dið fekk løgreglan í Havn boð um, at ein yngri maður var dottin á sjógv á longu bryggjuni í Kollafirði. Løtu seinni sóust bæði løgreglubilur, sløkkiliðsbilur og sjúkrabilur úr Havn fara ýlandi á staðið [...] manninum at landi og fáa hann upp á turt aftur. Og løtu seinni eydnaðist tað eisini, hóast neyðugt varð í fyrstu syftu at halda manninum aftur. Maðurin varð síðani sendur til kanningar á Landssjúkrahúsinum
Ternan hevur higartil í morgun bara siglt túrin til Nólsoyar klokkan 07 og fór úr aftur Havn klokkan 08. Síðan hevur skipið ligið við tekniskum breki í Nólsoy. Strandferðslan sigur á síni heimasíðu, at [...] Star siglir túrin úr Havn klokkan 12.30 og úr aftur Nólsoy klokkan 12.55. Brekið hjá strandfaraskipinum merkir, at Ternan hevur lagt burtur ímillum tveir túrar um Nólsoyarfjørð í morgun, og nú um middagleitið
stutta tíð kemur hann inn í Tangafjørð. Havnarmeistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur er loðsur umborð, sigur, at annaðhvørt í kvøld ella tíðliga frá morgunstundini í morgin, verður hann sigldur [...] sigldur inn á fjørðin og lagdur fyri íla útfyri Runavíkar havn. Runavíkar havn heitir á skip og bátar, sum er í økinum, tá boripallurin fer ímillum oyggjar og um firðir, at taka atlit til støddina og man [...] um at sigla av Eystnesi inn á Skálafjørðin. – Ætlandi verður »West Hercules« liggjandi á fjørðinum í nakrar vikur. Nógv umvælingararbeiði skal gerast, og nógvur flutningur verður ímillum land og boripallin
Tórshavnar havn fer nú at rudda bátaøkini í Álakeri, á Argjum og í Kollafirði fyri tómar bátavognar og bátastólar Tað standa nógvir tómir bátavognar og bátastólar í Álakeri, á Argjum og í Kollafirði. Hesir [...] standa á økinun, verða merktir, soleiðis at Tórshavnar havn veit, hvør eigur teir. Tað standa eisini nakrir bátar á økinum í Álakeri, á Argjum og í Kollafirði, sum einki frámerki hava, ið vísir, hvør eigur [...] eigarans rokning og ábyrgd. Vognar, stólar og bátar, sum standa ómerktir á økjunum hjá Tórshavnar havn eftir 1. november 2007, verður burturbeind fyri eigarans rokning og ábyrgd, sigur kommunan.
n var politiið í Havn aftur á Sundalagsstevnu. Tá var ein maður tikin fyri at koyra við kenning í einum traktori, hann hevði stolið. Eisini hann vænta sær at spæla av við koyrkortið. Í meðan politiið var [...] traktor, sum hann hevði stolið. Tann fyrsti var tikin tíðliga leygarmorgunin. Løgreglan úr Havn var farin norður og í Hvalvík komu teir framá ein bil, sum hevði rent á eini hús. Bilførarin varð innlagdur á [...] bilførarin hevði drukkið meiri enn gott var - og fer sama veg sum hinir báðir. Annars sigur politiið í Havn frá nógvum ferðsluóhappum um vikuskiftið, men skaðarnir vóru smáir.
stóð úr einum sethúsum á Landsvegi 25 í Havn, og klokkan 05.53 fekk løgreglan fráboðan um, at sjálvur eldurin var bastur. Tað var ein maður, sum koyrdi framvið í einum hýrivogni, ið varnaðist roykin. Farið [...] og tað vísti seg, at tvey fólk vóru í húsunum. Tíbetur eydnaðist teimum at fáa tey út úr húsunum, áðrenn veruligur mansskaði stóðst av eldi og royki. Løgreglan í Havn sigur, at tey bæði ? ein maður og ein [...] hendiligt óhapp ella ósketni. Tað fara kanningarnar væntandi at vísa, sigur Jón Karlson á Politistøðini í Havn. Sum skilst, fingu húsini við Landavegin stóran skaða av eldi, royki og vatni.
sum parkera á økinum á Eystarubryggju í Havn, har bilarøðin er við bilum, sum skulu við smyrli. Strandferðslan staðfestir í morgun, at økið við Farstøðina í Havn, er bara ætlað til bilar, sum skulu við [...] gerandiskostur, at fólk seta bilar, bussar, lastbilar og onnur akfør frá sær á økinum við Eystarubryggju í Havn, sum einans er ætlað til ferðsluna til Smyril og Norrønu, sigur Strandferðslan. ##med2## Tey vísa [...] og teir standa rundan um bilarøðirnar og skapa ruðuleika, tá ið ferðafólk við bili skulu stilla seg í bíðirøðirnar. – Tí endar bíðirøðin til Smyril alt ov ofta úti á alfaravegi, har tað tarnar ferðsluni
Ringvegin í Havn kl. 10 til ein kaffimunn og okkurt gott afturvið. Einar 100 motorsúkklur plaga at vera við á túrinum, og um 11-tíðina byrjar felagstúrurin. Koyrt verður fyrst ein túr runt í Havn, og síðani [...] ing og sniglakoyring, har vinnarin fær eitt steyp handað. Kl. 19 verður veitsla í felagshúsinum á Velbastaðvegnum í Havn. Tilmelding til veitsluna á tlf. 211072, áðrenn mikudagin 30. apríl. Øll eru vælkomin [...] síðani gjøgnum undirsjóvartunnilin til Vágar og til Sørvágs, har vent verður. Við Vága kunningarstovu í Miðvági verður ein langur steðgur. Á kunningarstovuni fæst kaffi og tílíkt, og ymiskar kappingar verða
Paula Danielsen, Havn Bjarki Hansen, Havn Janus Wiberg Mortensen, Tvøroyri John Holm & Vivian Skyt, Hvalba/Sumba Anna Nygaard, Glyvrar Durita Mohr Jacobsen, Kambsdalur Bussar koyra í samband við tiltakið [...] seg til Ársins Songrødd 2008, siga fyrireikararnir í tíðinaskrivi. Vinnarin av kappingini fær eina peningagávu og skal syngja á Summarfestivalinum í Klaksvík. Harumframt hevur Coca-Cola eina ?surprise-gávu [...] Leygarkvøldið 3.mai kl.23:30 lata dyrnar upp í høllini á Kambsdali fyri finaluni, Ársins Songrødd 2008 Sjey framúrskarandi luttakarar standa eftir, aftaná at 3 undanumfør hava verið. Kappingin hevur av
Tórshavnar havn hevur biðið Johannes P. Steingrund, sivilverkfrøðing, í Saltangará um at gera, sigur Leivur Hansen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Kommunu. Johannes P. Steingrund er serfrøðingur í akustykki [...] Tórshavnar havn hevur sett kanning í verk, sum hevur til endamáls at fáa staðfest, hvussu álvarsligt tað er við larmi frá teimum russisku skipinum, sum koma inn á Kollafjørð - Talan er um ljóðmátingar [...] akustykki, ella ljóðviðurskiftum, sum hann hevur arbeitt við í meiri enn 10 ár. Enn er hann ikki liðugur við mátingarnar, og tí er ongin niðurstøða gjørd um, hvussu er statt við larminum frá russaraskinunum