Metið, sum Árni Andreasen úr Havn vælsaktans fer at seta hesa ólavsøkuna, verður helst seint tikið. Okkum vitandi, hevur eingin annar verið samfullar 25 ólavsøkur á rað umborð á kappróðrarbáti á Havnarvág, men tað hevur Árni, tá morgindagurin er farin aftur um bak.
– Tað byrjaði í 1987 umborð á seksmannafarinum, Norðistovu Dánjal, sum sørvingar eiga. Nakrir ungir mans høvdu lænt bátin til Havnar og skuldi brúka ein róðursmann, og so spurdu teir meg. Ein av teimum var Olfrid úr Nólsoy, ið sjálvur hevði stýrt Nólsoyingi, og hann legði mær lag á, greiðir Árni frá.
– Eg minnist, at vit vóru eisini við Norðistovu Dánjali árið eftir, men í 1989 fóru nakrir av okkum umborð á Gongurólv, og so gekk tað slag í slag, til fleiri byrjaðu at falla frá. At enda var eg so einsamallur eftir, og tað eri eg enn. Okkurt árið havi eg róð, eitt nú í 2001 og 2002 við Húsavíkingi, men fyri tað mesta havi eg sitið til róðurs.
Hesa ólavsøkuna, sum Árni sigur vera ta síðstu hjá sær í báti á ólavsøku, skal hann vera róðursmaður umborð á Havnarbátinum í oldboys-róðrinum, og tað er til eina av síðstu venjingunum, at vit hitta veteranin, ið eigur hetta sjáldsama drúgva metið.
Góðar broytingar
Øll hesi árini hevur kappróðurin flutt seg, men spurdur um, hvat er øðrvísi nú enn fyrr, er Árni skjótur at taka nakrar positivar broytingar fram.
– Tann størsta broytingin er sjálvandi kravda bjargingarútgerðin, sum er eitt veldugt framstig og eisini er veruliga neyðug. Tað næststørsta er barnaróðurin, og tað er stuttligt at síggja, at børn, sum tú hevur verið við til at lagt lag á, nøkur ár seinni verða føroyameistarar hjá teimum vaksnu. Og so er fasti starturin eisini ein øgiliga góð broyting, sigur Árni Andreasen, sum í sama andadrátti nevnir eina aðra broyting, hann helt lítið um, tann tíð tað var.
Tað var, tá Róðrarsambandið gjørdi av, at nú skuldi ikki bera til hjá øllum at manna bát bara til kappróðurin á ólavsøku, uttan at báturin hevði verið við í øðrum róðrum frammanundan.
– Henda broytingin kom nokk, eftir at onkur bátur hevði vunnið á ólavsøku á teimum, sum høvdu róð alt árið, og tað var kanska ikki so gott. Men nú er tað tíbetur so, at ein bátur kann vera við á ólavsøku sum gestabátur, so hann saktans kann vera við til av vinna bæði gull og steyp, men ikki fær stig, so hann skal oyðileggja nakað fyri teir bátar, ið hava róð alt summarið, sigur Árni, ið sjálvur átti sín lut í, at hetta bleiv broytt.
– Ja, eg sat í Róðrarsambandinum í tvey ár fyri nøkrum árum síðani. Tá var eg við til at fáa hesa broytingina ígjøgnum, so øll skuldu sleppa at rógva á ólavsøku, sum høvdu hug til tað, og tað eri eg øgiliga glaður fyri.
Viltust í mjørka
Millum ár og dag er tað blivið til nógvar sigrar á ólavsøku, ikki minst við oldboys-manningum, men kortini er tað ongantíð eydnast Árna at gerast føroyameistari. Hann hevur tó nógvar søgur um minniligar ólavsøkuróðrar, og ein tann minniligasta man vera frá 1998, tá hann saman við øðrum mannaði áttamannafarið, Húsavíkingur.
– Tað gekk øgiliga væl hjá okkum og vit vunnu bæði á jóansøku og vestanstevnu, so vit vóru spentir til ólavsøkuróðurin. Men tá køvdi hann av við mjørka, so ikki sást tvørtur um feltið. Vit fingu at vita, at bátar lógu líka frá startdómaranum og inn til molan, so eingin skuldi villast útum, greiðir Árni Andreasen frá.
– So skjeyt hann og vit ruku avstað. Vit høvdu bátar við okkum í bæði borð, tí vit lógu í miðjuni, men brádliga kom tyrluplássið hjá Landssjúkrahúsinum undan fyri framman, so eg mátti rópa á bæði okkum og aðrar um at skjóta á, so vit ikki endaðu uppi á turrum.
Allir skutu á og eingin endaði uppi á landið, men tá teir so skuldu finna kósina aftur, helt Árni, at frægast var at leggja eitt sindur í stýriborð og tá komu teir inn á Havnarvág og sóu eisini molan.
– Nú sóu vit Gullbrand úr Fuglafirði, sum vestmenningar mannaðu, nógv fremst av øllum. Hann lá sunnast á í startinum og hevði stýrt eftir bátunum, ið lógu sum verja uttast á. Nú var at seta føtur í bekk, sjálvt um eg sá, at Gullbrandur var nógvar bátslongdir frammanfyri. Vit fingu teir mestum aftur, men taptu so róðurin við tveimum sekundum, so lagið var so ringt, at eg fór avstað, tá vit skuldu upp at taka ímóti silvurmedaljunum, sigur Árni.
Nú verður øðrvísi
Hetta verður sum sagt síðsta ólavsøkan hjá Árna Andreasen umborð á kappróðrarbáti, men hann er longu farin at gera sær nakrar tankar um, hvussu verður tey næstu árini.
– Ja, tað verður helst øgiliga løgið ikki at skula fara í góðari tíð oman á Havnarvág í venjingarklæðum ólavsøkuaftan, tá tað líkasum hevur verið ein lívsstílur í so mong ár. Hinvegin verður tað sjálvandi eisini stuttligt at fara oman at síggja ólavsøkuna verða setta, tí tað havi eg ikki sæð í 25 ár, og so verður tað væl eisini løgið at skula heilsa upp á fleiri av teimum, eg kenni so væl ígjøgnum øll hesi árini í kappróðrinum, sigur Árni, ið er blivin 52 ára gamal, nú hann umsíður ætlar sær upp á land.
– Tá eg fór umborð á Norðistovu Dánjal á fyrsta sinni flaggdagin í 1987, var eg eldri enn hinir, ið mannaðu bátin. Men nú vil eg siga, at teir eru blivnir eldri enn eg, tí eingin av teimum rør í dag…
MYNDATEKSTUR:
ÁRNI EIGUR METIÐ
Tá 52 ára gamli Árni Andreasen í morgin stýrir oldboys-manningini umborð á Havnarbátinum, er tað 25. árið á rað, at hann er við í ólavsøkukappróðrinum. Tá liðugt er ólavsøkuaftan, takkar Árni fyri seg og sær fram til at fylgja við uppi á landi næstu ferð
Mynd: Hilmar Jan Hansen









