strondini í Georgia í USA. Eldur kom eisini í skipið. Hetta veit tíðindastovan AP at siga frá vaktartænstuni í Georgia. Tilsamans 24 fólk vóru umborð á skipinum. 20 vórðu bjargað, áðrenn eldur og roykur [...] Suðurkorea, og hildið verður, at tey vóru stødd í maskinrúminum, tá farmaskipið koppaði. Sum skilst á útlendskum miðlum, er í løtuni ógreitt, hví skipið kom í slíkar trupulleikar.
28 námsarbeiðsmenn vórðu í gjárkvøldið bjargaðir úr einum gullnámi í Ný Sælandi, har teir høvdu sitið avbyrgdir, tí eldur var komin í ein vøruvogn í munnanum á náminum. Talsmaðurin hjá felagnum Newmont [...] sær skjól í nøkrum trygdarrúmum í náminum, tá eldur kom í vøruvognin. Sambært talsmanninum var illgruni um, at ein av monnunum hevði fingið roykeitran, men sum heild høvdu allir tað gott. Í 2010 var ein [...] ein spreinging í einum kolanámi í Ný Sælandi. Hon kostaði 29 arbeiðsmonnum lívið, og hetta var tann ringasta námsvanlukkan í landinum í næstan 100 ár.
Brandstøðin í Havn fekk klokkan 15.30 eina fráboðan frá einum mátara í Havnar kirkju um, at eldur var í kirkjuni. Tí varð farið til stroks við innsatsleiðara bili og einum sløkkibili oman í kirkjuna, men [...] men har kundu brandmenninir bara staðfesta, at alt var í lagi. Tað hendir av og á, at alarmar siga frá um eld, tó at eingin eldur er í, og tað var hetta, sum hendi nú seinnapartin. Brandmenninir rykkja
Í nátt varð boðað frá, at eldur var í einum húsum í Skopun. Løgreglan sigur, at ein kona var í húsunum við fýra børnum, men tey sluppu út í øllum góðum, og tað eydnaðist at sløkkja eldin, áðrenn hann gjørdi [...] seg, Løgreglan sigur, at tað vísir seg, at eldur kom í av skammlopi við ein mikroovn ið stóð á einum køliskápi. Køliskáp, mikroovnur, og skotið, tey stóðu í, er brent, men annars hava húsini fingið nakað
Løgreglan fer nú at kanna, hví eldur kom í eini hús á Strondum í gjár. Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at eldur var í einum húsum á Strondum. Løgreglan sigur, at sløkkiliðið bar skjótt at, so tað gekk [...] gekk ikki long tíð, so varð sløkt. Tey siga, at eingin var inni í húsunum, so har var eingin fólkaskaði. Tey siga eisini, at húsini hava ikki fingið so stóran skaða av eldi, men har var rættiliga nógur [...] nógur roykur og tað hevur elvt til nakað av skaða. Løgreglan fer nú at kanna húsini í eini roynd at finna orsøkina til eldin.
Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at nógvur royk stóð úr bygninginum har almenna wc í Steinatúni er Tá ið løgreglan og átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum komu á staðið, sóu tey, at ein wc [...] wc kumma var fylt við wc rullum og eldur varð settur í. Tey fingu sløkt, áðrenn nakar skaði hendi. Har var so nógvur roykur, at átaksleiðarin mátti eftir einum útluftara. Løgreglan sigur, at tann sum ringdi [...] at finna fólkini. Eldur er ikki a spæla við, so løgreglan vil fegin hava fatur á teimum, áðrenn skaði stendst av. Løgreglan fekk eisini boð um, at nógvur roykur stóð úr einum húsum í Klaksvík. Ein bilførari
hví eldur kom í eini sethús á Víkavegnum í Klaksvík fyrrapartin sunnudagin. Tað var, tá fólkini, sum búgva í húsunum, vóru á veg út, at tey varnaðust, at eldur var í niðaru hæddini. Løgreglan í norðurøkinum [...] leita eftir orsøkini. Í løtuni er ómøguligt at siga, um tað fer at eydnast serfrøðingum hjá løgregluni at staðfesta orsøkina. Tað eydnaðist sløkkiliðnum at basa eldinum í sethúsunum í Klaksvík.
ini í Havn sigur, at orsøkin er, at tað var eldur einari bingju uttanfyri Miðlon, sum verður nýtt til papp og pappír og líknandi. Av onkrari orsøk var ein glóð komin í bingjuna, og tí kom eldur í. Tá ið [...] einki álvarsamt áfatt. Bingjan varð flutt í Húsahaga, har innihaldið í henni varð tømt, og síðani var tað málið avgreitt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Einans bingjan fekk skaða.
skaða, tá eldur kom í eina íbúð í Rinkeby har vesturi í Stockholm í gjárkvøldið. Svenska løgreglan sigur, at fimm av teimum deyðu eru børn. Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong fólk vóru í íbúðini, tá [...] doyðu, sótu eftir øllum at døma føst í einari lyftu og doyðu har av roykeitrarn. Enn veit eingin, hví eldur kom í íbúðina. [...] tá eldurin kyknaði. Tólv aðrar íbúðir eru í húsunum, og fólk fingu alt fyri eitt boð um at fara út. Håkan Westin hjá løgregluni í Stockholm sigur við svensku tíðindastovuna TT, at fýra av teimum, sum doyðu
Leygarmorgunin sá út til at eldur var í á Tryggingarsambandinum Føroyar. Á Kongabrúnni stóð ein brandbilur við stiganum uppi, men tað var eingin orsøk til panik, tí har var eingin eldur. Orsøkin til bilin var [...] var, at rútarnir í bygninginum hjá Tryggingarsambandinum vóru vornir heldur skitnir og trongdu til vask. Og tá bygningurin er rættiliga høgur, so er neyðugt við stiga og tá er nærum sjálvsagt at brúka brandbil