Tórshavnar havn hevur sett kanning í verk, sum hevur til endamáls at fáa staðfest, hvussu álvarsligt tað er við larmi frá teimum russisku skipinum, sum koma inn á Kollafjørð - Talan er um ljóðmátingar, sum Tórshavnar havn hevur biðið Johannes P. Steingrund, sivilverkfrøðing, í Saltangará um at gera, sigur Leivur Hansen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Kommunu.
Johannes P. Steingrund er serfrøðingur í akustykki, ella ljóðviðurskiftum, sum hann hevur arbeitt við í meiri enn 10 ár.
Enn er hann ikki liðugur við mátingarnar, og tí er ongin niðurstøða gjørd um, hvussu er statt við larminum frá russaraskinunum, sum brúka Kollafjørð til millum annað at umskipa veiðuna til Samskip, ið nýtir Kollafjørð sum avskipingarhavn.
Talan er um tvey ymisk mál, sum tað hevur verið stór ónøgd við millum íbúgvarnar á Signabø: Larmurin frá russaraskipunum og hetta at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt av at byggja bingjuhavn á Signabø.
Leivur Hansen sigur, at arbeiðið við bingjuhavnini heldur fram sum ætlað.
Hann vísir á, at Tórshavnar havn hevur givið russisku skipunum boð um at taka neyðugu atlitini, tá tey koma inn á Kollafjørð og heldur, at hesi boðini hava hjálpt. Harafturat er tað hent, at nógv russaraskip nú brúka Skálafjørðin ístaðin, sigur hann.