Finalan Ársins Songrødd 2008

Leygarkvøldið 3.mai kl.23:30 lata dyrnar upp í høllini á Kambsdali fyri finaluni, Ársins Songrødd 2008 Sjey framúrskarandi luttakarar standa eftir, aftaná at 3 undanumfør hava verið. Kappingin hevur av sonnum verið ógvuliga hørð um at tryggja sær pláss til finaluna í ár, og ein kann siga, at støðið er sera høgt.

 

Løgini, luttakararnir hava sungið, hava verið serstakliga fjølbroytt og dómararnir hava ofta staðið sína roynd, tá ið finalistarnir skuldu finnast. Nú standa so sjey luttakarar eftir, t.e. 5 solistar og ein duet. Tey skulu kappast um at syngja seg til Ársins Songrødd 2008, siga fyrireikararnir í tíðinaskrivi.

 

Vinnarin av kappingini fær eina peningagávu og skal syngja á Summarfestivalinum í Klaksvík. Harumframt hevur Coca-Cola eina ?surprise-gávu? til Ársins Songrødd 2008, og sjálvandi fáa allir hinir luttakararnir eisini góðar gávur frá Coca-Cola.

 

Finaluluttakararnir eru:

 

Paula Danielsen, Havn

Bjarki Hansen, Havn

Janus Wiberg Mortensen, Tvøroyri

John Holm & Vivian Skyt, Hvalba/Sumba

Anna Nygaard, Glyvrar

Durita Mohr Jacobsen, Kambsdalur

 

Bussar koyra í samband við tiltakið. Ring á tel.(úr Havn) 21 64 64 ella 59 59 59. (ùr vestmanna/vágunum tel. 21 77 52.