Hondbóltur ? menn
Í mikudagsútgávu okkara skrivaðu vit, at tað kundi meira enn so henda seg, at talan fór at gerast um ein sera javmam dyst, tá Ovasta og triðovasta liðið á stigatalvuni hittust. Eisini hóast stigamunurin teirra millum var nóg so stórur, tí onkursvegna hava dystirnir millum hesi bæði liðini lyndi at vera sera javnir. Eisini tá talan hevur verið um botn móti oddi.
Og javnt var tað eisini. Tølini tala fyri seg í so máta.
Sovandi oddalið
Eftir at dysturin byrjaði við tøgn í ein minutt, vóru tað hoyvíkingar, sum løgdu nógv betri út. Ikki endiliga tí at spælið frá teirra síðu var so øgiliga sannførandi, men heldur tí VÍF hesa fyrstu løtuna tóktist at snorksova. Í verjupartinum lótu teir vandamiklu skjúttarnar hjá heimaliðnum sleppa alt ov væl, og tá Levi Nybo samstundis hevði fleiri góðar bjargingar hinumegin, tók munurin millum liðini beinan vegin at vaksa.
VÍF venjarin, Páll Poulsen, tók tí hampuliga tíðliga eitt time-out, sum hann samstundis nýtti til at gera fleiri broytingar á liðnum. Bæði Piti Negru og Daniel Rápa komu á vøllin. Ingi Olsen varð mest sum fluttur á vinstra vong eina løtu, og spakuliga raknaðu vestmenningar við. Tóku seg somikið inn á hoyvíkingar, at nervarnir tóktist at nerva heimaliðið somikið nógv, at teir ikki so mikið sum fingið gagnnýtt ta einu løtuna, har teir í tveir minuttir spældu seks móti fýra úti á vøllinum. Og tá vestmenningarnir so aftur vóru fullmannaðir nýttu teir seinastu løtuna undan steðginum at skjóta fýra mál á rað.
Grundað á seinastu minuttirnar í fyrra hálvleiki gekk tosið í forhøllini mest um, at nú mundu vestmenningar fara at sópa allan iva til viks. Væl kenda álopsmaskinan tóktist at vera farin í gongd, og sum hoyvíkingar vardu seinastu løtuna, var talan nørum um reint kamikaze ? sjálvmorð. Teir lógu nevnliga at kalla heilt inn ímóti málteiginum, og fáa vælvaksnu skjúttarnir hjá VÍF á hendan hátt møguleika at koma heilt inn, áðrenn skotið verður, so er ikki stórvegis, sum málverjarnir kunnu gera.
Hoyvíkingar treiskaðust
Í øðrum hálvleiki stóð tó skjótt fast, at vestmenningar fóru ikki at renna nakran veg. Partvíst tí hoyvíkingar høvdu nýtt steðgin til skipa verjuna nakað betri, og ikki minst tí Bjarni Wardum nú veruliga setti ferð á. Tað kundi nærum vera tað sama, hvussu vestmenningar royndu at verja fyri, tá ársins álopsleikari í fjør gjørdi seg til. Hopp- og undirhondsskotini fóru flúgvandi inn úr øllum vinklum, og nú hómaðist aftur ein vón hjá heimaliðnum. Nakað sum áskoðararnir eisini góvu ljódliga til kennar.
VÍF hinvegin tóktist nú aftur at hava ilt við at fóta sær. Álopsspælið koyrdi uttan tær stóru variatiónirnar, og var tað ikki fyri fóðu skotini hjá Piti, kundi lættliga gingið heilt galið, men teir megnaðu tó alla tíðina at halda fast um leiðsluna. Tí var kanska væntandi, at alt fór at laga seg, soleiðis sum tað so ofta hevur gjørt hjá VÍF í ár. Í sera nógvum dystum hava teir verið lítið sannførandi, fyri síðani at spíla seg út í nakrar minuttir fram móti endanum, har alt kortini verður sett upp á pláss.
