har serliga hon-fiskarnir, ið bera rogn, fara til Asia, og hann-fiskarnir fara til Evropa og Asia. Umleið helmingurin fer til Asia, og hin helmingurin fer til Evropa. Ábendingarnar, vit hava frá keyparum [...] sum svarar til slakar 10,90 krónur í okkara peningi. Seinna skipið fekk stívliga eina krónu minni fyri kilo fyri sína lodnu. Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, vísir á, at øll lodnan fer til matna, og [...] tí hetta avhongur av, hvat úrslit kanningarnar av stovninum geva, tá vertíðin nærkast. - Soleiðis fingu vit onga lodnu í fjør og fyrraári. Í ár, nú føroysk skip ikki sluppu at fiska makrel í bretskum sjógvi
at fáa Restorff's øl aftur á hillarnar. – Tað, sum ikki hevur verið nøktandi er, at vit ikki altíð fingu vøruna, vit bóðu um og at fakturi ikki altíð var latin saman við vøruni, sigur Elsa Maria Holm Olsen [...] skilt, at ávísir trupulleikar hava verið, sum einki hava við bryggjaríið at gera, ið hevur verið orsøk til nevndu trupulleikar og at tey hava forstáilsi fyri hesum. - Og vit vóna, at Restorff’s framhaldandi
tí meta vit fyri vist, at eldurin er ásettur, sigur Hildur hon. Løgreglan hevur sent royndir til Danmarkar til kanningar, men hevur einki hoyrt aftur enn. Hildur Hentze, sigur, at løgreglan vónar at kan [...] tíma eftir, at seinastu fólkini fóru, kyknaði eldurin. Løgreglan var skjót á staðnum, men kortini fingu húsini stóran skaða, bæði av royki og av vatni frá sløkkiarbeiðinum. Eina viku eftir eldsbrunan boðaði [...] húsini. Løgreglan eftirlýsti fleiri persónum í døgunum eftir eldsbrunan og hevur havt fleiri fólk inni til avhoyringar, men enn er eingin skuldsettur í málinum. - Vit vóna, at úrslit av royndunum kunnu beina
Andrias Joensen fór á pall við nýskrivaða einmansleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”. Vit fingu orð á Jógvan Andrias eftir frumframførsluna í gjárkvøldið. Tað er Ria Tórgarð, sum hevur skrivað. [...] í góðum hondum, - alt mítt lív. Tað eru sjálvandi fleiri eg havi hug at takka, mong av teimum vóru til sýningina í gjárkvøldið. Nøkur eru ikki millum okkum longur, men teimum sendi eg góðar tankar hvønn [...] - Tað eru nøkur ár síðani eg byrjaði at umhugsa at siga mína søgu. Men tað, sum gav mær íblástur til at hugsa pallseting av søguni var ein einmansleikur, sum eg sá Noreg fyri just 3 árum síðani, sigur
burðarskipan fyri Føroyum, har atlit verða tikin fyri tvørfakliga samstarvinum til tess at tryggja, at fakliga tilboðið til barnakonur til einhvørja tíð fylgir tilmælum frá heilsustýrinum – við møguligum tillaginum [...] fundi Ljósmøðurnar vórðu róptar inn til fund við landsstýrismannin og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum í gjár, mikudagin. Har vóru tær kunnaðar um uppskotið, og fingu boð um at siga frá, um tær standa við [...] húsinum við tilknýti til kirurgiska depilin. Eisini verður skotið upp, at leiðandi ljósmóðir er fakligi, fyrisitingarligi og fíggjarligi leiðarin av ljósmøðratænastuni, og at til hjálpar í leiðsluni kann
at ST hoyrir fortíðini til og at tað als ongan leiklut eigur í framtíðini. Ígjøgnum skotríðuna av analysum, ákærum og meiningum, ið floyma yvir okkum í hesum døgum, ber kortini til at staðfesta eitt: Ein [...] ítasta til tess at fyribyrgja tí. Um vit høvdu hildið á eitt sindur enn, hevði tað møguliga eydnast at fingið avvápnað Irak á friðaligan hátt, ella - um ikki - so kundi heimurin tikið stig til at loyst [...] aftaná at kríggið í Irak brast á fyri góðari viku síðani. Fólk allastaðni runt um í heiminum vendu sær til tann einasta altjóða stovnin, ið tey mettu at hava løggilda heimild at loysa eitt mál sum Irakmálið
tað onki forgjørt í, at Niclas Ludvig eitt korter fyri tíð setti eitt fríspark beinleiðis í mál til 3-2 til VB. VB fekk sostatt trý týdningarmikil stig og hevur nú fingið samband við hini botnliðini. Sigurin [...] Bæði liðini vóru skerd, tá tey brustu saman í dysti í 2. deild fríggjakvøldið. Ringast stóð til hjá HB, sum orsakað av skaðum og leikbanni, mátti hála fleiri spælarar upp í 1. deildarhópin. Vanligu fr [...] vágbingar fullu ikki í fátt, og stigvíst arbeiddu teir seg inn í dystin. Tá 20 minuttir vóru spældir fingu teir løn fyri stríðið, tá Birgir Jørgensen kom at standa leysur, og fekk sett høvdið á, so bólturin
100 ár síðan K.O.Viderø, varð føddur, Á framsýningini ber til at síggja bøkur og handrit eftir K.O.Viderø. Myndir eru eisini at síggja, eins og høvi verður at hoyra kut úr útvarpssamrøðum við prestin og vallaran [...] presti. Ólavur Clementsen fer at lesa stutt brot úr Ferð míni til Jorsala , og Steinbjørn B. Jacobsen lesur yrking, hann hevur skrivað til Viderø.
forsorg við 18,4 mió. kr. Vit skulu minnast til at av teimum 163 mió til Vanliga forsorg fara heilar 132 mió til fólk við breki, til endurbúgving og vard størv og til hjálpartól. Eg dugi snøgt sagt ikki at [...] gleðist eg um avgerðina um at seta nýggjar 95 mió kr av til íløgur til eldrabúpláss tey næstu árini. Ber ikki til at reka fyritíðarpensjónistarnar til hús Hinvegin má eg nevna nøkur mál á almannaøkinum, sum [...] lækkaði mótrokningina úr 60 til 30% júst fyri at eggja FP til at hava eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum alt eftir førleika. Men hetta uppskotið rekur allar fyritíðarpensjonistar til hús, og tað kann aldrin
dám á guðstænasturnar um høgtíðirnar og við onnur serlig høvi. Sálmasangurin lænir okkum orð og hugsunarhættir, sum annars sjáldan koma okkum til hugs, og vit skilja nú, hví Luther á sinni segði, at tónleikurin [...] eru, men nú syngja vit tey altíð, eisini tá ið lestur er, og lagið er umsíðir snikkað til, so tað hóskar betur til orðini, og vit syngja sama lag í øllum landinum. 10 góðar lestrarbøkur eru komnar aftrat [...] fara vit til altars, stór og smá, ymisk í sinni og skinni, summi á hægstu rókum í samfelagsstiganum, onnur meira ókend, men við Harrans borð fáa øll sama sess. Tíbetur hoyrir tað eini farnari tíð til, at summir