Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG høvdu fína vitjan í Svendborg í kvøld. Teir tóku ímóti verandi Champions League meistarunum, Magdeburg.
Í fyrra hálvleiki gekk framúr væl hjá GOG, og megnaðu Óli og liðfelagarnir at trýsta týska stórliðið, og í steðginum vóru bert tvey mál á muni, har Magdeburg var frammanfyri 18-16. Baksíðan av fyrra hálvleiki var tó, at bakkurin hjá GOG, Nicolai Pedersen mátti fara út við skaða.
Í seinna hálvleiki var greiður munur. Magdeburg skoraði uppá nærum hvørt álop, og teir og málverji teirra tóku nógv í verjuni. Eitt skiftið var Magdeburg frammanfyri við 11 málum. Tað endaði við einum 39-30 sigri til Magdeburg.
Óli skoraði trý mál upp á fimm málmøguleikar, umframt at leggja upp til onnur mál.
Magdeburg er fremst í bólki B við átta stigum fyri fýra dystir. GOG er triðaftast við tveimum stigum fyri fýra dystir. Tað ræður um hjá GOG at enda millum seks tey ovastu liðini, so teir fáa tveir Play Off dystir um rættin at spæla í fjórðingsfinalunum.
Komandi sunnudag klokkan 17 verður føroyingauppgerð í bestu donsku deildini. Tá taka Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg móti GOG á heimavølli.
HER sæst frá Eurohandball ein samandráttur frá dystinum GOG-Magdeburg 30-39 (16-18):
##med2##