avtaluna. At hava betri umstøður til skjótivenjing hevur staðið ovarliga á ynskilistanum hjá løgregluni í Føroyum og nú er tað so ein partur av nýggju avtaluni. Tað er eisini ein partur av avtaluni, at fleiri [...] Nú fær løgreglan í Føroyum betri umstøður til at hava skjótivenjingar. Tað er ein partur ab nýggju politiavtaluni, sum flokkarnir á Fólkatingi hava gjørt. Talan er um eina fýra ára avtalu og teir báðir [...] fleiri politistar skulu setast í starv í Føroyum. Men harumframt verður sjøtul eisini settur á at nútímansgera KT skipanina hjá løgregluni, sum tey siga, hevur verið afturúrsigld í fleiri ár.
sum verður til 90 børn, og er ein liður í arbeiðnum at nútímansgera og framtíðartryggja dagstovnaøkið í kommununi. Í 2017 samtykti Klaksvíkar býráð at gera eina byggiskrá, og til hetta bleiv ein byggis [...] Arbeiðið við at gera útgrevsturin til nýggja dagsstovnin í Klaksvík varð boðið út, og tað var Norðhús, ið fekk arbeiðið. Stovnurin verður staðsettur í vaksandi býlinginum á Helnabrekku við endan av vegnum [...] ymiskum fakfólki. Burturúr tí kom ein byggiskrá, sum inniheldur alt tað, sum er týdningarmikið fyri, at bygt kann vera ein stovnur, sum er mennandi, tryggur, spennandi og tíðarhóskandi, sigur Klaksvíkar
ein onnur FM kapping í gjár og tað var kappingin um at finna Føroya besta seyðahund. Tey í Seyðahundafelagnum, siga, at veðrið var einki serligt, men at kappingin hepnaðist væl. Tað vóru 22 hundar við í [...] í kappingini og tey kappaðust bara í bólki trý, sum er tann torførasti bólkurin. Úrslitið gjørdust, at nummar eitt var René við hundinum, Taff, nummar tvey var Pol við hundinum, Odd og nummar trý var Tummas
Samstundis gjørdi stýrið av, at fæið skuldi latast Kvinnuhúsinum í Havn, hvørs endamál samsvarar væl við endamálið hjá grunninum. Grunnaeftirlitið hevur nú góðkent at hetta kann verða gjøgnumført. Sambært [...] a, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir eisini fegnast um, at stýrið í grunninum hevur tikið hesa avgerð. Grunnaeftirlitið hevur eisini góðkent, at pengarnir verða lætnir Kvinnuhúsinum. Fæið í »Fonden af
kommunu. Peningur skal brúkast við skili. Havast skal í huga, at politiska skipanin umsitir pening skattgjaldarans. Mítt lyfti er, at vit fara at reka ein skynsaman búskaparpolitikk har kjarnuuppgávurnar hjá [...] vinnulívinum og sjálvbodna arbeiðinum, sum er innan mentan og ítrótt. Vel nýggja orku í býráðið – eg fari at gera mun! Jóannes Guttesen, valevni fyir Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.
verður ikki at síggja á vøllinum aftur hetta kappingarárið. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki í fríggjakvøldsdystinum móti HB, tann 19. mars, at Finnur Justinussen lendi skeivt, eftir at hava verið í [...] einum nærdysti. Hann tók sær til knæið og mátti berast av vøllinum. Víkingur vann dystin 2-1, eftir at HB var á odda eitt skifti. Avloysarin fyri Finn Justinussen tá var Andreas Lava Olsen. Tað verður væntandi
miseydnað kappingarár, so legði serbiski áleyparin fyri at siga, at hann ætlaði sær at skjóta nógv mál. Hann gjørdi sum hann lovaði og endaði við at skjóta 20 mál. Nú er hann komin aftur til landið og hevur
íløgur í pakkhúsið, fyri at tað skuldi lúka krøvini til effektivan flutningshátt. Nýggja havnarlagið á Eystaru bryggju verður væntandi tikið í brúk komandi heyst, og er ætlanin tí, at Faroe Ship byggir nýtt [...] samráðingar eru Tórshavnar havn og Faroe Ship samdir um, at eitt hóskandi endurgjald er slakar kr. 4.9 miljónir. Tilmælið frá havnameistaranum var at rinda hesa upphædd, upphæddin fellur til gjaldingar, tá
Bartomeu. Hann er skuldsettur fyri at hava leigað eina lýsingarstovu til at stovna fleiri falskar profilar á sosialum miðlum, so profilarnir kunnu brúkast til eitt nú at svína út Lionel Messi og aðrar s [...] stjørnuliekarar. Felagið hevur áður sagt, at tað ikki var hald í skuldsetingunum. Bartomeu fór frá sum forseti í oktober. Felagið skal velja nýggjan forseta 7. mars. /ritzau/
vónir og ætlanir sum nýggjur formaður. Her segði hann, at tann størsta uppgávan hjá SEV, sum liggur fyri framman, er at fáa varandi orkuloysnurnar at ganga skjótari. Hetta veri seg vind-, vatn-, sjóvarfals- [...] sólorku. – Tað hevur gingið í so trekt, sigur Kári Johansen við FM1. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Kára Johansen í tíðindunum á FM1 í gjár.