týdning fyri økið. Meginparturin av býnum liggur tí nú á einum stórum slætta, umgyrdur av høgum fjøllum. Minnir á ein hátt um Bergen, bert tað, at víddirnar eru víðari og fjøllini hægri. Alt tykist so rúmsátt [...] at akademiska árið ikki er byrjað enn. Men onkur byrjunarlesandi eru í somu ørindi sum eg: at finna út av, hvar teir einstøku bygningarnir liggja. Uttan fyri bygningarnar er eitt umhvørvi, ið tú [...] smálut. Framúrskarandi vakrar plantingar av blómum, runnum, trøum. Listin er heldur ikki gloymd. Skulpturar og ymisk listaverk eru sett upp við stórum umhugsni. Her kunnu tey lesandi av sonnum kenna seg
men ein kanning í norðurlondum fyri um leið einum ári síðani vísti, at einki norðurland var so væl fyri sum Føroyar viðvíkjandi sjúkrarøktarfrøðingum. Hon spyr, um orsøkin aftur er at fáa møguleika at [...] heilsuatstøðingarnir ongan skúla hava, men teirra krav til myndugleikarnar er at fáa ein flokk aftrat um árið á sjúkarøktarafrøðiskúlan, enn fleiri frøðingar. Er tað nú so skilagott? Eisini hongur praktiskt [...] positivt um henda starvsbólk. Hon vil ikki hava heilsuatstøðingaútbúgvingina í gongd. Hon vil ikki hava okkara starvsbólk í føroyska heilsuverkið. Men ikki er alt bara svart og hvítt. Eg eri sannførd um, at
herjaði í Føroyum, so er Poul Schlüter sera bilsin um, hvussu skjótt føroyingar megnaðu at koma fyri seg aftur. Hann hevur eisini sína frágreiðing um, hví tað vendi so skjótt: - Høvuðsorsøkin til hetta [...] Danmark fekk rætt at blanda seg uppí, um olja varð funnin. - Í so fall kundi blokkstuðulin verða niðurskorin. Á tann hátt var avtalan til fyrimunar hjá báðum pørtum, um olja varð funnin, sigur Schlüter sum [...] haraftrat funnin í norskum øki og bretskum øki. - Tað vildi tí verið løgið, um øll oljan gekk uttanfyri føroyskt havøki!, sigur hann. FAKTA um Schlüter Poul Schlüter (føddur 3. apríl 1929) var danskur forsætisráðharri
hava útróðrarmenn noyðst at farið til útróðrar seinnapart sunnudag, um teir ikki eisini skulu missa mánadagin, so her er talan um veruliga forfylging av tí partinum av okkara borgarum, ið hava longstu [...] fiskar við troli, línu og gørnum hevur loyvi at fiska allar halgidagar alt árið? Eg fari eisini at spyrja okkara løgfrøðingar, um tað ber til fólkaræðisliga at bera soleiðis at ímóti einum parti av landsins [...] okkara ið, gera minst skaða á fiskistovnar okkara. Um somu tíð sum hesir fiskimenn vórðu tiknir og hóttir við stórari bót, lógu trolararnir á landleiðini um ein fjórðing uttan fyri teir og fiskaðu sum teimum
slaktingar. Tey somuleiðis pakka og koyra vøruna út aftur til garðarnar, um tey ikki selja tað víðari fyri bøndurnar. So talan er um eina slaktaraheilsølu, og hon eitur Whaka Butchery. Tríggjar ferðir heima [...] Føroyar. Spurdur um tað ikki kann vera torført at fara aðrastaðnis at ferðast enn til Føroyar, sigur Símun, at tað er tað til tíðir. Men hann leggur tó dent á, at tað eru nógv spennandi støð her um leiðir at [...] langt úti á landinum, hálvan triðja tíma uttan fyri Auckland. Grønt og vakurt landslag sveipar seg um húsini, sum liggja langt frá hvørjum øðrum. Angin av blómum og trøum er sterkur. Tað hevur hug at regna
