Í morgun kom tann fyrsti sleipibáturin til ferðamannaskipið "Carnival Triumph", sum hevur rikið fyri vág og vind í Meksikoflógva, eftir at eldur kom í maskinrúmið sunnudagin.
Skipið, sum er góð 100.000 tons stórt, verður nú togað til Mobile í amerikanska statinum Alabama, hagar tað ætlandi kemur hósdagin. 3.143 ferðafólk eru umborð, og manningin telur 1.086.
"Carnival Triumph" fór úr Galveston í Texas í síðstu viku og var statt úti fyri Yucatan-hálvoynni í Meksiko, tá eldur kom í maskinrúmið. Síðani rak skipið 80 fjórðingar, áðrenn tann fyrsti sleipibáturin kom til tað í morgun.










