Fleiri handtikin í húsarannsókn hjá FC Barcelona

Fleiri fólk eru handtikin undir húsarannsókn í umsitingarbygninginum hjá FC Barcelona.

Løgreglan er í dag í ferð við eina húsarannsókn hjá fótbóltsfelagnum FC Barcelona.

Fleiri fólk eru handtikin. Tað váttar løgreglan sambært tíðindastovuni AFP.

Sambært blaðnum AS hevur húsarannsóknin samband við »Barcagate«.

Soleiðis kalla tey eina pínliga ákæru ímóti fyrrverandi forsetanum hjá spanska fótbóltsfelagnum, Josep Maria Bartomeu.

Hann er skuldsettur fyri at hava leigað eina lýsingarstovu til at stovna fleiri falskar profilar á sosialum miðlum, so profilarnir kunnu brúkast til eitt nú at svína út Lionel Messi og aðrar stjørnuliekarar.

Felagið hevur áður sagt, at tað ikki var hald í skuldsetingunum.

Bartomeu fór frá sum forseti í oktober. Felagið skal velja nýggjan forseta 7. mars.

/ritzau/