sær, at fimm feløg eru við í kappingini um meistaraskapin. Teir í B36 hava neyvan slept øllum vónunum um, at tað skal eydnast teimum at endurvinna FM heitið, og um vit rokna meistararnar frá í fjør uppí [...] spæla í Klaksvík. Tá B36 komandi sunnudag fer at spæla ímóti HB, verður talan um síðsta møguleikan at sleppa sær upp í kappingina um heiðursmerkini. VB sigurin á EB/Streymi hevði við sær, at vágbingar eru slopnir [...] Men í fyrstu atløgu broytir tað ikki so nógv um støðuna. Nú er TB trý stig undan Skála. Fyrri dysturin teirra millum var á Tvøroyri, og har var úrslitið 2?2. Um tað stendur á jøvnum millum tvey lið, so er
forhøllini mest um, at nú mundu vestmenningar fara at sópa allan iva til viks. Væl kenda álopsmaskinan tóktist at vera farin í gongd, og sum hoyvíkingar vardu seinastu løtuna, var talan nørum um reint kamikaze [...] royndi at smekka returin inn. Ikki sørt, at hovyíkingar iðraðu seg um, at hesar seinastu royndirnar ikki góvu úrslit. Tó at talan var um eitt gott úrslit, so kundi javnleikurin ikki nýtast til nakað sum [...] Stigamissurin móti hovyíkingum er kanska eisini eitt tekin um, at vetrarsteðgurin, sum nú kemur, kann koma væl við hjá VÍF. Liðið, sum byrjaði árið sera sannførandi, tykist onkursvegna at motivatiónstrupulleikar
koyrir nóg væl í dag. Hetta man Sophus Dahl Christiansen helst eisini hava hugsað um, og uttan iva hevur hann hugsað um okkurt móttrekk mótvegis bláu grannunum. Jú, av sonnum er lagt upp til eina sera spennandi [...] avgreiddar seinasta vikuskifti, hevur mesta hondbóltsprátið í høvuðsstaðnum og í Suðuroynni ivaleyst verið um, hvussu úrslitini munnu fara at laga seg í teimum báðum dystunum. ÍtróttarSosialurin verður sjálvandi [...] vit gjørt eina upptakt til dystirnar. Spennandi Einki er at ivast í, at talan í báðum førum verður um tveir sera spennandi dystir, har so at siga alt kann henda. Onkur vil kanska vera við, at Neistin á
Tjørnuvíkar, og síðani býttu teir um. ##med6## Ferðafólk vitja alt árið, og ofta er veðrið ótespiligt. Hans Esbern Heinesen hevur sæð, at ferðafólkini ikki altíð eru tilvitað um vandan. – Ein dag í oktobermánaði [...] stóra gleði av, tí Hans Esbern hevur nógvar søgur at fortelja um bygdina, hann syngur Kingo, selur kaffi og vaflur, og ferðafólkini tyrpast um hann. Hans Esbern Heinesen er 81 ára gamal, føddur og uppvaksin [...] niður til tveir dagar um vikuna. Tá byrjaði Hans Esbern Heinesen sum ferðaleiðari, hann skipaði fyri fjallatúrum úr Saksun, yvir til Tjørnuvíkar. – Ein dagin kom ein bólkur, tey spurdu um tey kundu fáa ein
22.00 Høvuðsstaður: Lerwick Limur í IIGA: 1985 25.000 tons av alilaksi verða framleidd í Hetlandi um árið. Hetland hevur vunnið 170 heiðursmerki á Oyggjaleikunum síðani 1985. Saint Helena Fólkatal: 4.000 [...] Høvuðsstaður: Stanley Limur í IIGA: 1991 Í 1982 doyðu 907 fólk, táið Bretland og Argentina kríggjaðust um oyggjarnar. Hesa tíðina á árinum er miðalhitin á Falklandsoyggjunum 5 hitastig. Í januar er miðalhitin