Skúgvur er illa dálkaður

Skúgvurin er millum mest dálkaðu djór í føroysku náttúruni, men samstundis eru sera ymiskar nøgdir av dálkingarevnum í fuglinum.

 

Týskvøldið 10. januar - tað er í annaðkvøld - klokkan 20.00 møtir granskingin tónleikinum í Reinsarínum í Tórsgøtu. Tá verður høvi at hoyra forvitnisligan fyrilestur hjá Sjúrði Hammer, granskara, eins og frálíkir tónar verða at hoyra frá songkvinnuni, Leu Kampmann.

 

Eisini fer Ingmar Valdemar á Løgmansbø at greiða frá um verkætlan um plastdálking.

 

Sjúrður Hammer fer at greiða frá dálkingarevnum við denti á plastdálking í fugli. Hann tekur í síni PhD verkætlan støði í skúgvinum í Føroyum. Skúgvurin er millum mest dálkaðu djór í føroysku náttúruni, men samstundis eru sera ymiskar nøgdir av dálkingarevnum í fuglinum.

 

- Síðan ídnaðarkollveltingina eru ymisk eiturevni farin at savnast í havinum – eisini um okkara leiðir. Fyri fugl kann liviháttur og føði í stóran mun ávirka, hvussu nógv av hesi dálking endar í fugli, og hvørji árin eru.

 

Víst verður til kanningar, sum lýsa hvørja avleiðing føðin, sum skúgvur finnur sær, hevur fyri fuglin, og hvørji dálkingarevni fuglurin fær í seg. Á hendan hátt kunnu vit brúka vitan um náttúruna, og hvussu hon broytist sum eitt barometur fyri dálkingarstøðuni um okkara havleiðir.

 

Til seinast á forvitnisliga tiltakinum í Reinsarínum, sum annars er ókeypis, fer Ingmar Valdemar á Løgmansbø at greiða frá einari verkætlan um plastdálking framvið strondum og vøtnum í Føroyum. Verkætlanin fekk umhvørvistuðul frá Tórshavnar kommunu í 2016.