tinginum, at ein ikki so lítil partur av tingmonnunum vóru sjómenn. Fyri eini hálvari øld síðani var tað vanligt, at nógvir av teimum, sum vóru valdir á ting, ikki tóku lut í tingarbeiðnum ein part av árinum [...] Norðasta havnin, sum Halgafelli røkkur, er Thule. Norður hagar slepst bara í august. Ein ferð norður hagar fer við fjúrtan døgum, og tað vil við øðrum orðum siga, at tá væl veit við, so vitjar Halgafelli [...] sjómenn, sum kendu seg noyddar at leggjast uppi, um teir skuldu liva upp til álitið, sum veljarin hevði víst teimum, eru fleiri. Vit kunnu nevna Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi tingformannin, sum fór úr
Eg havi sæð ein óndan jólamann.. ikki bara var hann óndur, hann var eisini danskur..! Hetta var í Havn, til eina av teim mongu jólaveitslunum hjá einum felag, har sonurin er so heppin at vera limur. Næstan [...] til mín jólaaftan? Hvørt ár? Gevur hann mær tað, sum eg ynski mær? Kann eg skriva honum bræv? Hví vitjar hann hjá grannunum hvørt ár og her hevur hann bara verið einaferð? Hava vit nakran skorstein og hvussu [...] verkstaðnum hjá jólamanninum? Hví er alt góðgæti í hosuni sama slag sum tað í spískamarinum hjá okkum? Tað sum børnini uppliva nú, er ein ørgrynna av jólamonnum, í fleiri vikur fyri jól. Teir búgva fyrst
ikki verið við og givið tónleikinum so nógv, so hevði hon als ikki verið so væl eydnað. Tað hevur ongantíð verið nakað hitt á útgávuni, men hon hevur staðið meira sum ein heild. Tað hevur eisini havt við [...] Frændum, og ein grund til tað var, at hann vildi sleppa at spæla sítt egna tilfar inn. Í Frændum vóru tað teir tríggir høvuðslimirnir, sum skrivaðu sangirnar. ? Ein orsøk til, at eg vildi gera so nógv burtur [...] løtu. Eg grenji kanska eitt sindur um pengar, men tað hevur verið mær ein tung byrða. Tá lánið rættiliga ríður mær sum ein marra, so plagi eg at ugga meg við sjálvari útgávuni. Tað var úrslitið, og tað
ar, sum lógu stroyddar sum ein lýsandi perluketa undir okkum. Og har úti, nakrar fjórðingar úti í Bermudatrýhyrninginum, sást skyggjandi eldur, sum í stoytum lýsti upp stór øki. Tað var toran, sum gekk [...] hjá okkum, kann ikki samanberast. Eg kendi longu við innskrivingina, at var nakað, ein skuldi hava í ríkiligt mát av, so var tað tol. Guð forbarmi seg. Starvsfólkið var so ikki lært at vera til fyri gestirnar [...] at fara við, tí tey kendu tað helst ikki, og so fekk eg bara trupulleikar. Hevði satt at siga eisini ætlað at fáa mær tað reyðrótalitaða ES passið, sum eg, sum borgari í danskari kommunu, havi rætt til.
