Áræði ella ótti fyri skeivleikum

Vit hava nú sett skjøtil á fyrstu praktisku tingsetuna í hesum valskeiðinum.

Politikarar og onnur hava havt stundir til at meta um samgonguskjal og teir politikarar, sum mynda samgonguna. Og vit hava fingið tað fyrsta fíggjarløgtingslógaruppskotið.

Vit kunnu nú spyrja, um vit veruliga menna okkum á sjálvbjargnisleið?

Evna vit at skapa karmar um modernaða háglønarvinnu í Føroyum?

Sum eg fyrr havi roynt at vísa á, so eri eg rættiliga bjartskygdur um møguleikarnar hjá Føroyum, um vit bera okkum skilagott at. Nakrar umsitingarligar broytingar eru neyðugar, men annars eru vit væl fyri sæð við mongum ymiskum sjónarvinklum.

Mangt er broytt í hugsunarháttinum hjá ?føroyinginum? hesi seinastu 10-12 árini og mangt av tí er til tað betra. Men okkurt hevur eftir mínum tykki gingið í afturhond: M.a. eru vit vorðin so ómetaliga rædd fyri skeivleikum, at tað tekur stóran part av leiðsluorkuni. Vit hava mist áræði!

Hvussu ofta møta vit ikki í setninginum: ?Fyrr var einki skil á - nú fara vit at gera skipanir, sum ??

Hesin og aðrir setningar millum tey, sum praktiskt skulu útinna politiska viljan í verki ella millum tey, sum skulu kritisera politikkin konstruktivt, eru bert vakrar orðingar um so stóran ótta, at skaði stendst av honum.

Sjálvandi hevur skil verið á, men sjálvsagt eru skeivleikar framdir. Setningurin um at einki skil hevur verið á og at nú skal annað skinn fáast um bak er ikki annað enn undanførsla fyri at taka risikobundnar avgerðir - og harvið ein forðing fyri avgerðum til frama fyri land og fólk.

Hvussu ofta møta vit ikki setninginum: ?Eru vit nú aftur á veg í áttatiárini???

Sjálvandi fara vit ikki aftur í áttatiárini í næstu framtíð. ?Áttatiárini? - sum, sum vit leggja í hugtakið er treytað av framfýsni, áræði og hegni. ?Áttatiárini? er treytað av, at vit eru frammaliga í vinnuligum høpi - sæð við altjóða eygum!

Tað, sum liggur í hugtakinum ?áttatiárini? er treytað av, at onkur ?Uhrenholt? heldur tað vera áhugavert at brúka tíð í eitt ár ella tvey, fyri at fáa burturav!

Tað ber ikki til at fara í ?attatiárini? í einum samfelag, sum vinnuliga er 20 ár aftanfyri restina av framkomna heiminum.

Setningurin um ?áttatiárini? er ikki annað enn undanførsla fyri at taka risikobundnar avgerðir - og forðar harvið avgerðum, sum tæna eini framgongd. Uttan risikobundnar avgerðir gera vit ikki nógvar smáar skeivleikar, men tann eina stóra skeivleikan: at eingin avgerð kann tæna eini framgongd!

At vit so í áttatiárunum tóku í so stórar avgerðir, sum skuldu vísa seg at vera óhepnar, er so ein annar spurningur - men havandi vinnumenningina í huga, so var hetta hvørki óvanligt ella órímiligt. Flestu vinnur í heiminum uppliva eina tíð við stórari menning við eftirfygljandi kapasitetstrupulleikum. Tey, sum hanga afturút í emnningini koma sjálvsagt ikki í hesar trupulleikarnar, men hava heldur ikki fingið vinningin!

Tað mest óvanliga og órímiliga er tað óvanliga og órímiliga vánaliga hegni til at rætta skeivleikarnar aftur.

Men tí betur hava skeivleikarnir tá verið so smáir hóast alt, at vinningurin frá teirri tíðini (kapitalapparatið) hevur hildið sær, so vit í 10 ár hava havt møguleika fyri at sita upp afturá og ?spara?!

Hvussu ofta møta vit ikki setninginum: ?Vit eru farin undir eina heildarætlan viðvíkjandi??

