Fýra sløkkiliðsmenn fingu skaða, tá eldur kom í amerikanska kjarnorkukavbáin USS Miami, sum lá við bryggju við Portsmouth Naval-skipasmiðjuna í statinum Maine.
Ein talsmaður fyri herflotan sigur, at kjarnorkureaktorurin var ikki í gongd, tá eldur kom í kavbátin. Nógvur roykur lá yvir havnarlagnum, men løgreglan sigur, at roykurin var ikki eitrandi, og at tað var ongantíð nakar vandi á ferð. Tað er ikki greitt, hví eldurin kyknaði.
USS Miami er ein álopskavbátur. Hann er bygdur í 1990 og var nummar fimm í einari røð av 23 kavbátum, sum vórðu bygdir til herflotan. Byggikostnaðurin fyri ein tílíkan kavbát var 900 milliónir dollarar.