Vanliga er tú tað sum loysir seg best at vera og í Føroyum hevur tú tað best, hugsar tú sum ein føroyingur. Hyggur tú í føroysku telefonbókina, so dettir tú skjótt yvir fremmand eftirnøvn sum Svabo, Winther [...] tey eru so føroysk, sum ein kann hugsa sær. Tey eru integreraði í føroyska samfelagið, tey eru tikin við upp í samfelagið. Og nógv av teimum, sum bera hesi eftirnøvn hava verið úrmælingar á so mongum økjum [...] nøvnini stava frá monnum, sum eru fluttir til Føroyar, summir fyri mongum árum síðan, summir nýliga, men felags fyri øll hesi eftirnøvn er, at tey fólk, sum bera hesi, og sum beinleiðis eru í ætt við
enn størri, enn tær, sum framganga á hjáløgdu talvu. Spurningur kann tí setast við, um tað er Føroya Tele ella Fjarskiftiseftirlitð, sum eiga heiðurin fyri lækkaðu prísirnir, sum framyvir fara at galda [...] stóra skuld, sum tó er minkað í stórum seinasta tíggjuáraskeiðið. Hann greiddi tó eisini frá, at Føroya Tele sær tað sum eina samfelagsskyldu at lækka nýtsluprísirnar, tá hetta verður mett at vera fíggjarliga [...] hetta verður so, tykist tó alt annað enn sannlíkt, tí av øðrum tølum, sum vórðu framløgd fríggjadagin framgekk, at Føroya Tele væntandi fer at hava eina nettosølu í 2000 upp á 245 mió. kr., sum er uml. 30
lygnum og faktisk sjálv í útvarpinum dagin eftir sigur, at tað kann gott vera, at hon hevur logið. Kann løgmaður bara lata sum einki, tá ið ein av hansara monnum verður skuldsettur fyri at lúgva? Heri Mortensen [...] pensionistarnir skulu fáa meira, og tá ið so samanumkemur fáa tey nógv minni. Tað var einaferð ein danskur sangari sum sang? der er noget galt i Danmark__? hetta kann ein vist róliga umseta til Føroyar. Eisini [...] lítla landið ráð at hava fólk at ráða yvir okkum, sum bert gera mistøk. Hvat er so hetta mistakið? ? jú eitt ár 2000 problem, sum als ikki er til ? so lætt er tað, at billa okkum okkurt inn. Hví lat Helena
? Tað ber ikki til bara at finnast at og so ikki gera nakað meira við málið. Eg taki útsagnirnar hjá Tórbirni Jacobsen sum eitt slag av eftirmeting av stýrisskipanini, og haldi eg, at vit eiga at viðgera [...] arbeiðsgongdina í tinginum, og skýrir hann løgtingið einans at vera eina avgreiðslustovu hjá landsstýrinum. Tískil metir hanns tingmenn sum atkvøðuneyt hjá teimum átta landsstýrismonnunum. Kritikkur móti [...] meti atfinningarnar hjá Tórbirni at vera móti tinginum, ið ikki er nóg sterkt at megna sínar uppgávur. Løgtingið hevur í nýggju stýriskipanarlógini somu møguleikar sum onnur parlament í heiminum. Men st
eisini loyvi til at vera eitt sindur við í spælinum. Sum vera man, so var ferðin á spælinum nógv minni seinasta hálvan tíman, við tað at útiliðið so at siga longu hevði fingið tað, sum tær vóru komnar eftir [...] Himmalvíður munur hevur eisini verið á spælinum, sum liðini bæði hava sýnt, og uttan at taka nakað frá Tjaldrinum kann sigast, at tað hevði verið meira enn ein risa sensatión, um tær høvdu skalað mótstøðuliðnum [...] fingið ein heldur harðan stoyt, og tí var forðin nakað eym í rygginum. Sunnudagin var hon tó aftur at síggja á vøllinum, og hennara partur lá so ikki eftir, tá dysturin var liðugur. Ikki er tað bara við
sjógv millum seg og vágsgenturnar, og hóat tær á útiliðnum royndu at muta ímóti, so gjørdist munurin alsamt størri, so hvørt sum hálvleikurin leið. Í seinna hálvleiki var líkt til, at gongdin skuldi gerast [...] leikarar á liðnum, og hesu ferð var tað serliga Jacklin, sum gjørdi um seg. Fleiri ferðir smeyg hon sær inn um VB verjuna, og gekk hetta ikki, so leyp hon bara upp og royndi seg úti frá, og aloftast endaði bólturin [...] sterkt, at hon aftur kann vera við í dysti. Fyrra hálvleik sat hon á beinkinum allar 30 minuttirnar, men í seinna hálvleiki var hon á vøllinum, og ivaleyst munnu flestu vestmenningar vera sera takksamir fyri