- Desember er ein tung tíð

- Desember er ein tung tíð hjá teimum, ið búgva á Herberginum. Øll her hava prøva at vera onkra aðrastaðni á jólum, og vita hvat tey ikki eru við til.


Tað sigur Martin Kúrberg, dagligur leiðari í Herberginum, ið greiðir frá, at starvsfólkini royna at gera meira burturúr matinum og øðrum í jólamánaðinum.


- Vit forkela tey við góðum mati og gera tað jólaligt inni. Av tí at hetta kann vera ein so tung tíð hjá summum, so royna vit at vera eyka væl við tey. Um íbúgvarnir ynskja tað, so verður eisini pyntað við jólapynti í teirra rúmum.


Ellivu fólk búgva fast í Herberginum, men á jólum eru tað vanliga nøkur fólk aftrat, ið koma inn á gólvið og eta jóladøgurða vit teimum.


- Vit eta dunnu og fáa so rísalamang oman. Tá plaga vanliga eini tíggju fólk aftrat koma og eta við okkum. Tá vit so eru liðug at eta fáa øll gávur, ið ymisk hava latið okkum. Tað er vanliga ein heit troyggja, ein húgva ella okkurt líknandi, sigur dagligi leiðarin á Herberginum.


Harumframt er eisini ein løta fyrr á degnum, tá løgmaður og borgarstjórin luttaka.


- Vit hava á hvørjum ári eina jólaløtu fyrrapart, tá løgmaður og borgarstjórin koma á vitjan og heilsa upp á búfólkið. Onkur røða er vanliga á skránni tá, men annars sita vit bara og práta saman og hugna okkum, sigur Martin Kúrberg.