Ása Hátún 75 ár

8. februar 2007


75 ár og ung í sinn og skinn. Ja, hvør skuldi trúð tí, sum ikki visti, nær Ása fyllir, og nær hon er fødd.
 
Ása og eg eru skyldkonur. At mamma hennara, Jóhanna Jensen, var systkinabarn abba, havi eg altíð vitað – ikki sørt errin sum barn  at vera í ætt við hesa virðisligu lærarinnu, sum dugdi so væl handarbeiði, hevði skrivað lesiætlanina og ávirkaði allan fólkaskúlan.
 
Hvussu familjan annars var, og hvørjar døtur hon átti, hugsaði eg tá als ikki um. Einaferð, eg var heima í summarfrí, og sjálv var farin at arbeiða við handarbeiði, fóru mamma og eg at vitja Jóhonnu Jensen. Hon var blíð og tíð og tímdi at svara spurningum og vísti ymiskt. M.a. stóð ein so frálíkur rokkur har og fangaði mín áhuga. Eldra dótturin átti. Hon var so áhugað í øllum handaligum og hevði keypt sær hann; hon var tannlækni í Svøríki. Ása var lærari í Danmark; hon var vist handarbeiðishugað, men ikki sum so í ull, helt mamman tá. Olaf Mohr hevði gjørt rokkin, og eg bílegði mær ein av sama slag. Fraser Eysturoy gjørdi hjartað.  Seinni veit eg, at Ása og  systurin hava nógva gleði av hvørji aðrari og samstarvi. Hvør dugir betur enn onnur.
 
Ása var flutt til Føroya og var hondarbeiðislærari á læraraskúlanum, átti vaksna dóttur og giftist við Ólavi Hátún, og tað var alt,eg visti um Ásu, tá ið eg nøkur ár seinni møtti henni á Læraraháskúlanum í Keypmannahavn. Har sóust vit hvørja viku tey  bæði árini,  Ása og Ólavur vóru farin niður at eftirútbúgva seg. Eg helt tað vera imponerandi, at tvey so tilkomin fólk fluttu  í íbúð í Keypmannahavn við tveimum smádreingjum fyri at læra meira – tey dugdu jú so nógv frammanundan.
 
Hetta var 1975 og í dag, nú vit báðar eiga líka tilkomin børn, og báðar eru ommur, haldi eg ikki longur, at tað var annað enn sjálvsagt, at lærarar um 40 ára aldur fingu sær eftirútbúgving bæði tá og seinni.
 
Men tá lærdi eg Ásu at kenna – og bara fyri tað góða, og síðan hava vit kenst og samstarvað í nógv ár í somu lærugrein á sama stovni. Vit hava arbeitt saman á læraraskúlanum, við eftirútbúgving av lærarum, í nevnd Føroya Handarbeiðislærarafelags, á Landsmiðstøðini, í nevnd at skriva álit til Lista- og handverkaskúla, sum undirvísarar og skeiðsluttakarara á nógvum skeiðum, at skipa fyri verkætlanum og framsýningum, og vit hava ferðast saman á skeið og lestrarferðir.
Ása! Túsund takk fyri gott samstarv!
 
Nú eru longu nøkur ár síðan Ása fór frá lærarastarvinum vegna aldur
-lógarsetta áramarkið; men hon er líka virkin fyri tað- sjálvandi,
tí orka, áræði, hugflog, dugni og vilji teppast tí betur ikki eftir ávíst áramál.
Ása hevur altíð havt hug at granska og at skapa nýtt. Fáir eru teir lærarar í Føroyum, sum ikki hava havt nyttu og gleði av tí. Ása hevur altíð fylgt við í tí, sum hendir úti í heimi, so hon hevur verið “uppdaterað” og undan á sínum fakøkjum – handarbeiði og enskum.
Tað er henni at takka, at siðbundnað handarbeiði okkara kom inn aftur í skúlan og mennist.
 
Ása hevur m.a. barst fyri ullini. Hon hevur sett seg inn í hagreiðing og tilvirkan, soleiðis sum hon var, og við  gransking og nógvum, nógvum royndum hevur hon leitað bæði aftur og fram.
 
Nú, hon ikki undirvísir, hevur hon havt betri stundir til framlýtandi royndir, sniðgávu og list. Hon hevur hugflog, estetiskan sans og handverkakynstur, so tað, sum hon letur úr hondum, er góðska - bæði so og so.
 
Og tað er júst hesum, Ása stríðist fyri, at vit føroyingar brúka okkara tilfeingi, alt tað ið til ber, at vit vanda okkum, soleiðis at tilfarið verður so gott sum til ber, og hagreiða, skapa og virka produkt, sum kunnu kappast við bestu  gagnlist og list í heiminum. M.a.mangt, sum Ása hevur víst í ullar- og skinnarbeiði eru sera áhugaverdu royndir og verk hennara við broddi.
 
Góða Ása! Hjartaliga til lukku á 75 ára degnum og takk fyri títt stóra arbeiði okkum øllum at gagni. Vónandi eigur tú nógv góð arbeiðsár eftir. Tað ynski eg tær og okkum øllum.
 
                                                                                                                                              Súsan