Ferðaráðið arbeiðir fyri vinnuna

­ Fyri fyrstu ferð hevur Ferðaráðið heitt á yrkis- og flutningsfeløgini um at hjálpa við at gera uppskot til játtan fyri komandi ár. Við at lata okkum teirra hugskot til felagstiltøk og samstarv annars, kunnu vit nú lata Landsstýrinum eitt uppskot til fíggjarlóg fyri 1999, sum teir størstu partarnir í vinnuni standa aftanfyri, sigur Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya um marknaðarføringsvirksemið hjá Ferðaráð Føroya saman við vinnuni fyrsta hálvár í 1998.

­ Tónin í úttalilsunum hjá Sámali Bláhamar er á slíkum støði, at tað loysir seg ikki at tosa um innihaldið í tí, sigur Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya, í viðmerking til Sámal Bláhamar, sum í Sosialinum seinasta leygardag segði, at Ferðaráð Føroya ikki lurtar eftir ferðavinnuni í Føroyum.

Annika Joensen vísir á, at tað er av týdningi, at vinnan og Ferðaráðið arbeiða saman fyri at menna føroyska ferðavinnu. Tískil eru nógv árlig afturvendandi tiltøk, sum Ferðaráðið saman við vinnuni ella umboðandi vinnuna, skipar fyri ella luttekur í. Summi tiltøk krevja annaðhvørt fígging ella arbeiðsorku, ella bæði. Ferðaráðið átekur sær oftast at nýta tíð uppá eitt tiltak, tí tað er torført hjá vinnuni at seta nóg nógva tíð av, sigur Annika Joensen.

Ferðaráð Føroya luttekur á ferðavinnustevnum uttanlands, um so er, at umboð fyri vinnuni eru við. Fíggingin av luttøkuni er býtt millum vinnuna og Ferðaráð Føroya. Í ár hevur Ferðaráðið luttikið á hesum stevnum í Danmark, Týskland, Svøríki, Noreg, og USA.

Ferðaráðið hevur vitjað útlendskar ferðasmiðir fyri at fáa teir at taka Føroyar við í teirra ferðaskráir.

­ Endamálið er, at føroyskir ferðasmiðir og flutningsfeløg fáa handilsambond uttaneftir, sum selja ferðir til Føroya. Úrslitið av hesum vitjanum hevði verið betur, um umboð úr føroysku vinnuni vóru við á hesum vitjanum, sigur Annika Joensen.

Skipað hevur verið fyri Føroyakvøldi í Århus Rejselivsklubb fyri ferðaskrivstovur og Føroyakvøldi í Luxembourg fyri ferðasmiðir. Somuleiðis hevur verið skipað fyri vitjan hjá ferðasmiðum í Íslandi, Work-shop saman við Cristor Resor, Svøríki, og kunningarferðum til Føroya.


Umrøða og lýsingar

Útlendskir ferðasmiðir og fjølmiðlar verða bodnir til Føroya fyri at tey kunnu síggja landið og royna ferðamøguleikarnar.

­ Endamálið er, at vit skulu fáa umrøðu uttanlands, og at fleiri ferðir verða seldar til Føroya. Tað er av týdningi, at føroysku ferðasmiðirnir koma í samband við útlendsku ferðasmiðirnar, soleiðis at søla fer fram. Tí hevur Ferðaráðið eina fasta avtalu við 'Føroyskir Ferðasmiðir' um, at teir hitta útlendsku vinnuna, sigur Annika Joensen.

Tíðliga í februar vitjaðu íslendskir ferðasmiðir Ferðaráð Føroya, miðskeiðis í mars vóru tíðindafólk og ferðasmiðir úr Skotlandi á vitjan og seinni í mars vóru sokallaðir reisuskribentar í Føroyum, sum Atlantsflog hevði boðið henda vegin. Miðskeiðis í apríl vóru Maesk agentar á vitjan, miðskeiðis í mai vóru ferðasmiðir og tíðindafólk úr Íslandi í Føroyum, sum Maersk og Ferðaráðið høvdu boðið í felag. Umframt hava tíðindafólk og agentar úr Týsklandi, Italia og Fraklandi verið í Føroyum og tey hava øll givið Føroyum umtalu.

­ Føroyar fáa umrøðu uttanlands frá fólki, sum hava vitjað oyggjarnar. Summi tíðindafólk og ferðasmiðir fáa stuðul frá Ferðaráðnum og tí eru vit við til at skapa umrøðuna. Tað er vanligt, at vit bíleggja ferðaseðlar, gisting og leggja ferðina til rættis fyri tey. Eisini fáa vit teimum avtalur við fólk, sum tey ynskja at gera prát við. Viðvíkjandi útlendskum ferðasmiðum, fíggjar Ferðaráðið lutvíst teirra lýsingar í útlendsku fjølmiðlunum, sum fáa fólk at keypa eina ferð til Føroya. Hetta kemur aftur føroysku vinnuni til góðar, sigur Annika Joensen.


Fundir við vinnuna

Fyri at betra um samskiftið millum Ferðaráðið og vinnuna, hevur Ferðaráðið havt fundir við yrkisfeløgini, økisferðavinnufeløgini og kunningarstovurnar, Ferðaleiðarafelagið, Føroysku Ferðasmiðirnar, flutningsfeløgini, og Gistingarhús- og Matstovufelagið.

­ Eisini hava vit samskifti við nógvar einstaklingar í vinnuni. M.a. biða vit um teirra faldara til okkara kunning, so at ferðamaðurin sær, hvørji tilboð eru ymsa staðni í Føroyum, sigur Annika Joensen.

Ferðaráð Føroya sendir faldarar til ferðasmiðir, ferðaskrivstovur og einstaklingar uttanlands.

­ Umframt okkara egnu faldarar, senda vit eisini faldarar hjá einstaklingum í vinnuni. Kostnaðurin av hesum var í fjør uml. 500.000 kr. Endamálið við at senda faldarar út er at fáa fleiri ferðafólk til Føroyar og kemur hetta vinnuni til góðar, sigur Annika Joensen.

­ Fyri fyrstu ferð hevur Ferðaráðið heitt á yrkis- og flutningsfeløgini um at hjálpa við at gera uppskot til játtan fyri komandi ár. Við at lata okkum teirra hugskot til felagstiltøk og samstarv annars, kunnu vit nú lata Landsstýrinum eitt uppskot til fíggjarlóg fyri 1999, sum teir størstu partarnir í vinnuni standa aftanfyri. Hesi eru økisferðavinnufeløgini, ferðasmiðirnar og flutningsfeløgini, sigur Annika Joensen at enda.