Teldubattarí gjørdi av við heila familju

Svenska løgreglan er nú liðug at kanna ein eldsbruna í Skåne, sum fyrr í heyst gjørdi av við mammu og fýra børn. Alt bendir á, at eitt teldubattarí festi í eina sofu. Fyrr í heyst doyðu fimm fólk ? mamma og fýra børn - í Skåne í Svøríki, tá eldur kom í hús teirra. Kanningar, sum nú fyriliggja í málinum, siga, at orsøkin til eldsbrunan helst var eitt teldubattarí, sum gjørdist ov heitt og festi eld í.

Løgreglan er ikki fullvís, men nógv bendir á, at ein av berbaru teldunum í húsunum var orsøkin til syndarligu vanlukkuna.

Eitt av børnunum hevði havt telduna á sofuni í sínum kamari og hevði tosað við ein vinmann á netinum sama kvøld, sum eldur kom í. Teldan var liggjandi á sofuni, tá tey fóru til songar.

Tað var ein granni, sum um 02-tíðina um náttina ringdi til brandstøðina og boðaði frá, at eldur var í hjá grannafamiljuni.

Tekniskar kanningar, sum nú fyriliggja, benda á, at tað var teldubattaríið, sum festi eld í.

Húsini fingu ikki stóran skaða, men eftir øllum at døma doyði familjan av roykeitran og av eitrandi gassi.

Líkt er til, at familjan hevði roynt at komið sær út úr húsunum, men var fallin í óvit av roykinum.