Ternan hevur higartil í morgun bara siglt túrin til Nólsoyar klokkan 07 og fór úr aftur Havn klokkan 08. Síðan hevur skipið ligið við tekniskum breki í Nólsoy. Strandferðslan sigur á síni heimasíðu, at vegna tekniskt brek siglir Ternan ikki fyribils.
Silja Star siglir túrin úr Havn klokkan 12.30 og úr aftur Nólsoy klokkan 12.55.
Brekið hjá strandfaraskipinum merkir, at Ternan hevur lagt burtur ímillum tveir túrar um Nólsoyarfjørð í morgun, og nú um middagleitið siglir so Silja Star túrin um fjørðin.