Onkra løtu í seinna hálvleiki hómaðist onkur glotti í so máta, men hvørja ferð treiskaðist heimaliðið. Teir vildu ikki geva skarvin yvir, og einar tvær ferðir stríddu teir seg aftur upp á javnt. Finnur Hannsson, sum hevði sitið á beinkinum eina góða løtu, var komin aftur á vøllin, og saman við Halgir Dahl Olesen fór hann undir at loysa Bjarna av í málskjótingini, umframt at hann eisini rúgvaði hampuliga væl í verjuni.
Alt til onga nyttu
Alt stríðið hjá heimaliðnum tóktist tó at vera til fánýtis, tá bert tveir minuttir restaðu. Fyrst hevði stríðsmaðurin í verjuni, Olaf Vestergaard, fingið triðju útvísingina, og tá VÍF so nakað seinni økti til 30-28, mundi vónin hjá teimum flestu bresta. Men tað gjørdi hon ikki hjá leikarunum.
Kristjan Petursson, sum allan dystin var ein støðug hóttan av høgra bakki, minkaði um munin, og tá Janus M. Joensen løtu seinni javnaði, kom alt upp á kók. Tað mundi tað eisini koma, tá sami Janus beint fyri fekk eitt mál kolldømt, tí dómararnir vóru dekan ov skjótir at, døma tríggjar metrar.
VÍF royndi at nýta seinasta minuttin til eitt langt álop, sum eisini varð dríggjað við einum time-out, men tá Levi fekk fatur á seinastu skotroyndini, kundu hoyvíkingar fara í mótálop. Og tað var um reppið, at teir her avgjørdu dystin. Fyrst breyt Halgir ígjøgnum, men Bárður Nielsen fekk vart skotið yvir á stólpan, og Bárður stóð aftur fyri, tá Kristjan so royndi at smekka returin inn.
Ikki sørt, at hovyíkingar iðraðu seg um, at hesar seinastu royndirnar ikki góvu úrslit. Tó at talan var um eitt gott úrslit, so kundi javnleikurin ikki nýtast til nakað sum helst, nú stigini verða býtt í tvey. Hetta tí H71 longu hevur ein javnleik á kontini.
Tað hava vestmenningar eisini, og tí mistu bæði liðini í veruleikanum stig.
Stigamissurin móti hovyíkingum er kanska eisini eitt tekin um, at vetrarsteðgurin, sum nú kemur, kann koma væl við hjá VÍF. Liðið, sum byrjaði árið sera sannførandi, tykist onkursvegna at motivatiónstrupulleikar í løtuni, ella er støðan bara tann, at spælið ikki koyrir nóg væl. Órógva uttan fyri vøllin, sum einki sum helst hevur við sjálvan hondbóltin at gera, hevur helst ikki bøtt um upptaktina til dystin, men hóast hetta, so kann ikki sigast, at nakar møguleiki er fokin.
Teimum restar enn ein dyst í grundspælinum. Útsetti dysturin móti Neistanum verður 9. januar, og her hava Vestmenningar, sum framvegis eru á odda í deildini, møguleika at staðfesta oddastøðuna.
Dysturin í tølum
H71-VÍF 30-30 (12-14)
Málskjúttar:
H71: Bjarni Wardum 8(2), Kristjan Petursson 7, Halgir Dahl Olesen 5, Finnur Hansson 5(1), Hallur Danielsen 4, Janus M. Joensen 1
VÍF: Piti Negru 9, Sámal Joensen 5, Ingi Olsen 4, Agnar Joensen 3, Harald Bjørgvin 2, Johnny Joensen 2, Áki Olsen 2, Rógvi Nielsen 1, Ragnar Zachariasen 1, Daniel Rápa 1
Brotskøst: H71 4, VÍF 1
Útvísingar: H71 4, VÍF 3
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Í einstøkum førum eitt sindur ivandi, men dysturin varð tó sum heild væl leiddur.