Sunneva Tyril
heilsuatstøðingur
Orðatakið sigur, at munur er á monnum, men í hesum føri fari eg at vísa á, at munur er á kvinnum.
Eg ætli mær at samanbera tvær greinar, sum hava staðið í bløðunum. Hin fyrra var seinast í februar og skrivað av Inge Lovise Pedersen. Seinra greinin var í bløðunum 4. apríl, og hana hevði Annemi Joensen skrivað. Í báðum førum umrøða tær heilsuatstøðingarnar. Hin fyrra er sera positiv, men í tí seinnu greinini vísir greinskrivarin vanvirðing fyri einum øðrum fakbólki, sum viðkomandi átti at dugað at samstarva við.
Fyrst til greinina hjá Ingu Lovisu Pedersen, leiðandi sjúkrasystir í Birkerød. Hon kennir heilt væl til heilsuatstøðingarnar og undrast á sjúkrarøktarfrøðingarnar í Føroyum, at teir vita so lítið um henda fakbólk. Útbúgvingin tekur tilsamans 3 ár. Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur 15 mánaðir, tað er grundarlagið. Síðani tekur heilsu-atstøðinga-útbúgvingin 21 mánaðir.
Eg fari at loyva mær at endurgeva brot úr greinini, har hon skrivar:
?Tit kollegar, formaður og nevnd, skulu vita, at henda útbúgving er í topp í allari tí grundleggjandi sjúkrarøktini, eisini, ella sjálvandi eisini í observatiónini, sum tit sjúkrarøktarfrøðingar halda bara tit duga. Hetta er ein væl útbúgvin fakbólkur, sum vit í Danmark ikki kunna vera fyriuttan." Sitat endað.
Inga Lovisa Pedersen sigur víðari: ?Heilsuatstøðingar arbeiða á næstan øllum deildum í sjúkrahúsverkinum á ellis- og røktarheimum, har teir eisini eru leiðarar. Á psykiatriskum deildum eru heilsuatstøðingarnir mettir javnt við sjúkrasystrarnar."
Hon undrast og spyr, og eg endurgevi: ?Er tað soleiðis, at mín fakbólkur her heima er tann einasti, ið dugir nakað? Ella er tað soleiðis, sum tað sær út, ella sum eg haldi tað sær út: mig alene vide - mig alene bestemme." Sitat endað.
Gløgt er gestsins eyga. Eisini nevnir hon onnur aktuell evni í føroyska heilsuverkinum. Tað skal eg lata liggja á hesum sinni.
Í greinini hjá Annemi Joensen sigur hon nógv um høga vitanarstøðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Jú, tað hava vit heilsuatstøðingar stóra virðing fyri, men álvaratos, skulu nú øll vera frøðingar av einum ella øðrum slagi fyri at kunna vera til gagns í hesum samfelagnum, vit liva í?
Annemi roynir at gita sær til, hví henda vánaliga (í hennara verð) útbúgving endiliga skal setast á stovn í Føroyum. Kann tað hugsast, at okkum trýtur sjúkrarøktarfrøðingar? Jú, tað verður ført fram av teirra egna fakfelag, men ein kanning í norðurlondum fyri um leið einum ári síðani vísti, at einki norðurland var so væl fyri sum Føroyar viðvíkjandi sjúkrarøktarfrøðingum.
Hon spyr, um orsøkin aftur er at fáa møguleika at trýsta sjúkrarøktarfrøðingarnar úr teimum størvum, teir altíð hava røkt?
Hetta er tann ótrúligasti pástandurin, eg havi hoyrt. Sjúkrarøktarfrøðingar sita jú í ØLLUM leiðandi størvum í okkara heilsuverki, og teir verja borg, so tað stendur eftir. Vit hava ikki ein møguleika at fá nakað starv, um so er, at ein sjúkrarøktarfrøðingur søkir sama starv, og hví er tað? Jú, sami fakbólkur er í hvørjum króki innan heilsuverkið og hevur sera stórt orð at siga. Man tað ikki bæði hoyrast og síggjast í hesum døgum.
