Granskarar innan øll øki í fjøltáttaða arbeiðinum hjá Dr. Jakobsen vóru í vikuskiftinum savnaðir á NAFC Havfrøðideplinum í Scalloway at varpa ljós á týdningin hjá føroyska málfrøðinginum, nú 100 ár eftir at hann gjørdi sítt stóra granskingararbeiði.
At meir enn 80 áhoyrarar høvdu leitað sær á ráðstevnuna, ber í sær sjálvum boð um stóra týdningin Dr. Jakobsen framhaldandi hevur.
Mentanarlig bond
Á stevnuni hoyrdu áhoyrarnir fyrilestrar hjá Jakobsen-serfrøðingum úr Noregi, Danmark, Svøríki, Íslandi, Týsklandi, USA, Skotlandi, Hetlandi og Føroyum.
Ráðstevnan var fyrsta stóra tiltakið, ið er úrslit av avtaluni um mentanarligt samstarv, sum Føroya Landsstýrið og Hetlandsráðið skrivaðu undir í november 2003. Avtalan hevur til endamáls at styrkja aldargomlu mentanarligu sambondini millum grannalondini bæði í norði
Dr. Jakobsen ferðaðist í Hetlandi árini 1893 til 1895, har hann savnaði tilfar um útdeyða norrøna málið Norn. Hansara málfrøðiligu kanningar og fólkalívsfrøðiligu eygleiðingar eru ein týðandi partur av tí, vit í dag vita um lívið í Hetlandi um tað mundi.
Heima í Føroyum verður Dr. Jakobsen mettur sum tjóðarhetja. Eisini var han fyrsti føroyingur, ið vann sær doktaraheiti í máli og mentan, og verður hann tískil mettur at hava havt stóran týdning fyri føroyskan tjóðarsamleika.
Framvegis grundarsteinur
Høvuðsfyrireikarar av ráðstevnuni vóru Brian Smith, skjalavørður á hetlendsska skjalasavninum og Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Í fyrilestri á ráðstevnuni segði Turið Sigurðardóttir millum annað:
- At Dr. Jakobsen er evnið á hesum fyrsta tiltaki í mentanarliga samstarvinum millum Føroyar og Hetland tykist sera hóskandi, um vit hugsa um týdningin, hann hevur havt fyri bæði londini. Granskingin hjá Dr. Jacobsen í máli, mentan, bókmentum og fólkaminnum fevnir so víða, at hon framvegis er grundarsteinurin, ið gransking innan hesi øki byggir á í dag.
Brian Smith legði afturat:
- Jakobsen var í grundini fyrsti akademiski granskarin, ið kom til Hetlands, og hann varð verandi í tvey ár. Tað var fullkomiliga óhoyrt, at ein akademikari gjørdi nakað tílíkt. Hann kom eisini í eini tíð, tá Hetlendska fólkið av álvara gjørdist áhugað í síni fjaru fortíð.
- Fólk tóku væl ímóti honum, og honum man eisini at hava dámað Hetland, havandi í huga at hann helt fram at arbeiða við hetlendska tilfarinum restina av lívi sínum. Tað kom bæði hetlendigum og føroyingum sera dátt við, tá hann doyði longu í 1919, bert 54 ára gamal.
Fyrimynd
Ráðstevnan gav eina breiða mynd av arbeiðinum hjá Dr. Jakobsen og umfataði eisini partin, sum viðgerð fólkaminni og skaldskap av manna munni, ið eru serøkini hjá Eyðuni Andreassen, professara.
Eyðun vísti á avgerandi týdningin, Jacobsen hevur havt fyri føroyska skriftmálið
- Hvat stíli viðvíkur, setti Jakobsen eitt fyrimyndarligt støði fyri, hvussu hetta málið skuldi brúkast.
- Eftir mínum tykki, áttu tekstirnir hjá Dr. Jakobsen at verið kravdur lesnaður hjá øllum, sum vilja læra seg føroyskt, tí nú 100 ár seinni skara hesir tekstir framvegis framúr, segði Eyðun Andreasen.
Rithøvundurin Marianna Debes Dahl legið fram sítt verk um Dr. Jakobsen, ið byggir á brøv hjá granskaranum. Marianna vísti á, at týdningurin av hansara arbeiði røkkur longur enn til Føroyar og Hetland, ið luttøkan á ráðstevnuni eisini bar boð um.
- Málfrøðingar í Noregi, Íslandi, Svøríki og aðrastaðni nýta framvegis hansara arbeiði sum lykil at loysa gátur í teirra egna máli, segði Marianna millum annað.
Ráðstevnan endaði í gjár, tá flestu luttakararnir vóru við á einum túri til Sumburgh og St Ninians Isle á syðra hetlendska meginlandinum.
Kelda: Hans J. Marter, Shetland News Agency