Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Tann politiski myndugleiki hevur lóggivið soleiðis, at tilráðingarnar frá fiskifrøðingunum og fiskimonnunum, kunnu vera brúktar sum grundarlag hjá landsstýrismanninum, til áseting av fiskidøgum, men higartil hava tilráðingarnar verið so langt frá hvørji aðrari, at ein samansjóving ikki hevur verið gjørlig, og tað letur til, at støðan verur tann sama aftur í ár.
ICES
ICES mælir til, at fiskiskapur eftir torski minkar við 66%, eftir hýsu við 17% og eftir upsa við 30 %.
Ein slík tilráðing kann illa takast í álvara, og serliga tá ICES samstundis sigur, at fiskastovnarnir undir Føroyum antin eru heilt væl fyri, ella yvir miðal.
Fiskirannsóknarstovan
Fiskirannsóknarstovan mælir til at minka fiskiskapin eftir torski við 50%, men hetta gerst ikki eftir einum árið, uttan við totalum veiðubanni, men umráðandi er at veiðutrýstið eftir torski beinanvegin minkar niður í helvt og at tað síðani verður hildið á tí støðinum. Her vísa teir á eina ætlan sum fevnir um 3-5 ár, og ein máti at náa málinum, er at minka dagatalið hjá húkaflotanum við 30%. Fiskirannsóknarstovan mælir eisini til, at skerja fiskidagatalið eftir upsa við 25 %.
Fiskirannsøknarstovan roynir eisini í sínum tilmæli í ár at seta teir ymisku partarnar av veiðuflotanum upp ímóti hvørjum øðrum, við at siga, at ein máti at minka veiðutrýstið, er at minka dagatalið hjá húkaflotanum, t.v.s útróðraflotanum og línuskipunum við 30%, grundað á at fiskurin nú tekur húkin.
Ein onnur loysn hjá Fiskirannsóknarstovuni fyri húkaflotan miðar ímóti 25 % skerjing, umframt stórar skerjingar av fiskileiðum fyri teir eftirverandi fiskidagarnar.
Ein slík tilráðing kann illa takast í álvara og eg havi eina kenslu av, at panikkur er komin í ICES og Fiskirannsóknarstovuna, tí tilráðingin hjá Fiskidaganevndini, føroysku vinnuni og Jóni Kristjansyni hesi seinastu árini hava víst seg at verið meira eftirfarandi enn tilmælti niðurskurður hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni. Seinasta ár reisti Fiskidaganevndin spurningin, um tíðin ikki var koma til at hækka fiskidagarnar.
Línuflotin
Nú verður línuflotin gjørdur til syndabukk og skal ofrast, men vit sum eldri eru minnast tíðina, tá mangan var sagt, at høvuðsgrundin fyri at so lítið av fiski var undir Føroyum, var fiskiskapurin hjá teimum ensku trolaranum á landgrunninum.
Mær vitandi hava føroyingar ongantíð hildið at útróðrabátar og línuskip, hava verið nøkur hóttan fyri fiskastovnarnar undir Føroyum, men nú letur til, at serfrøðin er komin til tað úrslitið, og mælir tí til at minka húkaveiðuna við 30%.
Fiskidagaskipanin
Ráðstevnan á Hotel Føroyum fyri kortum vísti, at fiskidagaskipanin, ið hevur verið í gildið í Føroyum síðani 1996, er besta skipan sum finst, umframt at burðardyggasta fiskiveiða í Evropa ferð fram undir Føroyum við verandi fiskidagaskipan.
Fiskidagaskipanin hevur sostatt roynst vinnuni væl, men hevur hinvegin verið við til at reist spurning viðv. trúvirðinum í tilráðingunum hjá fiskifrøðingum og ICES.
Eg vóni ikki, at tær góðu royndirnar við fiskidagaskipanini eru orsøk til teir drastisku niðurskurðirnar hjá fiskifrøðingunum, tí hvat nú, um fiskidagaskipanin, sum ein sjálvregulerandi skipan skal hava frið, og um Fiskidaganevndin hevur rætt í tí, at møguliga er tíðin komin til at hækka fiskidagarnar undir Føroyum?
Fylgjurnar
Men eitt er sikkurt, verður veiðan eftir torski, hýsu og upsa minkað við ávíkavist 66%, 17% og 25 %, so vera fylgjurnar katastrofalar fyri ta føroysku fiskivinnuna, sjófólkið og tey sum arbeiða við fiski á landi. Sama verður galdandi, um dagatalið til allan línuflotan, sum umfatar útróðraflotan og línuskipini, verður minkað við 30% ella um loysnin uppá 25% minking verður vald.
Tær fíggjarligu fylgjurnar koma at merkjast í øllum tí Føroyska samfelagnum og kanska eina mest í Als-skipanini.
Ásetingin av fiskidøgum
Verður tilmælið hjá Fiskidaganevndini í ár nøkunlunda tað sama sum seinasta ár, so vera tilmælini aftur hesa ferð so langt frá hvørjum øðrum, at tann politiski myndugleikin verður noyddur at skera ígjøgnum, og út frá sínum metingum áseta fiskidagarnar v.m. fyri 2004/2005.
Í hesum arbeiðið er neyðugt, at vit taka atlit til allar partar í fiskivinnuni, fiska-stovnarnar, veiðuflotan, fiskiøkir v.m. og at vit koma burtur frá tí, um tað vera fiskifrøðingarnir ella fiskivinnan sum er vinnari ella tapari, tá fiskidagarnir vera ásettir.