Inntøkurnar í Hvalba settu met

Bara í hesi øldini eru inntøkurnar hækkaðar heili 73 prosent

Tað skerst ikki burtur, at tað hevur verið stór framgongd í Hvalba seinastu nógvu árini.

 

Og tað sæst aftur í skattainntøkunum hjá kommununi.

 

Ein uppgerð, kommunan hevur gjørt, vísir, at í fjør fekk Hvalbiar Kommuna slakar 22,6 milliónir inn í skatti, og sostatt setti skattainntøkan met í fjør, tí tað er tað besta árið hjá kommununi nakrantíð.

 

Tað merkir eisini, at í fjør var skattainntøkan hjá Hvalbiar Kommunu heili 73 prosent hægri enn hon var fyrst í hesi øldini, tí í 2000 var hon beint omanfyri 13 milliónir krónur. Upp á bara 17 ár í hesi øldini er skattainntøkan hjá kommununi sostatt hækkað 9,6 milliónir krónur.

 

 

Sum heild er skattainntøkan hækkað ár um árið og okkurt árið hevur hon staðið mestsum í stað.

 

Men eitt undantak er, sum leypur í eyguni, og tað er, at frá 2007 til 2009 var eitt stórt bakkast, tí tá lækkaði skattainntøkan 2,7 milliónir krónur, frá 19,6 milliónum krónum í 2007 til 16, 9 milliónir í 2009. Men so kom gongd á aftur, og síðani hevur inntøkan verið støðug, og sum heild, veksandi.

 

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, sigur, at tað er sjálvandi eingin ivi um, at tað er virksemið í bryggjuni, sum hevur givið kommununi so gott úrslit, bæði fiskavirkið og trolararnir við øllum tí virksemi, teir kasta av sær.