sumri í 2016 metti familjan, at best var at fara úr landinum eina tíð, meðan ruðuleiki valdaði í landinum. Kærleikin til landið og fólkið var tó so sterkur, at ætlanin var altíð at fara aftur, men tað fekk [...] steðgaður á flogvøllinum, avhoyrdur og útsettur fyri tortur, fyri síðan at verða noktaður atgongd til Turkalands við grundgevingini, at hann er ein hóttan móti almennu trygdini í landinum.
verður høvi at hoyra forvitnisligan fyrilestur hjá Sjúrði Hammer, granskara, eins og frálíkir tónar verða at hoyra frá songkvinnuni, Leu Kampmann. Eisini fer Ingmar Valdemar á Løgmansbø at greiða frá um [...] um verkætlan um plastdálking. Sjúrður Hammer fer at greiða frá dálkingarevnum við denti á plastdálking í fugli. Hann tekur í síni PhD verkætlan støði í skúgvinum í Føroyum. Skúgvurin er millum mest dálkaðu [...] ymiskar nøgdir av dálkingarevnum í fuglinum. - Síðan ídnaðarkollveltingina eru ymisk eiturevni farin at savnast í havinum – eisini um okkara leiðir. Fyri fugl kann liviháttur og føði í stóran mun ávirka
kappingarár, har málið er at vinna FM. Í vikuni skrivaði In.fo, at HB hevur verið í samband við René Shaki Joensen, ið spælir við Vendsyssel, men í dag hevur hann avgjørt at halda fram í danska felagnum [...] felagnum. Tað ljóðar nú, at millum spælararnar, ið HB hyggur eftir eru Martin Bergvold, Brent McGrath og Daniel Petersen. Serliga Martin Bergvold er eitt kent navn í donskum fótbólti. Hann hevur spælt við millum [...] Livorno, men nú í Seriu B. Brent McGrath er úr Avstralia og spælir við Esbjerg, har hann hevur frítt at fara. 25 ára gamli áleyparin hevur ein fortíð í Brøndby IF. Hann hevur síðani spælt í heimlandinum
skerst ikki burtur, at tað hevur verið stór framgongd í Hvalba seinastu nógvu árini. Og tað sæst aftur í skattainntøkunum hjá kommununi. Ein uppgerð, kommunan hevur gjørt, vísir, at í fjør fekk Hvalbiar [...] verið støðug, og sum heild, veksandi. Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, sigur, at tað er sjálvandi eingin ivi um, at tað er virksemið í bryggjuni, sum hevur givið kommununi so gott úrslit, bæði fiskavirkið [...] setti skattainntøkan met í fjør, tí tað er tað besta árið hjá kommununi nakrantíð. Tað merkir eisini, at í fjør var skattainntøkan hjá Hvalbiar Kommunu heili 73 prosent hægri enn hon var fyrst í hesi øldini
útleigaran seinnapartin, stutt áðrenn at trolarin fór útaftur á fiskileið. Løgreglan leggur dent á at kortleggja alla farleiðina hjá bilinum. Kanningar av bilinum vístu í gjár, at brotsverk varð framt í bilinum [...] leysatin eftir avhoyringar í gjár, hevur sambært løgregluni einki við hvorvnu kvinnuna at gera. Frettablaðið skrivaði, at vakmyndatól á havnarlagnum høvdu sæð tveir mans koma til trolaran í einum reyðum Kia [...] kravi um fýra vikur varðhaldsfongsling. Hægsti rættur nýtir vanliga einar tveir til tríggjar dagar at taka slíkar avgerðir, skrivar visir.is Menninir vórðu handtiknir um middagsleitið mikudagin av íslendsku
Øll her hava prøva at vera onkra aðrastaðni á jólum, og vita hvat tey ikki eru við til. Tað sigur Martin Kúrberg, dagligur leiðari í Herberginum, ið greiðir frá, at starvsfólkini royna at gera meira burturúr [...] m. - Vit forkela tey við góðum mati og gera tað jólaligt inni. Av tí at hetta kann vera ein so tung tíð hjá summum, so royna vit at vera eyka væl við tey. Um íbúgvarnir ynskja tað, so verður eisini pyntað [...] rísalamang oman. Tá plaga vanliga eini tíggju fólk aftrat koma og eta við okkum. Tá vit so eru liðug at eta fáa øll gávur, ið ymisk hava latið okkum. Tað er vanliga ein heit troyggja, ein húgva ella okkurt
fegnin um, at vit nú hava fingið eitt Ungdómsráð í Vági og at ungdómsarbeiðið í Vágs kommunu við hesum kann verða uppraðfest. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at tey ungu sjálvi eru við til at mynda, hvat [...] eisini á skránni, har tey ungu tóku fyrstu stigini til at seta ymiskt á skrá, sum tey kundu hugsað sær varð uppraðfest í Vágs kommunu. Heimasíðan skrivar, at nýggja ungdómsráðið ferð til verka beinanvegin. Vágs
frumsýndur umaftur í Havnar Bio. Talan er sjálvandi ikki um eina frumsýning, men hetta er fyri at hátíðarhalda, at júst hendan dagin fyri 20 árum síðani, 28. september í 1997, varð tá dýrasti filmurin í Danmark [...] fólk hava fingið møguleika at tekna seg, sigur Nils Malmros. Um helmingurin av statistunum vóru til upptøkurnar í Danmark, so tey eru valla í Føroyum. – Eg gleði meg mest til at hitta øll hesi fólkini aftur [...] spældi Harra Pál og Peter Reichhardt, sum spældi Andreas, greiðir Nils Malmros frá. Ætlanin var eisini, at høvuðsleikarin, Anneke von der Lippe, sum spældi Barbara, skuldi koma, men tað brast henni tíverri
merkis, at hann gjørdi nakað annarleiðis, enn aðrir læknar. Tey blivu eisini spurd, um ákærdi læknin longu tá altíð kannaði klitoris hjá kvinnunum, men tað vistu tey ikki. Serlæknin meinti, at hon hevði [...] onnur servitni og Sundhedsstyrelsen hava sagt, at tað er sera óvanligt at kanna klitoris hjá kvinnunum í eini undirlívskanning. [...] undirlívskanningum, sum hevði ábyrgd av kommunulæknanum, tá hann var í starvslæru. Øll trý høvdu bara gott at bera kommunulæknanum. Tey upplivdu hann sum nágreiniligan og dugnaligan í sínum og høviskan í síni
Gjógv herfyri fór at gera blóðpylsu og rullupylsu. Hon ger nakrar blóðpylsur um árið men fleiri rullipylsur. Uppskriftin er gingin í arv frá mammu hennara. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videobrotið [...] í pylsurnar, verða tær rullaðar saman. Tað er umráðandi at rulla tær fast saman. Síðani koyrir Jóhanna eitt net útyvir pylsurnar ístaðin fyri at seyma tær saman. Tað er bæði skjótari og nemmari, greiðir [...] rullupylsu, men okkum dáma best hesi, sigur hon. Síðani leggur hon tvey husblas á hvønn mørin, soleiðis at pylsan heldur saman. Husblassið hevði staðið á bloti í einum glasi av vatni í eini 15 minuttir, áðrenn