Hótta við at melda bilførarar til løgregluna

Tað er næstan dagliga, at teir elva til ruðuleika, sigur Strandferðslan

Nú fer Strandferðslan at melda bilførarar, sum parkera á økinum á Eystarubryggju í Havn, har bilarøðin er við bilum, sum skulu við smyrli. Strandferðslan staðfestir í morgun, at økið við Farstøðina í Havn, er bara ætlað til bilar, sum skulu við Smyrli ella við Norrønu. Men kortini er tað vanlig sjón at síggja bæði persónbilar, bussar og lastbilar parkeraðir á hesum økinum og tað er næstan dagliga, at tað elvir til ruðuleika.

 

– Tíverri er tað gerandiskostur, at fólk seta bilar, bussar, lastbilar og onnur akfør frá sær á økinum við Eystarubryggju í Havn, sum einans er ætlað til ferðsluna til Smyril og Norrønu, sigur Strandferðslan.

 

##med2## 

 

Tey vísa á, at økið er annars týðiliga merkt við skeltum har tað stendur, at óviðkomandi onki hava at gera á økinum. Hóast hetta standa akfør dagliga parkerað á økinum og teir standa rundan um bilarøðirnar og skapa ruðuleika, tá ið ferðafólk við bili skulu stilla seg í bíðirøðirnar.

 

– Tí endar bíðirøðin til Smyril alt ov ofta úti á alfaravegi, har tað tarnar ferðsluni rundanum havnarlagið, sigur Strandferðslan. Tey leggja afturat, at framyvir verður óviðkomandi parkering, og ferðsla, á økinum meldað til løgregluna.