Sambært forkvinnuni hjá ljósmøðrunum, Eyðfríð Jacobsen, frøast tær um, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, endaliga staðfestir, at tað at vera við barn er ikki ein sjúka.
- Hetta er júst tað, sum hevur verið stríðsmálið, og sum vit hava staðið uppá alla tíðina, sigur hon við Sosialin.
Vóru á fundi
Ljósmøðurnar vórðu róptar inn til fund við landsstýrismannin og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum í gjár, mikudagin. Har vóru tær kunnaðar um uppskotið, og fingu boð um at siga frá, um tær standa við uppsøgnunum, í seinasta lagi mánadagin. Fríggjadagin skal nevndin hjá ljósmøðrunum á fund við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
- Hetta uppskotið líkist avgjørt nøkrum, sum vit kunnu taka undir við, sigur Eyðfríð Jacobsen, sum tó vísir á, at hon sjálvsagt ikki kann vita, um allar ljósmøðurnar taka uppsøgnina aftur enn.
Ógreiður bygnaður
Í uppskotinum frá Hans Paula Strøm, sum vit hava fingið innlit í frá heilsumálaráðnum, verður sagt, at tann yvirskipaði bygnaðurin fyri ljósmøðravirksemið hevur verið ógreiður tey seinastu 8 árini.
- Skipanarligar broytingar eru gjørdar innan miðfyrisitingina og sjúkrahúsini hesi árini, uttan at skipanin av ljósmóðirvirkseminum er fingin endanliga upp á pláss. Alla hesa tíðina hevur starvið sum leiðandi ljósmóðir verið sett fyribils í avmarkaði tíðarskeið, vanliga í 3 mánaðir í senn, sigur landsstýrismaðurin í uppskotinum.
Grundarlagið fyri bygnaðinum
Landsstýrismaðurin staðfestir, at tað at verða við barn og føða er normalt og ikki ein sjúka.
- Sjúkrahúsið eigur primert at taka sær av sjúkum, og tí eigur skipanin av ljósmøðravirkseminum at taka atlit fyri hesum, verður sagt. Harumframt sigur hann, at ljósmøður kunnu virka sjálvstøðugt innan normalar/frískar viðgongur, føðingar og aftaná, og at ljósmøður hava virksemi uttanfyri og inni á sjúkrahúsum
- Ein varandi loysn innan fyri Landssjúkrahúsið skal virða leiðslubygnaðin á sjúkrahúsinum, tó við serligu viðurskiftunum hjá ljósmøðrum í huga, verður sagt.
Bygnaðarlig skipan av ljósmøðravirkseminum
Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at ljósmøðratænastan verður skipað sum ein serlig fyrisitingarlig eind á Landssjúkrahúsinum við tilknýti til kirurgiska depilin. Eisini verður skotið upp, at leiðandi ljósmóðir er fakligi, fyrisitingarligi og fíggjarligi leiðarin av ljósmøðratænastuni, og at til hjálpar í leiðsluni kann ein yvirljósmóðir verða sett.
- Leiðandi ljósmøðir er ovasti fakligi leiðarin innan ljósmøðravirksemið í Føroyum og vísa allar ljósmøður fakliga til hennara, sigur landsstýrismaðurin í uppskotinum. Og hann staðfestir, at leiðandi ljósmóðirin er innan fyri kirurgiska depilin bygnaðarliga á sama støði sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, og vísir til leiðandi yvirlæknan í fíggjarligum og fyrisitingarligum málum.
- Ein týðandi partur av virkseminum hjá ljósmøðrum er á føðideildini (A2) á Landssjúkrahúsinum og skal arbeiðið har verða samskipað við serlæknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Grundarlagið fyri býtinum av virkseminum skal vera, at ljósmøðurnar taka sær av tí fríska, meðan sjúkrarøktarfrøðingar taka sær av tí sjúka.
- Tað skulu gerast fastar rættningslinjur fyri, hvat er frískt og hvat er sjúkt, og skulu allir viðkomandi partar luttaka í hesum arbeiðinum, verður millum annað sagt.
Víst verður víðari á, at føðideildin (A2) er ein obstretisk serdeild, har serlæknin innan økið hevur ta yvirskipaðu medisinsku ábyrgdina og avgerðarrættin. Innan fyri tað neonatala økið á A2 er tað serlæknin innan pædiatri, sum hevur ta yvirskipaðu medisinsku á ábyrgdina og avgerðarrættin.
Hans Pauli Strøm sigur í uppskotinum, at sjúkrarøktarfrøðingarnir á føðideildini eru undir leiðslu av einum deildarleiðara, sum er sjúkrarøktarfrøðingur. Hesin vísir til kirurgisku depilsleiðsluna.
Føðiskipan
Í uppskotinum sigur landsstýrismaðurin víðari, at sett verður ein føðiætlanarnevnd, sum hevur til uppgávu at tryggja eina góða og vælvirkandi viðgongu- og burðarskipan fyri Føroyum, har atlit verða tikin fyri tvørfakliga samstarvinum til tess at tryggja, at fakliga tilboðið til barnakonur til einhvørja tíð fylgir tilmælum frá heilsustýrinum – við møguligum tillaginum fyri serlig føroysk viðurskifti.