Vón fyri framman hjá vágbingum

Vágbingar fingu trý kærkomin stig, tá teir fríggjakvøldið vunnu uppibornan 3-2 sigur móti HB í 2 deild.

Bæði liðini vóru skerd, tá tey brustu saman í dysti í 2. deild fríggjakvøldið. Ringast stóð til hjá HB, sum orsakað av skaðum og leikbanni, mátti hála fleiri spælarar upp í 1. deildarhópin. Vanligu framherjarnir á øðrum liði hjá HB, Eyðun Samuelsen og Gunnar Mohr, vóru ikki við, og hevði tað við sær, at broddurin í HB-álopinum ikki varð tann sami

Tað sást tó ikki í byrjanini av dystinum at at tað vóru HB, ið vóru skerdir, tí tað var heimaliðið, sum legði betri fyri.

Longu eftir trimum minuttum komu havnarmenn á odda, tá Danny Rasmussen fekk bóltin í mál eftir innlegg úr høgru síðu.

Men vágbingar fullu ikki í fátt, og stigvíst arbeiddu teir seg inn í dystin.
Tá 20 minuttir vóru spældir fingu teir løn fyri stríðið, tá Birgir Jørgensen kom at standa leysur, og fekk sett høvdið á, so bólturin fór í mál.

Tað sum eftir var av fyrra hálvleiki gekk spælið javnt á, men tað var VB sum átti teir flestu og bestu møguleikarnar.

Fleiri mál komu tó ikki í fyrra hálvleiki, sum sostatt endaði 1-1.

Birgir og Danny aftur á blettinum
Seinni hálvleikur var ikki meir enn 5 minuttur gamal, so var HB aftur á odda. Aftur hesuferð var tað Danny Rasmussen, sum kom at standa fríur eftir hornaspark og kundi seta høvdið á.

Men sum í fyrra hálvleiki, komu vágbingar fyri seg, og longu 10 minuttir seinni, var Birgir Jørgensen aftur á blettinum við sínum næsta máli. Málið kom eftir eitt væl gjøgnumspælt álop, har besti VB-leikarin henda dagin, Mortan úr Hørg, stóð aftanfyri málgevandi avleveringina.

VB var vandamiklara liðið, og tí var tað onki forgjørt í, at Niclas Ludvig eitt korter fyri tíð setti eitt fríspark beinleiðis í mál til 3-2 til VB.

VB fekk sostatt trý týdningarmikil stig og hevur nú fingið samband við hini botnliðini. Sigurin var uppiborin, og kundi væl verið størri. Fyri HB hevði ósigurin við sær, at liðið nú er í niðurflytingarvanda, og er bert tvey stig frá niðasta plássinum.

Dysturin í tølum:

HB-VB 2-3(1-1)
1-0: Danny Rasmussen
1-1: Birgir Jørgensen
2-1: Danny Rasmussen
2-2: Birgir Jørgensen
2-3: Niclas Ludvig