Toppurin er breiðari enn nakrantíð

At bæði oddaliðini kiksaðu hevur við sær, at í hvussu so er fimm feløg eru við í stríðnum um gullkrónurnar

Tað skal rímuligt ansast eftir, at tað ikki verður tikið ov rívan til. Men tað er neyvan langt við síðuna av at siga, at tað sjáldan ella kanska ongantíð áður er komið fyri, at kappingin um oddaplássið og harvið meistaraskapin í fótbólti hevur verið størri, og at so nógv feløg hava bjóðað seg fram, sum tað er lagt upp til, nú ein stórur triðingur restar av hesum kappingarárinum.
HB og GÍ viðhaldsfólkini skriva neyvan undir uppá, at úrslitini hesa ferð lagaðu seg væl. Men støðutalvan vísir, at tapini hjá oddaliðunum undan 11. umfarinum hava við sær, at fimm feløg eru við í kappingini um meistaraskapin. Teir í B36 hava neyvan slept øllum vónunum um, at tað skal eydnast teimum at endurvinna FM heitið, og um vit rokna meistararnar frá í fjør uppí, so eru tað seks feløg, sum hava møguleikan, nú tað resta sjey umfør.
HB hevur verið oddalið eftir øll ellivu umførini, og teir eru framvegis tvey stig undan kappingneytunum. HB spældi sær avgjørt ikki allar meistaramøguleikarnar av hondum í dramanum í Klaksvík, men gongdin nógvu tey seinastu umførini hevur bent á, at tað kann verða so skjótt, at oddasessurin gleppur havnarmonnunum av hondum. Oddaliðið hevur tapt tvær ferðir upp í slag á útivølli, og skráin hjá teimum er sera torfør: B36 í Gundadali, GÍ í Gøtu og tá VB hevur verið í Gundadali, skal HB í fimtanda umfarinum spæla í Runavík.
Hesir dystirnir verða royndin hjá HB. Í trimum teimum síðstu umførunum eiga teir ? á pappírinum í hvussu so er ? lættastu skránna hjá teimum, sum nú eru við í FM kappingini.

Eysturoyggin væl við
GÍ spilti sær møguleikan burtur at vinna oddasessin, men gøtumen, sum skulu á Skála, áðrenn teir fara at taka ímóti HB, skulu sjálvsagt ikki avskrivast.
Steypavinnararnir úr NSÍ fóru eftir sannførandi avrik úr Serpigerði við øllum. NSÍ er á næstfremsta plássinum. Síðani 1980 hevur GÍ verið í 1. deild. Síðani tá er tað ongantíð komið fyri, at NSÍ í einum og sama ári hevur fingið øll stigini frá grannunum innan Gøtueið. Men tað hava teir fingið hesa ferð.
Tað er longu staðfest, at árið í ár er ikki, sum tað plagar at vera hjá NSÍ, og sigurin í Gøtu var enn ein undirstriking av, at tað skal roknast við møguleikanum, at NSÍ kann vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð. Steypasigurin hevur givið sjálvsálitinum eina tonn rætta vegin. Sigurin í Gøtu skumpar ivaleyst uppaftur meiri undir, og tað eiga at vera vónir fyri góðari úrtøku næstu ferðirnar.
Jógvan Martin Olsen og hansara menn undirstrika sjálvsagt, at allir dystir eru torførir, at bólturin er rundur og alt tað, sum skal sigast. Men veruleikin, at NSÍ tríggjar tær næstu ferðirnar skal spæla ímóti VB og EB/Streymi á heimavølli og Skála á útivølli, leggur upp til, at steypavinnararnir kunnu verða í tí støðuni, at tað verða teir, sum skulu verja oddasessin, tá HB í fjórði síðsta umfarinum skal til Runavíkar.
Umframt í HB og GÍ so iðra teir seg sjálvsagt í B68. At teir ikki megnaðu at fáa fult á heimavølli ímóti TB kann ikki roknast at vera annað enn ein skandala. Í staðin fyri at liggja á næstfremsta plássinum og undir liðini á grannunum í NSÍ, er B68 á fimta plássi. Avrikið var so lítið sannførandi, at tað komandi sunnudag skulu aðrir bollar á suppuna, um dysturin á Eiði skal vinnast. TB, sum megnaði málleysan javnleik á Svangaskarði, legði mikukvøldið í síðstu viku rygg til 4?0 tap á Eiði.

KÍ í kjalarvørrinum
Avrikið sunnudagin var leikliga ikki so sannførandi hjá KÍ, sum ikki kom fyri seg fyrrenn eftir dupult útskiftingina í 2. hálvleiki. Men viljin og treystleikin bóru langt, og fyrsti sigurin á heimavølli á arvafíggjindanum í sjey ár eigur at birta undir sjálvsálitið og viljan.
Tað hevur aftur og aftur verið nevnt, at KÍ hevur torført við at vinna á liðunum, sum ikki hava fingið so nógv stig. Komandi sunnudag skulu klaksvíkingar suður á Sevmýri. Sunnudagin fingu teir so at siga ein eyka møguleika at blanda seg upp í gullstríðið. Tí er eingin ivi um, at teir sunnudagin fara at verða meiri uppsettir og ágrýtnir, enn teir hava verið eitt nú ímóti Skála og VB.
Klaksvíkingar hava ofta verið sagdir at hava verið serliga boysnir á heimavølli. Hagtølini fyri tað, sum er farið av hesum árinum, stuðla ikki eintýðugt undir hesum. Men tað eigur at koma væl við ? í hvussu so er hjá skattmeistaranum í felagnum ? at fleiri stórir heimadystir eru á skránni. KÍ eigur B68, GÍ og NSÍ í Klaksvík. Úrslitini síðsta sunnudag høvdu við sær, at møguleikin øktist fyri rættuliga avgerandi uppgerð, tá NSÍ í 18. og síðsta umfarinum, sum verður á skránni leygardagin 5. oktober, skal spæla í Klaksvík.
Tá B36 komandi sunnudag fer at spæla ímóti HB, verður talan um síðsta møguleikan at sleppa sær upp í kappingina um heiðursmerkini. VB sigurin á EB/Streymi hevði við sær, at vágbingar eru slopnir heilt undan áttanda plássinum, og tað er lagt upp til, at teir fara at fáa væl fleiri stig. Teir eru góðir á heimavølli, har teir skulu spæla ímóti Skála, TB og KÍ.

Botnurin er tann sami
Skála tapti stórt, og EB/Streymur tapti í Vági, har teir høvdu vónað at fingið stig. Stóra sensatiónin var, at tað eydnaðist tvørámonnum at sleppa av Svangaskarði við einum stigi. Avrikið á Mølini á Eiði mikukvøldið bendi lítið á, at tað skuldi laga seg soleiðis.
Sjálvandi var stigið hjá tvørámonnum kærkomið. Men í fyrstu atløgu broytir tað ikki so nógv um støðuna. Nú er TB trý stig undan Skála. Fyrri dysturin teirra millum var á Tvøroyri, og har var úrslitið 2?2. Um tað stendur á jøvnum millum tvey lið, so er innanhýsis uppgerðin avgerandi, áðrenn farið verður til málmunin. Tí er tað framvegis soleiðis, at týdningarmiklasta telvingin um at sleppa undan aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflyting verður, tá TB í næstsíðsta umfarinum skal spæla á Skála.