Føroyingnur tortureraður í Turkalandi

Tað var ein týðiligur munur at koma úr Hvannasundi um morgunin, og so enda í kliva saman við einum úr IS. Tað sigur Silas Olofson, føroyskur presturin, ið varð útsettur fyri tortur av turkiskum myndugleikum.

Brot úr Sosialinum í dag. Les júst hvat hendi, tá ið Silas Olofsson vitjaði i Turkalandi í blaðnum í dag. Les eisini hví Kári Nielsen, U21 landsliðsvenjari í hondbólti, nú hevur lagt frá sær. Les hvat hendi, tá ið ætlaða forsetavalstríðið í FSF varð avblást í 12. tíma. Og so kanst tú eisini lesa um tær gamibusku tvíburðasystrarnar, sum í 15 mánaðir hava bíðað eftir svarið frá útlendingamyndugleikunum. Blaðið fæst í handlum kring landið nú seinnapartin. 

 

Líka síðan Silas Olofson fyrstu ferð fór til Turkalands í 2008 hava landið og fólkið átt eitt serligt pláss í hjarta hansara. Túrurin í 2008 gjørdist tann fyrsti av mongum, og á sumri í 2012 flutti føroyski presturin við familjuni til høvuðsstaðin í Ankara, har hann hevur virkað sum prestur í einari kirkju, meðan hann hjálpti flóttafólkum í landinum.

 

Hóast kristindómur ikki hevur havt tey bestu korini í landinum, so hevur familjan trivist, men eftir kvettroyndina á sumri í 2016 metti familjan, at best var at fara úr landinum eina tíð, meðan ruðuleiki valdaði í landinum.

 


Kærleikin til landið og fólkið var tó so sterkur, at ætlanin var altíð at fara aftur, men tað fekk ein bráan enda í síðstu viku, tá Silas Olofson varð steðgaður á flogvøllinum, avhoyrdur og útsettur fyri tortur, fyri síðan at verða noktaður atgongd til Turkalands við grundgevingini, at hann er ein hóttan móti almennu trygdini í landinum.