg áður havi nevnt, at eg ikki veit við vissu, nær eg eri heima, og tá er sera trupult [...] taka við sum formaður. Eg var í iva, og tað vóru fleiri orsøkir til, at eg ivaðist. Eitt var, at eg í mínum dagliga arbeiði ikki kann siga við vissu, nær eg eri umborð - og nær eg eri í landi. Eyðstein [...] uppskot kundi verið, at felagið við jøvnum millumbili sendir út eitt tíðindabræv, segði Eyðstein. At tillaga seg - Ofta verður sagt, at tað er tann sterkasti, sum yvirlivir, men hetta er neyvan rætt. Tann
vit væl fyri sæð við mongum ymiskum sjónarvinklum. Mangt er broytt í hugsunarháttinum hjá ?føroyinginum? hesi seinastu 10-12 árini og mangt av tí er til tað betra. Men okkurt hevur eftir mínum tykki gingið [...] sjálvbjargnisleið? Evna vit at skapa karmar um modernaða háglønarvinnu í Føroyum? Sum eg fyrr havi roynt at vísa á, so eri eg rættiliga bjartskygdur um møguleikarnar hjá Føroyum, um vit bera okkum skilagott [...] stendst av honum. Sjálvandi hevur skil verið á, men sjálvsagt eru skeivleikar framdir. Setningurin um at einki skil hevur verið á og at nú skal annað skinn fáast um bak er ikki annað enn undanførsla fyri at
heldur sína nýársrøðu, og hinir leiðarnir hava sínar viðmerkingar. Sum eg havi roynt at fylgja við tí, ið sagt hevur verið, kom eg at hugsa um ein nýggjársmorgun fyri mongum árum síðani. Tað var meðan [...] nýggjár, og so segði hon hesi orðini, sum eg enn minnist: ”Hvør skuldi trú, at eg skuldi uppliva 1945”. Hon gjørdi sær sínar tankar um alt, sum fór fram í heiminum, bæði heima og úti, men í hesum orðum [...] samfeløg verða rakt serliga hart. Eitt er tó heilt vist, at tann samfelagssektor, sum harðast er raktur, og sum er orsøk til ólukkuna á øðrum samfelagsøkjum, er bankasektorin. Sjálvt um einstøku bankarnir
um ársins ítróttarbragd. Eg haldi at tað er stuttligt at man roynur at samanlíkna ymisk brøgd, sjálvt um tað onkuntíð er rættuliga torført at siga um annað er betur enn hitt. Eg haldi tó at listin sum [...] Dimmalætting hevur gjørt er í styttra lagi, og har saknið eg tvey av teimum sum eg haldi megnaðu ávikavist tað størsta og triðstørsta bragdið. Eg vil tí við hesum brævið vísa hvørji tey 10 størstu brøgdini [...] snýr eg um placeringarnar frá 4-10. Tær fyrstu tríggjar placeringarnar haldi eg verða rættuliga greiðar. Orsøkin til at hetta einans kemur at snúgva seg um úrslit uttan fyri landoddarnar er at tað er ringt
úrslitini. - Eg gjørdist sera ovfarin, tá ið eg fann útav, at eg skuldi fáa tann heiðurin. Eg fekk tað at vita stutt frammanundan, og eg gjørdist sjálvandi glað. Men eg hevði ikki væntað tað. Eg haldi, at [...] móti nettupp KÍ. Eg haldi, at KÍ er tað liðið, sum øl vilja vinna ímóti. Elin Kathrina um fótbólt Eg hyggi als ikki at fótbólti í frítíðini. Eg spæli bara, og havi annars ongan áhuga. Eg havi onkra hendinga [...] Gundadali, og tá havi eg hildið við B36. Nú, tá ið mansliðið hjá AB er flutt upp, fari eg sjálvandi at hyggja meira. Elin Kathrina um tónleik Eg syngi við kóri, og mær dámar sera væl at syngja. Eg syngi eisini
í Helsingfors. Eg fari í greinini at koma inn á nøkur av teimum evnum, har eg havi luttikið saman við norðurlendsku samstarvsfeløgum mínum. Sum norðurlendskur samstarvsráðharri havi eg ábyrgd fyri samskipanini [...] Hetta er nakað, sum eg ikki kann góðtaka, og sum eg vil stríðast ímóti. Bæði á fundi við samstarvsráðharrarnar og í serliga orðaskiftinum um mannahandil segði eg mína hugsan um trupulleikan, sum eg haldi [...] num stendur fyri skerjingum komandi árini. Eg havi víst á, at ein miðvís spariætlan eigur at taka støði í nágreiniligum metingum heldur enn ‘pleniklipparan’. Tað er eingin ivi um, eftir míni meting, at
einsamallur eftir, og tað eri eg enn. Okkurt árið havi eg róð, eitt nú í 2001 og 2002 við Húsavíkingi, men fyri tað mesta havi eg sitið til róðurs. Hesa ólavsøkuna, sum Árni sigur vera ta síðstu hjá sær [...] heilsa upp á fleiri av teimum, eg kenni so væl ígjøgnum øll hesi árini í kappróðrinum, sigur Árni, ið er blivin 52 ára gamal, nú hann umsíður ætlar sær upp á land. – Tá eg fór umborð á Norðistovu Dánjal [...] , og tað er til eina av síðstu venjingunum, at vit hitta veteranin, ið eigur hetta sjáldsama drúgva metið. Góðar broytingar Øll hesi árini hevur kappróðurin flutt seg, men spurdur um, hvat er øðrvísi nú