Tað vóru vit ógvuliga kedd um, tí hinir dreingirnir í grannalagnum skuldu ganga fyrrapart. So fóru vit undir at stríðast fyri at fáa hann fyrrapart og tá fingu vit ávíst Brúnaskúla. Og tað hava vit í allar [...] skúla tey gingu. Vit fingu als ikki frænir av, at nakar trupulleiki var. Men ein vika gekk, tá ið vit fingu bræv um, at Billa skuldi skrivast inn av nýggjum, hesa ferð í Kommunuskúlan. Vit eru rætt og slætt [...] Venjingarskúlan, og hon er ikki komin fyri seg síðani. Tað kann lætt henda fyri mína dóttir eisini. Børn eru ikki heima í dag í sama mun sum fyrr, vinarbondini, sum tey knýta eru á stovninum. Men meðan vinkonurnar
komandi ár. Hóast hølismøguleikarnir eru tøkir beint nú við at vit kunnu taka eina stovu í nýtslu afturat í Heimara skúla, koma vit í trupulleikar seinni. Vit tóku tríggjar 1. flokkar inn fyri tveimum [...] hølini. Vit halda tað er óforsvarligt, at flokkurin heldur fram at vera einsamallur har, men vit hava ongar møguleikar at hýsa honum í Venjingarskúlanum. Taka vit ein triðja 1. flokk inn nú, koma vit í somu [...] næmingar inn í Venjingarskúlan, men vit noyðast at arbeiða út frá teimum fortreytum vit hava. Foreldrini hjá børnunum í hinum triðja flokkinum, ið varð tikin inn í 1996 spyrja nú, hvat skal verða av teirra børnum
kvinnunum er nú komin væl áleiðis, og tað ber til at síggja, hvørji lið fara at gera seg galdandi í oddastríðnum, og hvørji lið hinvegin fara at berjast fyri lívinum í 1. deild. Sjey lið eru í deildini í [...] tapt ein. Hinvegin eru báðir sigrarnir komnir móti botnliðunum NSÍ og Skála, meðan ósigurin var móti B36. Eiðiskvinnur hava framvegis ikki spælt móti HB og KÍ, men tað sleppa tær nú, tí longu sunnudagin [...] framvegis heldur einki stig, men tær standa seg nógv betur enn tær hinumegin Skálafjørðin í løtuni. Sum nú er, er lítið sum bendir á, at sama felag, sum vann føroyameistaraheitið hjá kvinnunum í 1990 og aftur
in, at fyrireika okkum til hesar samráðingarnar. Og eg hugsi, at tað eru mong við mær, sum fegnast um, at vit nú loksins eru komin so langt, at hettamál, sum hevur elvt til so stóran skaða í Føroyum, og [...] skulu vit megna at taka við teirri fullu ábyrgd fyri landi okkara, soleiðis sum vit hava sett okkum fyri. Og stevnan og fólkafundurin er eitt hóskandi høvi at spyrja, um vit í dagstrevi okkara eru trúgv [...] vóru og eru enn eitt egið fólk. Til tess at røkka málinum verða vit viðhvørt noytt til at spreingja teir karmar, sum er, og soleiðis er í dag. Veikleikarnar hjá einum lítlum samfelag kenna vit, og hava
Føroyar. Eru stundir til at hitta onnur umboð, so skulu tey ikki koma á stongdar dyr í Tinganesi sigur hann og leggur aftrat, at hann kortini ikki fær lovað feløgunum nakað, nú tey uttan iva eru altráð eftir [...] -Við hesum vísa vit rættiliga andlit úteftir, og hetta haldi eg man fara at ganga okkara søk í síðsta enda sigur Eyðun Elttør, sum leggur dent á, at tað er umráðandi, at tað eru vit føroyingar sjálvir [...] uriaspost? at røkja, nú nærum alt landsstýrið fór til Danmarkar at samráðast. -Anfinn Kallsberg, løgmaður bað meg hava ábyrgdina í Tinganesi, meðan hann og hinir landsstýrismenninir eru í Danmark. Ta áheitanina
