Einnýtisgrill var ikki sløkt – og so kyknaði eldur í skrellispannini

Sløkkiliðið hevur verið boðsent tvær ferðir í vikuni í høvuðsstaðnum

Um illa stóð til, so kundi tað enda heilt galið seinnapartin í gjár. Eldur kom í eina skrellispann, sum hongur á bygninginum hjá Tjóðsavninum í Gomlu Hoyvíkini. Lukkutíð komu nøkur fólk framvið, sum sløktu eldin við pulvursløkkjara, áðrenn eldur kom í sjálva bygningin og søguliga tilfarið hjá Tjóðsavninum har. 

Sløkkiliðið varð boðsent við fullari manning, og tamarhald fekst skjótt á støðuna.

– Tað er okkurt, sum bendir á, at ein einnýtisgrill varð koyrd í skrellispannina, sum so hevur fest í tað, sum var í skrellispannini, sigur vakthavandi hjá løgregluni. 

– Nógv fólk var í Gomlu Hoyvíkini í gjár. Tey vóru úti í góðveðrinum, sólaðu sær, og onkur hevði so grill við. Tað var tí ein stór uppgáva at finna útav, hvør átti grillina, og hvat var hent, greiðir vakthavandi frá. 

Men nakað aftaná hendingina ringdi ein persónur til løgregluna og gav nakrar upplýsingar um, hvør møguliga kundi átt hesa einnýtisgrillina.

Fólkini høvdu eftir øllum at døma borið hesa einnýtisgrillina við hondunum, og tey hava ivaleyst hildið, at eingin vandi var á ferð, tí grillin var køld, tá hon varð koyrd í skrellispannina. Men grillin hevur so ikki verið heilt sløkt, vísir tað seg.

Sløkkiliðið fór inn í bygningin í gjár, tí har var ein illgruni um, at tað var brent inn gjøgnum klædningin á húsasíðuni. Av tí at skrellispannin er føst í húsunum, so hevur húsaveggurin fingið nakað av skaða. Men hetta er ikki heilt liðugt kannað enn, sigur vakthavandi.

Hetta er ikki einasti eldtilburðurin í vikuni. Og heldur ikki einasti tilburðurin, har eldur var komin í eina skrellispann. Mánadagin kom nevniliga eldur í eina skrellispann í Gundadali uttan fyri FSF-húsið.

Nakrir tannáringar høvdu sett eld í eina bingju, sum er væl størri enn tann í Gomlu Hoyvíkini. Tveir persónar, sum eru undir 15 ára aldur hava játtað seg sekar, og sosialu myndugleikarnir eru komnir upp í leikin.

Løgreglan sigur, at her er einki samband millum hesar báðar eldsbrunarnar.

Annars er einki serligt nýtt frá løgregluni. Ein persónur bleiv tikin við kenning seint á kvøldið í Borðoynni.