Orðaskiftið um tey mongu fremmandu, sum seinstu árini eru flutt til vesturheimin, er hart í løtuni. Í Danmørk gongur serliga bonksliga á og flokkar, sum hava sett sær fyri at sáa hatur millum fremmand og donsk, hava góðar dagar. Í einum komandi fólkatingsvali stendur Dansk Folkeparti, við Piu Kjærsgaard á odda, til ein stórsigur. Úti undir vaðingini byrjar haturssáarin mikli, Mogens Glistrup, at remba sær. Hann ætlar sær eisini upp í part og Gud náði tey, sum hava annan húðalit enn donsk, koma hesir mannahatsku politikarar til valdið.
Orðið integrerast finst ikki í tí føroyska málinum. Í nýggjastu Donsk/Føroysku orðabókini er hetta orð umskrivað soleiðis: ?Gestaarbeiðarar mugu takast við upp í samfelagið.? Hetta orð verður nógv nýtt í dag, eitt nú í Danmark og nógvar miseydnaðar royndir eru gjørdar fyri at fáa gestaarbeiðarar at fella til sum danir í Danmørk.
Føroyingar hava verið toluliga tolsamir, tá tað snýr seg um at taka væl ímóti fremmandum fólkum. Hyggja vit í telefonbókina, so síggja vit nógv fremmand eftirnøvn, men tey, sum bera hesi eftirnøvn, eru líka føroysk sum øll onnur í Føroyum. Útlendskir tilflytarar eru eftir fáum árum vorðnir
broyttir til føroyingar av hørðu vesturættini, føroyska slatrinum, okkara egnu útgávu av jantelógini og eisini av reint praktiskum ørsøkum. Vanliga er tú tað sum loysir seg best at vera og í Føroyum hevur tú tað best, hugsar tú sum ein føroyingur.
Hyggur tú í føroysku telefonbókina, so dettir tú skjótt yvir fremmand eftirnøvn sum Svabo, Winther, Matras, Debes, Krabenhøft, Klein, Restorff, Mohr, Kyster, Kruse, Hentze, Isholm, Sloan, Guðjónsson, Ellefsen, Breckmann, Dam, Claussen, Balle, Birch, Bischoff, Bisp, Lützen, Müller, Pøhlsgaard, Klargård, Manai, Sigurðsson, Slyne, Skoubo, Splidt, Terp, Tetler, Wardum, Ziska o.s.v.
Øll hesi nøvnini stava frá monnum, sum eru fluttir til Føroyar, summir fyri mongum árum síðan, summir nýliga, men felags fyri øll hesi eftirnøvn er, at tey fólk, sum bera hesi, og sum beinleiðis eru í ætt við tilflytararnar, tey eru so føroysk, sum ein kann hugsa sær. Tey eru integreraði í føroyska samfelagið, tey eru tikin við upp í samfelagið. Og nógv av teimum, sum bera hesi eftirnøvn hava verið úrmælingar á so mongum økjum. Fremmand eftirnøvn hava mannað garð um okkara móðurmál og gjørt risaavrik málinum at frama.
Okkurt av hesum eftirnøvnum hevur lyft føroyingin av drýlinum og heilt yvir at wienarbreyðinum, onkur kveikti lív í føroyska andslívið, purraði kirkjuna
út, aðrir lærdu føroyingar keypmannslistina og uppaftur aðrir lærdu føroyingar at eta við knívi og gaffli.
Kanska føroyska tolsemi hvat fremmandum viðvíkur kundi lært danir og onnur við nakað, nú fleiri útlendingar búgva í Ishøj enn danir. Trupulleikin er bert tann, útlendingar í Føroyum higartil hava havt rætta húðalitin. Tað hava verið hvítir menn, sum eru fluttir higar, teir allarflestu. Eg veit ikki hvussu hevði verið statt, um føroyingar upplivdu lutfallsliga somu innflyting av ørvísi littum, sum dønum hevur verið fyri seinastu árini.
Tí rasisman rasar eins væl í føroyska samfelagnum og hon ger í tí danska. Eg hoyrdi jødi í negativari merking øll míni barnaár og eg var trøllvaksin maður, áðrenn eg fyrstu ferð sá eina jøda. Grønlendingar fáa hendur ikki altíð so mjúk orð frá okkum føroyingum.
Søgan sigur okkum, at danski óttin fyri útlendingum er ógrundaður, gevur samfelagið teimum møguleikar koma upp í samfelagið. Fyrr hava eisini nógvir
gestaarbeiðarar verið í Danmørk og at teir koma úr fremmandum londum, kanst tú bara síggja á teirra eftirnøvnum. Tá jútska heiðin varð velt í farnu øld,
fluttu hópin av týskum og hálendskum bøndrum til Danmarkar at dyrka jørðina,
íð danir ikki skoyttu um. Teir vóru upptiknir í danska samfelagið. Sama hendi við polskum bønarmonnum og kvinnum, sum arbeiddi á donsku bóndagørðunum.
At útlendingar flyta til eitt samfelag kann gerast ein styrkur fyri samfelagið, um teir fáa røttu karmarnir at arbeiða undir. Men kravið til fremandu fólkini eigur at vera, at tey læra málið og síðan at tey halda tær lógir, sum eru við at bera vælferðarsamfelagið frameftir.
Nøkur av teimum londum, sum eru fyrimyndir hjá okkum i Norðurlondum, eru júst lond har fleiri eitt eitt fólkaslag búgva lið um lið. Eitt nú USA, Ísrael, Bretland og Týskland. Hevði nýggja 21. øld lært okkum, at tolsemi mótvegis øðrum fólkum skapar frið og framgongd, so kundu vit av røttum kallað okkum eina kristna tjóð. Teir tríggir vísu menninir úr Eysturlondum, vóru fremmandir menn, tann miskunsami samáriubúgvin var fremmandur maður og soleiðis kundu vit blivið við at ferðast í søguni hjá føðingardags-barninum, sum setir aldur á 21. øld.
vinarliga
Jústinus Eidesgaard
Hamborg











