Bara ein sjómaður er eftir í tinginum

Sjómenn, sum verða valdir inn á ting, leggjast uppi, tí tað ber ikki til at samantvinna vinnu á sjónum og politiska arbeiðið

Jóannes Hansen


Tað var tann tíð, tá tað rættuliga sást aftur í tinginum, at ein ikki so lítil partur av tingmonnunum vóru sjómenn. Fyri eini hálvari øld síðani var tað vanligt, at nógvir av teimum, sum vóru valdir á ting, ikki tóku lut í tingarbeiðnum ein part av árinum, tí teir vóru á sjónum. Tá sum nú varð tingið sett á ólavsøku, men í skrúðgonguni á ólavsøku restaðu nógvir, og m.a. tí varð lítið gjørt við tingarbeiðið fyrr enn tað var komið eitt sindur út á heystið. Vanligt plagdi at vera, at løgtingið kom saman um mánaðarskitið september/oktober. So varð arbeitt til jóla, tingið kom saman aftur síðst í januar, og frammanundan flaggdegnum høvdu tingmenn biðið hvørjum øðrum farvæl.

Síðstu stóru fjórðingsøldina hevur tað at vera løgtingsmaður verið meiri tíðarkrevjandi, enn tað var frammanundan, og tað hevur havt við sær, at menn hava kent seg noyddar at siga sjólívinum farvæl, og tað hevur ikki altíð loyst seg so væl, tá tað ræður um inntøkuna.

Dømini um sjómenn, sum kendu seg noyddar at leggjast uppi, um teir skuldu liva upp til álitið, sum veljarin hevði víst teimum, eru fleiri. Vit kunnu nevna Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi tingformannin, sum fór úr tinginum á valinum í fyrraárið. Hann var skipari, tá hann varð valdur á ting í 1970, men tað gjørdist alt longri millum túrarnar hjá honum, og nógvu tey seinnu árini var hann ikki sjómaður.


Henrik hongur í

Javnaðartingmaðurin Henrik Old er skipari. Men nógvu tey seinnu árini hevur politiska arbeiðið havt við sær, at hann hevur verið lítið á sjónum. Kortini er hann ikki heilt sørur enn, tí á hvørjum sumri siglir hann sum skiparaavloysari við nótaskipum.

Í síðstu tingsetu samtykti løgtingið, at tað skal ikki bera til hjá almennum starvsfólkum at hava meiri enn hálvt starv við síðuna av tingarbeiðnum. Tað verður mett, at tingarebeiðið er so mikið nógv og týdningarmikið, at tað er ikki ráðiligt at hava meiri enn eitt hálvt starv við síðuna av.

Um tey, sum eru í privatari vinnu, eru í meiri enn hálvum starvi, kann løgtingið sjálvt ikki gera nakað við. Tað verður ein søk millum tingfólkið og arbeiðsgevaran. Men tað er ein sannroynd, at tað hongur illa saman at røkja starv á sjónum og samstundis at vera løgtingsmaður.


Heldur ólavsøku

í Grønlandi

Nú ganga allir politikararnir í skrúðgongu á ólavsøku. Tað skulu teir sambært stýrisskipanarlógini, og teir skulu boða frá, um tað ikki ber teimum til at møta.

Tórbjørn Jacobsen hevur ikki verið í skrúðgonguni tær báðar ólavsøkurnar, hann hevur sitið í tinginum, og um hann ger av at halda fram í politikki, so fer tað sambært hann sjálvan, ikki at bera honum til at taka lut í skrúðgongunum, so leingi hann er í starvinum, sum hann nú er í.

Tórbjørn Jacobsen eigur saman við pápa sínum, Jóan Jakku Jacobsen á Glyvrum, frystifarmaskipið Halgafelli. Tá teir í gjár fóru av Skálafjørðinum, gekk leiðin til Murmansk. Hesa fyrstu tíðina skulu teir sigla fyri íslendska Samskip. Teir sigla við frystum fiski ? mest sild og makreli. Rutan verður úr Murmansk og til Bodø, Ålesund, Emshaven og Grimsby, áðrenn teir aftur seta kós til Murmansk.

Í mong ár hevur Halgafelli um sumrarnar siglt framvið grønlendsku vesturstrondini. Tann siglingin er treytað av ísviðurskiftunum. Vanliga fara teir undir siglingina í mai. Onkuntíð hava teir verið noyddir at gevast í september, men tað er eisini komið fyri, at teir hava siglt út í desember.

Norðasta havnin, sum Halgafelli røkkur, er Thule. Norður hagar slepst bara í august. Ein ferð norður hagar fer við fjúrtan døgum, og tað vil við øðrum orðum siga, at tá væl veit við, so vitjar Halgafelli tvær ferðir um árið í Thule.