Frágreiðing um Scandinavian Star liðug

Í dag fer norska løgreglan at boða frá, um hon heldur grundarlag vera fyri at taka málið um Scandinavian Star uppaftur.

159 fólk lótu lív, tá eldur kom í ferjuna tann 7. apríl í 1990, og avvarðandi hjá fleiri teirra hava leingi kravt, at myndugleikarnir skului kanna málið av nýggjum.

 

Nú hevur løgreglan so kannað málið umaftur. Upprunaliga skuldi løgreglan koma við úrslitinum fyri einum hálvum ári síðani, men í dag fáa tey avvarðandi so at vita, um løgreglan tekur málið uppaftur ella ikki.

 

Tey avvarðandi hava kunað Anders Amundsen, løgmálaráðharra um, hvat tað er, sum tey vilja hava at vita frá løgregluni. Millum annað vilja tey hava at vita, um løgreglan kann vátta ella avsanna, at eldur varð settur á í fleiri støðum umborð á Scandinavian Star aftan á klokkan hálvgum fýra um morgunin tann 7. apríl í 1990.

 

Scandinavian Star varð sett í sigling millum Oslo og Frederikshavn tann 6. apríl í 1990. Ta fyrstu náttina kom eldur í skipið, og 159 fólk doyðu, tey flestu úr Noregi. Kanningar aftaná staðfestu, at ov lítið av bjargingarútgerð var umborð. Skiparin og tveir reiðarar blivu drignir í rættin, har teir fingu stutta revsing.

 

Ein danskur lastbilførari, sum doyði í eldinum, bleiv seinni nevndur sum tann, ið hevði sett eld á skipið. Avvarðandi hjá teimum, sum doyðu, vilja nú hava at vita, um illgrunin til lastbilføraran er størri ella minni nú, enn hann var.