var, at vit fingu 10 ymiskar leikir upp á 10-15 minuttir. Og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu nógv tey høvdu fingið burtur úr, sigur Oddvá Nattestad. Strandingar sera blíðir Annars vóru luttakarar [...] ? Hvussu fáa vit fleiri leikir gjørdar úr okkara egna tilfarið? Hesin spurningurin hevur verið viðgjørdur í Bygdarhúsinum á Strondum í vikuskiftinum, tá 90 áhugaleikarar úr øllum landinum hittust á stevnu [...] til stevnuna var sera góð - og tað, sum eg haldi vera serliga stimbrandi er, at so nógv ung fólk vóru við. Hetta sigur Oddvá Nattestad, sum í løtuni er dagligur leiðari í Meginfelag Áhugaleikara Føroya
lærarar ikki hava eitt sjálvstøðugt felag fyrr enn 1. januar 1981 (Hetta er ikki ein prentvilla) áður vóru vit »118 kreds i Danmark Lærerforening«. Roynt var at broyta hetta, men bara ein syrgiliga lítil minnilutur [...] at Lærarafelagið tey seinastu 10 árini hevði goldið 1/2 millión til Danmarks Lærerforening. Einasta vit fingu aftur fyri var »Folkeskolen«. Aðalfundurin gjørdist drúgvur, minnist at í hvussu so er báturin [...] Skálafjørðin skuldi fara, og tá fóru fleiri av fundinum fyri ikki at koma ovseint. Tá atkvøðast skuldi vóru bara 41 limir eftir. Nú var galið. Ein meiriluti í nevndini skeyt so upp at spurningurin skuldi sendast
síðani, tann 18. apríl, luttóku 3 næmingar frá Tórshavnar Musikkskúla í 13. Steinway kappingini. Hesi vóru 16 ára gamla Marjun H. Olsen, 10 ára gamli Dánjal Ásmundarson og 18 ára gamla Ulla Timmermann. Kappingin [...] pláss. Hetta var meðan verkfall var, og hetta forðaði fleiri næmingum í at luttaka. 15 undankappingar vóru í danska ríkinum millum musikkskúlar í amtunum. Men eisini komu luttakarar úr Svøríki og Póllandi [...] nýggjari tónleik. Her kemur Ulla inn í myndina. Ulla vann Føroyingar hava luttikið síðani 1994. Hesaferð vóru fleiri fjølmiðlar til staðar og danska sjónvarpið hevði innslag frá kappingini mikukvøldið, har eisini
stóð frítt. Tað vóru ikki flokkar, men politikarar, sum tóku støðu. Og Javnaðarstemmurnar vóru 7-2. Sjey-tvey. Hevði viljað tað var enn greiðari – men 7-2 er rættiliga greitt. Tað vóru ikki umboð fyri [...] Frams.... eg meini Bjarna Kárason og Ruth Vang varð viðtikið, var tað ein støðutakan. Men vit valdu hvørki. Vit valdu støðuloysið. Mjørkan. Partapolitkkurin Tvey orð um tað partapolitiska: Síggi at fólk
sum hava notið gott av Eivindsa góðu pedagogisku evnum. Vit starvsfólk á Føroyamálsdeildini vilja við hesum fáu orðum vísa okkara samkenslu. Vit vilja við takklæti og virðing minnast ein góðan starvsfelaga [...] hendi seinnapartin leygardagin 20. juli 2024. Tá átti arbeiðstelefonin at tiga. Sorgarboð. Boðini vóru, at Eivind Weyhe var farin. Hann doyði hósdagin 18. juli, 82 ára gamal eftir stutta sjúkralegu. Eivind [...] adjunktur og síðan sum lektari, til hann gavst fyri aldur fyri nøkrum árum síðani. Hansara granskingarøki vóru fleiri. Hann hevði serligan áhuga fyri staðarnøvnum og øðrum nøvnum. Hann granskaði eisini í kvæðum
eisini aðrar tíðir av árinum. Tá vit herfyri skiftu orð við Amarant, høvdu tey júst havt 45 útlenskar gestir tveir dagar í slag, og hetta vóru ikki somu fólkini, sum vóru á gátt. Á Amarant siga tey, at tá [...] bakaríið navnið, Amarant, sum fellur væl í oyruni og sum fólk hava tikið til sín. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, vóru fleiri bakarí kring um landið, men seinnu árini eru bakaríini vorðin færri í tali. Á
Granskarar innan øll øki í fjøltáttaða arbeiðinum hjá Dr. Jakobsen vóru í vikuskiftinum savnaðir á NAFC Havfrøðideplinum í Scalloway at varpa ljós á týdningin hjá føroyska málfrøðinginum, nú 100 ár eftir [...] Norn. Hansara málfrøðiligu kanningar og fólkalívsfrøðiligu eygleiðingar eru ein týðandi partur av tí, vit í dag vita um lívið í Hetlandi um tað mundi. Heima í Føroyum verður Dr. Jakobsen mettur sum tjóðarhetja [...] týdning fyri føroyskan tjóðarsamleika. Framvegis grundarsteinur Høvuðsfyrireikarar av ráðstevnuni vóru Brian Smith, skjalavørður á hetlendsska skjalasavninum og Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyam
hansara her í dalinum í 1981. Tá vóru bert fá onnur hús her í bygdini. - Hatta hvíta har niðri, - tað var millum tey fyrstu. Og eitt lá har niðanfyri tað svarta. So tá vóru vit ikki so mong her uppi, sigur [...] - Eg búgvi í hasum reyðu húsunum har niðri, sigur Bergur. Fara bara inn. Sonurin, Piddi er inni. Vit takka fyri tilboðið, men mugu víðari í arbeiðsørindum okkara. Tað má verða eina aðru ferð! Ein stór [...] grundøki á Kambsdali og fór hann síðani undir at byggja sethúsini við góðum stuðli frá synunum, sum vóru smiðir. - Í dag dámar okkum sera væl at búgva her. Serliga ein so góðan dag sum í dag er gott at búgva
fleiri grundøki tøk. Men tað er kanska so sum borgarstjórin tekur til: - Eg veit ikki, um fólk vita at vit hava tøk grundøki! Frá politiskari síðu hevur verið tosað um eina menningarætlan fyri tær smærru bygdirnar [...] størri arbeiði Síðani nýggja bygdarráðið tók við eru ikki tey stóru arbeiðini framd í kommununi. - Vit hava mest fríðkað um í sjálvari bygdini, sigur Marjun. Hinvegin eru tey í bygdarráðnum vitandi um, [...] fólk av bygdini hvønn einasta dag til arbeiðis aðrastaðni. Tað var ein tíð tá rættiliga nógv fólk vóru til arbeiðis á Rækjuvirkinum á Oyri. Í dag koyra mong alla leiðina til arbeiðspláss sítt á Kollafjarðar
ella aðrastaðni. Til ber í dag at staðfesta, at av teimum 484 føroyingunum, sum vit gjørdust fleiri frá 2002 til 2005, vóru teir 127 í Vágum. Hetta svarar til meiri enn fjórða hvønn føroying. Ja, skal ein [...] undirsjóvartunnilin hevur verið opin. Hetta málið hevur eisini áhuga fyri kommunurnar í Norðoyggjum, og tí vóru umbð fyri tríggjar av smærru kommunum við á fundinum. Av einihvørjari orsøk var eingin úr tí størsti [...] Edvard Joensen og Vága Kunningarstova sum skipaðu fyri tiltakinum. Og hann er væl nøgdur við tað: Vit fingu staðfest, at fólk eru fegin fyri tunnilin. Samstundis var tað eitt breitt ynski um, at tað eigur