Eg kundi spurt, hví sjúkrarøktarfrøðingarnir mótarbeiða okkara fakbólki við til dømis at seta slíka óhøviska grein í bløðini. Sum Annemi sjálv førir fram, so hava vit ein sjúkrarøktarafrøðiskúla, meðan heilsuatstøðingarnir ongan skúla hava, men teirra krav til myndugleikarnar er at fáa ein flokk aftrat um árið á sjúkarøktarafrøðiskúlan, enn fleiri frøðingar.
Er tað nú so skilagott? Eisini hongur praktiskt arbeiði uppi í sjúkrarøktini. Hvør skal gera tað, tá ið alt sjúkrarøktaraarbeiðið verður gjørt av høgt lærdum frøðingum?
Sjúkrahjálparaútbúgvingin er løgd niður fyri nógvum árum síðani. Tann útbúgvingin var avloyst av teirri nýggju heilsuútbúgvingini, sum er í tveimum pørtum. Heilsuhjálparaútbúgvingin er komin. Nú skulu vit hava seinra partin av hesi útbúgving, sum er heilsuatstøðingaútbúgving.
Allarflestu heilsuatstøðingar eru útbúnir í Danmark. Sum er starvast einir 150 heilsuatstøðingar í Føroyum. Nógv av hesum størvum eru størv, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki vilja hava, ella lat meg siga, at sjúkrarøktarfrøðingarnir søkja ikki hesi størvini. Tey eru kanska ov strævin, ikki so spennandi, ella líka veit eg.
Men heilsuatstøðingarnir eru fleksiblir og ágrýtnir og kunnu brúkast allastaðni í heilsuverkinum. Føroyska útbúgvingin verður fult á hædd við aðrar líknandi útbúgvingar í norðurlondum. Okkara fakfelag hevur verið við í hesum arbeiði at leggja til rættis útbúgvingina hjá heilsuatstøðingum.
Annemi Joensen væntar, at Suðuroyggin verður yvirfloymd av arbeiðsleysum heilsuatstøðingum, tá skúlin einaferð gerst veruleiki. Hugflogið er frítt at fara, tó átti ein so høgt lærdur sjúkrarøktarfrøðingur at sæð møguleikar fyri samstarvi við heilsuatstøðingarnar, tí tað verður framtíðin, um tit so vilja tað ella ikki.
Munurin millum hesar báðar greinskrivarar er eyðsýndur. Inge Lovisa Pedersen kennir og hevur álit á okkara starvsbólki, meðan Annemi Joensen ikki kann siga nakað positivt um henda starvsbólk. Hon vil ikki hava heilsuatstøðingaútbúgvingina í gongd. Hon vil ikki hava okkara starvsbólk í føroyska heilsuverkið. Men ikki er alt bara svart og hvítt. Eg eri sannførd um, at ikki allir sjúkrarøktarfrøðingar her á landi hava so negativan hugburð um heilsuatstøðingarnar, men arbeiða væl saman við teimum á ymsum deildum á røktarheimum og sjúkrahúsum o.s.fr.
Eg havi gjørt mær nakrar tankar um navnið sjúkrarøktarfrøðingur. Merkir frøði ikki vísindi, í hesum føri sjúkrarøktarvísindi? Men eru nú allir frøðingar í orðsins rætta týdningi høgt lærdir á sínum øki, eins og fornfrøðingar, verkfrøðingar, teldufrøðingar, fíggjarfrøðingar o.s.fr. eru tað á sínum øki. Mær vitandi kann eingin annar fakbólkur gerast frøðingur uttan við stríð og strev og nógvum høvuðbrýggi, men knappliga við einum pennastroki gjørdust allar sjúkrasystrar sjúkrarøktarfrøðingar. Tað ljóðar væl, og eg havi hug at siga, ja, fínt skal tað vera.
Rætt skal vera rætt. Eg veit, at tann nýggja sjúkrarøktaraútbúgvingin er ein hægri útbúgving, ein bachelorútbúgving.
Sum Annemi vísir á, er tað ein fíggjarlig útreiðsla at seta heilsuatstøðingaútbúgvingina í verk, men her vinnur samfelagið peningin aftur við at fáa ein vælvirkandi starvsbólk, sum kann fara til verka, hvar tað skal verða í heilsuverkinum.
Lønarkrøvini verða heldur ikki so høg, sum tá ið frøðingarnir koma við sínum krøvum. Aftur her er ein samfelagsvinningur, og eg kundi hildið fram, men nú er nóg mikið hesa ferð.