Sjálvandi ber ikki til at gera eina heildarætlan yvir tilverunnar margfaldi! Hetta var hugtak frá fyrst í øldini í sosialistiska Sovjetsamveldinum og hóast stór orka og mong lív eru latin fyri at prógva nyttuna í hesum hugtaki, so hevur illa borið til.

Einki umhugsni endar í eini ?heildarætlan?, soleiðis sum hugtakið verður nýtt millum ábyrgdarfólk í dag. Umhugnsi endar í eini skitsu, sum í einum demokratiskum samfelag alla tíðina er til viðgerð millum viðkomandi partar og broytist - inntil tann seinasti praktiski luturin er komin ítøkiliga uppá pláss.

Tað finst eingin heildarætlan fyri vinnulívið í Føroyum. Men síðani seinast í seinastu øld hava fólk havt eina greiða skitsu av teim næstu leikunum í vinnuni. Áttatiárini vóru einki undantak. Nýtiárini hava helst verið einasta samanhangandi ártíggju (1989-98) har fullkomið ráðaloysi valdaði innan vinnulívið!

Alivinnan er eitt løgið undantak, sum fáur gevur sær fær um, hví tað gjørdist eitt undantak. Men tað man eisini hava sínar orsøkir at ráðaloysið eisini hevur valdað í hesi vinnuni tað seinasta góða árið.

Heildarætlan, soleiðis sum hugtakið verður nýtt í dag, er ikki annað enn undanførsla fyri truplum og risikobundnum avgerðum undir ítøkiligari ábyrgd. At taka risiko merkir sjálvsagt ikki at kasta seg út í blindum.

Tað er mikið gott - og alneyðugt - at gita nøkunlunda rætt. Men tað er eisini neyðugt at seta kós við møguleikum fyri broytingum, til tess at laga seg til veruleikan alla tíðina.

Soleiðis sum eg síggi tað, so er óttin fyri skeivleikum so inngrógvin í okkara hugsunarhátt nú, at hann køvir at kalla alla ítøkiliga og burðardygga framgongd.

Hesin óttin er innbygdur í bygnaðin í tí almenna sektorinum eftirsum høvuðsuppgávan hjá teim seks aðalstýrunum er at verja landsstýrismannin - antin at krógva skeivleikar har tað er møguligt ella at ?turka? teir á onnur.

Hesin óttin er ikki minst innbygdur í tað tjóðartikna (nationaliseraða) vinnulívið, sum at kalla ongan møguleika hevur at tillaga seg einum burðardyggum vinnumynstri. Vit síggja hetta sama í nýggjastu fíggjarlógini, har vit halda 90-ára kósina við almennum ætlanum viðvíkjandi ?endurnýggjan av skipaflotanum?, sum helst ger tað trupult fleiri ár fram í tíðina at menna burðardyggar, vinnuligar mekanismur í høvuðsvinnuni.

Eg eri rættiliga bjartskygdur um møguleikar føroyinga í altjóða kapping. Men vit mega sleppa hesum óttanum fyri skeivleikum. Vit mega sleppa hesum óttanum fyri, at tað privata vinnulívið ikki megnar sína uppgávu.

Vit mega sleppa hesum óttanum, sum ger at tað almenna røkir allar møguligar uppgávur, sum tað einki hevur við at gera - fyri hinvegin als ikki at hugsa um, tíansheldur loysa tær uppgávurnar, sum júst tað almenna og eingin annar partur kann taka sær av.

Alt meðan vit brúka orku uppá at privatisera Telefonverk, Strandferðslu o.a., sum als ongan vinnuligan týdning hevurum tað er alment ella privat, bara tað virkar.

Eru politisku ábyrgdarfólkini í hesi tingsetuni tey, sum eg haldi tey vera, so megna tey at bróta seg burturúr hesum ótta fyri skeivleikum og vilja við áræði fyrst gera tær broytingar, sum neyðugar eru og síðani leggja skjøtil á karmar fyri modernaða vinnu og harvið einum ítøkiligum sjálvræði uttanfyri ella innanfyri danska ríkið - men helst uttan Blokkin!


Signar P. Heinesen