Uros Stojanov úr ÍF, bleiv saman við Klæminti A. Olsen, NSÍ, toppskjútti í føroyskum fótbólti í 2020. Serbiski áleyparin var ikki í landinum, tá Fótbóltsgalla 2020 var á Hotel Brandan í desembur í fjør. Tá tóku umboð fyri ÍF ímóti.
Uros Stojanov kom til ÍF undan farna kappingarári. Hóast ÍF hevði havt eitt miseydnað kappingarár, so legði serbiski áleyparin fyri at siga, at hann ætlaði sær at skjóta nógv mál. Hann gjørdi sum hann lovaði og endaði við at skjóta 20 mál.
Nú er hann komin aftur til landið og hevur fingið handað skógvin. Her er hann avmyndaður í kavanum í Fuglafirði við gullskógvinum í hondunum.