Avgerðir mugu takast. Vit kunnu ikki yppa øksl og venda vandamálunum bakið. Valið var ein frukt av teimum seinastu árunum. Nú mugu vit tosa við danir, til vit fáa reinar og greiðar avtalur, sum eitt fleirtal [...] landoddarnar. »Teir eru av allar fittastu monnum, eg kenni ein?« Nei, um vit vilja tað ella ikki, mugu vit tosa politiskt tosa á sama støði sum teir. Eins og teir verja egnu áhugamál, mugu vit verja okkara. [...] aftan á samráðingarnar. Nú er tað so, at løgtingið velur eitt landsstýri og tað eru teir, sum skulu samráðast, men tað liggur eins stór ábyrgd á løgtingsmonnunum, sum ikki eru við. Ofta hevur verið sagt
og leggur dent á einstøk mál. Í dag merkja vit ofta, at andstøðan er meira konstruktiv enn áður. Nú situr andstøðan ikki bert atfinningarsom, eisini tí vit nú hava møguleikan at ávirka. Ber andstøðan seg [...] hann ikki vil blanda seg í danskan innanríkispolitikk, men er komin í ta lyklastøðu, at danska stjórnin hevur brúk fyri hansara atkvøðu Vit spurdu teir báðar, hvat er týdningarmesta arbeiðið á Christiansborg [...] luttaka aktivt í hesum viðgerðum. Tað er ætlanin við hesum tingsessinum. Hóast nógv mál eru flutt heim til Føroya, so eru tað kortini nøkur eftir í Danmark. Tað er høvuðsuppgávan, men eisini at kunna danskar
møguleikarnar fyri, eitt nú at fáa tað gjørt í Íslandi, til næsta ár. Orðatøk Fyri aðruhvørja viku hevur Annfinnur gjørt sær tann ómak at finna orðatøk. Sera skemtiligt og ikki eru tey illa vald. Tá hugsað [...] So er føroyski »Minn meg á« kalendarin komin aftur í aftur. Fyri fyrstu ferð í mong harrans ár. Men hann líkist ikki tí gamla kalendaranum. Hann er størri og øðrvísi í stórt sæð allar mátar. Kalendarin [...] at vísa seg at vera einasti trupulleikin við bókini. Tí ístaðin fyri at hon er ein »spiralbók«, sum vit kenna tær aðrastaðni frá, so er hon líma í rygginum. Hetta kann møguliga gera, at bókin fer at detta
stuðul frá Ferðaráðnum og tí eru vit við til at skapa umrøðuna. Tað er vanligt, at vit bíleggja ferðaseðlar, gisting og leggja ferðina til rættis fyri tey. Eisini fáa vit teimum avtalur við fólk, sum tey [...] Matstovufelagið. Eisini hava vit samskifti við nógvar einstaklingar í vinnuni. M.a. biða vit um teirra faldara til okkara kunning, so at ferðamaðurin sær, hvørji tilboð eru ymsa staðni í Føroyum, sigur [...] felagstiltøk og samstarv annars, kunnu vit nú lata Landsstýrinum eitt uppskot til fíggjarlóg fyri 1999, sum teir størstu partarnir í vinnuni standa aftanfyri. Hesi eru økisferðavinnufeløgini, ferðasmiðirnar
fólk flest ikki eru vitandi um, er, at Hjalti eisini hevur gjørt eyðkennislagið til útvarpsssendingina ?15 tær bestu?. Tónleikararnir á Skálafjørðinum hava vánalig livilíkindi Øll eru vit vitandi um, at [...] hevði eg neyvan brúkt so nógva tíð upp á tónleikin, sigur Hjalti. Í Føroyum eru ikki teir stóru pengarnir í tónleiki, og tað eru bert nøkur heilt fá, sum liva av tónleiki burturav. Sjálvur hevur Hjalti ongantíð [...] Hann heldur, at tað er harmiligt, at vit skulu liva í slíkum ?andaligum fátækradømi?, sum hann tekur til. Ungdómurin hevur einki annað at fara til enn ítrótt, og tað eru ikki øll, sum hava áhuga fyri hesum