Áræði skal verða vørumerkið hjá FSN

- Ofta verður sagt, at tað er tann sterkasti, sum yvirlivir, men hetta er neyvan rætt. Tann, sum dugir at laga seg til broyttar umstøður, er tann, sum yvirlivir. Framtíðin fer at krevja, at FSN tillagar seg til broyttar umstøður, segði Eyðstein Djurhuus á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag

FSN-aðalfundur

Á aðalfundinum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag viðgjørdi formaðurin vegna nevndina, Eyðstein Djurhuus, nógv ymisk mál, sum frammi hava verið í farna ári.
Formaðurin segði fyrst eitt sindur um formansskiftið, sum var í felagnum eftir næstseinasta aðalfund, tá ið Ellintur Abrahamsen ikki ynskti afturval sum formaður eftir 22 ár í hesum álitisstarvi.
- Nevndin heitti á meg um at taka við sum formaður. Eg var í iva, og tað vóru fleiri orsøkir til, at eg ivaðist. Eitt var, at eg í mínum dagliga arbeiði ikki kann siga við vissu, nær eg eri umborð - og nær eg eri í landi.
Eyðstein helt fyri, at hetta hevur síðan víst seg at vera ein stórur trupulleiki, tá ið fundir og annað skulu leggjast til rættis.
- Ein onnur orsøk var, at eg standi sum ákærdur í einum rættarmáli um ólógligan fiskiskap.
Formaðurin vísti á, at nevndin tó ikki metti, at hetta kundi vera ein trupulleiki fyri FSN.

Tíðarkrevjandi
- Tað er ein sannroynd, at starvið sum formaður er sera tíðarkrevjandi – og at tú sum persónur ert nógv útsettur. At arbeiðið skal gerast í frítíðini, kann skjótt gerast tyngjandi fyri familjulívið, segði Eyðstein Djurhuus, sum kortini játtaði at taka við formanssessinum.
Hann legði dent á, at fyrrverandi formaðurin,
Ellintur Abrahamsen, næstformaðurin, Regin Nónstein og skrivstovufólk felagsins, hava verið honum til stóra hjálp í hesum nýggja starvið.
- Tað skulu tey hava tøkk fyri, segði Eyðstein Djurhuus.

FSN og framtíðin
Í síni framløgu um farna ár nam formaðurin við nógv ymiskt mál, sum felagið hevur havt við at gera, og hann endaði við at tosa um FSN og framtíðina, sum var ein áhugaverdur partur av frágreiðingini.
Her vísti hann eitt nú á, hvussu Føroya Skipara-og Navigatørfelag og onnur fakfeløg kundu skipað seg betri, tá ið samráðingar eru við arbeiðsgevararnar.
- Áðrenn samráðingar byrja, kunngera arbeiðsgevarar, hvør lønarkarmurin er, og hesin er ikki til at vika, so leingi sum fakfeløgini standa so spjadd. Samráðingarnar bera mest brá av, at tey einstøku feløgini royna at tiltuska sær okkurt smávegis fram um hini feløgini. At tað verður góðtikið, at annar parturin einsamallur ásetir lønarkarmin, sigur nóg mikið um støðuna.
Eyðstein vísti á, at mong viðurskifti eru eins fyri siglandi fólkið, eitt nú starvssetan, uppsøgn, sosial viðurskifti, eftirløn, trygging, skattur og ALS.
- Fakfeløgini, sum umboða sjófólkið, eiga at byrja eitt skipað samstarv um hesi felags mál, og endamálið við hesum eigur at verða at fáa meira tyngd í tey sjónarmið, sum verða førd fram – og at ein ávísur fíggjarligur fyrimunur eisini skuldi fingist á henda hátt.

Málsetningar
Eyðstein Djurhuus helt, at nevndararbeiði í FSN hevur verið ov illa samskipað, og at hann sum formaður noyðist at taka ábyrgdina av hesum.
- Orsøkin er, sum eg áður havi nevnt, at eg ikki veit við vissu, nær eg eri heima, og tá er sera trupult at fyrireika nakað sum helst, sum hann tók til.
- Tann nevnd, sum verður vald á aðalfundinum nú, eigur at gera eina arbeiðsætlan og málsetningar fyri komandi árið.
Hann helt, at FSN á ein hóskandi hátt eigur at kunna limirnar um felagsarbeiði, og felagið eigur eisini at føra síni sjónarmið fram í málum, sum eru frammi í tíðini.
- Eitt uppskot kundi verið, at felagið við jøvnum millumbili sendir út eitt tíðindabræv, segði Eyðstein.

At tillaga seg
- Ofta verður sagt, at tað er tann sterkasti, sum yvirlivir, men hetta er neyvan rætt. Tann, sum dugir at laga seg til broyttar umstøður, er tann, sum yvirlivir.
Formaðurin helt, at framtíðin fer at krevja, at FSN tillagar seg til broyttar umstøður.
- Tað er áræði og fyritakssemi, sum hevur eyðkent føroyskar skiparar og stýrimenn, og hetta áræði vil Føroya Skipara-og Navigatørfelag eisini gera til sítt vørumerki, segði Eyðstein Djurhuus á aðalfundi felagsins.