Kommunulæknamálið: Merktu einki óvanligt við læknanum

Í gjár og í dag hava fyrrverandi samstarvsfelagar hjá kommunulæknanum greitt frá, hvussu tey hava upplivað samstarvið við kommunulæknan. Talan er um eina sjúkrasystir, sum hevur arbeitt saman við kommunulæknanum á kommunulæknavaktini á Landssjúkrahúsinum, ein fyrrverandi kommunulækna, sum ákærdi var í starvslæru hjá, og ein serlækna í undirlívskanningum, sum hevði ábyrgd av kommunulæknanum, tá hann var í starvslæru.

 

Øll trý høvdu bara gott at bera kommunulæknanum. Tey upplivdu hann sum nágreiniligan og dugnaligan í sínum og høviskan í síni atburð móti sjúklingum.

- Hann tók sær betri tíð enn eg sjálv til undirlívskanningarnar, men hinvegin hevði hann meiri samskifti við kvinnurnar og greiddi meiri frá, hvat hann gjørdi, enn eg plagi, greiddi serlæknin frá.

 

Sjúkrasystirin og serlæknin høvdu fleiri ferðir verið til staðar, tá kommunulæknin hevði framt undirlívskanningar, men høvdu ongantíð lagt til merkis, at hann gjørdi nakað annarleiðis, enn aðrir læknar.

 

Tey blivu eisini spurd, um ákærdi læknin longu tá altíð kannaði klitoris hjá kvinnunum, men tað vistu tey ikki. Serlæknin meinti, at hon hevði varnast tað, um hann gjørdi tað, og at hon hevði viðmerkt tað, um so var. Eftir hennara minni vóru undirlívskanningar hansara sum allar aðrar. Bæði serlæknin og kommunulæknin søgdu tað sama sum onnur servitni og Sundhedsstyrelsen hava sagt, at tað er sera óvanligt at kanna klitoris hjá kvinnunum í eini undirlívskanning.