Boripallurin »West Hercules« er ávegis inn á Skálafjørðin. Havnarfólk hava seinastu tímarnar sæð hann eystan fyri Nólsoynna - og um stutta tíð kemur hann inn í Tangafjørð.
Havnarmeistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur er loðsur umborð, sigur, at annaðhvørt í kvøld ella tíðliga frá morgunstundini í morgin, verður hann sigldur inn á fjørðin og lagdur fyri íla útfyri Runavíkar havn.
Runavíkar havn heitir á skip og bátar, sum er í økinum, tá boripallurin fer ímillum oyggjar og um firðir, at taka atlit til støddina og manøvrumøguleikarnar hjá »West Hercules« ta løtuna, hann brúkar um at sigla av Eystnesi inn á Skálafjørðin.
– Ætlandi verður »West Hercules« liggjandi á fjørðinum í nakrar vikur. Nógv umvælingararbeiði skal gerast, og nógvur flutningur verður ímillum land og boripallin hesa tíðina. Fyrstu tíðina verður serliga nógv kavaraarbeiði, tí er tað ógviliga umráðandi, at óviðkomandi bátar halda seg burtur frá virkisøkinum kring um boripallin, sigur havnarmeistarin, sum vegna Runavíkar havn hevur álagt øllum bátum og skipum, sum ikki eru tengd at »West Hercules« og umvælingararbeiðnum, um ikki at koma nærri boripallinum enn 250 metrar.
– Hetta er galdandi frá komu til fráferð, sigur hann.